fríggjadagur 8. apríl 2011síða 31
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 42 · 8. apríl 2011
31
VIKUSKIFTI
Tað hendir ...
lagT TIl ræTTIs: Eyðun Klakstein
hanus í sumba
hanus G. Johansen, sum er landskendur fyri at
seta løg til yrkingar hjá Poul F. Joensen. hann var
ættaður úr hørg í sumba, og leygarkvøldið fer
hanus at framføra sínar vísur í sumba. Tað verður í
samkomuhúsinum, og tiltakið verður frá kl. 19.30
og til midnátt.
Hanus G. JoHansen
samkomuhúsið í sumba
Leygarkvøldið 9/4 kl. 19.30
ViLL renninG
í suðuroy
um vikuskitfið verður tiltakið Vilt de suðuroy.
hetta er renni/gongutiltak, har fólk renna úr
sumba til sandvíkar. brúktir verða tríggir dagar
um teinin, og undanfarin tiltøk hava hepnast sera
væl. nógv fólk hava luttikið, og tað hevur verið
sera hugnaligt at verið við, verður sagt. meira kann
lesast um renningina á vilt.fo.
Vilt de suðuroy
8/4-10/4
MarTIn á pall
TýSKvøldIð
Martin Joensen fer týskvøldið at hava
konsert í Sjónleikarhúsinum í Havn. Hann
fer at framføra løg, sum hann hevur givið
út gjøgnum árini. Martin gav í fjør nýggja
fløgu út, og hann fer sjálvsagt at tríva í
fleiri sangir frá teirri útgávuni. Martin hevur
væl mannaðan bólk við sær á pallin.
Martin Joensen
Sjónleikarhúsið í Havn
Týskvøldið 12/4
So rullar
FóTbólTurIn
aFTur
Hetta vikuskiftið verður rættiliga lagt til
brots í fótbóltskappingini hjá monnum.
dystir eru spældir í steypakappingini,
men nú byrjar landskappingin. Fyrsta
umfar verður spælt um vikuskiftið, og
spennandi verður at fylgja feløgunum, sum
hava sett sær síni mál fyri 2011. Hb eru
føroyameistarar, men teirra avrik hava ikki
verið sannførandi seinastu vikurnar. nu
skal Hb visa, at teir eru við í kappingini um
FM-gullið.
Vodafonedeildin
Sunnudagin 10/4
sanGskriVarar á kasPar
hesa vikuna hevur brett Perkins hildið altjóða sangskrivaraskeið í Føroyum, og
leygarkvøldið skulu luttakarar frá skeiðnum framføra á kafé kaspar í havn. Tey, sum
taka lut, eru Vígdis Fjallstein, signar í homrum, annemarie Zimakoff (dk), Parisch
browne (írland), bjorn Zetterqvist (svøríki), Guðrið hansdóttir og brett Perkins (usa).
liVe-tónleikur
kafe kaspar
Leygarkvøldið 9/4 kl. 20.00
binda í norðurLandahúsinum
norðurlandahúsið bjóðar enn einaferð vælkomin til eitt av sínum vælumtóktu bindiskeiðum.
hesa ferð verður tað sum sagt danski bindisniðgevin Laura Terkildsen, ið undirvísir, og er
hetta aðru fer at hon bjóðar sína servitan innan binding. skeiðið byrjar við einari hugvekjandi
framløgu, ið skal virka sum íblástur til arbeiðssetningin hesar báðar dagarnar: frá bindiprøva
til liðugt produkt.
Bindiskeið
norðurlandahúsið í havn
Fríggjadagin 8/4 og leygardagin 9/4