Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-04-11, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. apríl 2011síða 4

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 11. apríl 2011 · Nr. 43 4 Sosialurin Randi Jacobsen Á okkara leiðum hendir tað sjálda n, at skotið verður við byrsu millum hús. Men tíðliga sunnu­ morgun in hendi tað á Argj­ um. Ein maður fór at skjóta móti úthurðini á eini íbúð, har fyrrverandi kona han s­ ara búði. Onkur skot fóru inn ígjøg num. Kvinnan var inni. Hon sá mann in gjøgnum hurðina, rann inn á baðirúmið, ringdi til 112, og so smeyg hon sær út gjøgnum vindeygað og leit aði sær skjól inni hjá ein­ um granna. Tá ið politiið kom, stóð mað ur in framvegis við byrsu ni, sum hann ikki vildi leggja frá sær, fyrr enn politi­ ið hevði skotið eitt ávaring ar­ skot. Illa fyri Út á seinnapartin sunnu part­ in var maðurin avhoyrdur í grundlógarhoyri, og hóast hann lítið og einki mintist frá tilburðinum, segði hann bei n leiðis og óbeinleiðis sína syrgi ligu søgu. Hann hevði kent konuna í 41 ár og fekk fleiri børn við hen ni. Fyri nøkrum árum síðan búðu tey eitt skifti í Dan­ mark, men so flutti hann fyrst heim aftur, og á jólum flutti hon eisini heim. Tey royn du at vera saman, men tað riggaði ikki, og 1. apríl vórðu tey separerað. Maðurin var sera illa fyri í rættinum sunnudagin, og verji hansara bað um, at mað ur in ikki varð spurdur um hendingina, tí so var hann noyddur at gita. Drukk Ákærin góðtók hetta og spurdi tí um lívið hjá manni­ num annars. Tann skuldsetti segði, at hann hevði drukkið illa. Í seinastu viku var hann byrj­ aður at drekka longu hós­ kvøld, drakk fríggjakvøld og byrj aði so aftur leygardagin seinna partin. Hann sat einsa mall ur og drakk. So í býin um kvøldið, og á tveimum vertshúsum hevði hann drukkið nógv brenni­ vín. Hvussu hann var komin úr býnum út á Argir, visti hann ikki, men hann gitti, at hann hevði tikið ein hýru­ vogn. Hann hómaði okkurt um, at hann hevði sent fyrr ver­ andi konu síni eitt sms. ­ Eg bað um hjálp fyri at fáa skil á tilveruna aftur, segði tann skuldsetti. Hon svaraði ikki. Slapp til rýmingar Hon hevur greitt politinum frá, at løtu eftir at hon hevði fing ið sms­ið, bankaði á dyr­ n ar, hon fór upp og sá mann­ in gjøgnum glas hurð ina. Hon hoyrdi, at hann skeyt, og hon vildi ikki lata upp, men fór inn á baði rúmið, ringdi teskandi 112 og segði, hvussu vorðið var. So smeyg hon sær út gjøgnum vind eygað og leitaði sær skjól hjá einum granna. Tá ið so politiið kom, fór hon til poli tist arnar. Har vóru sjey politistar. Teir bóðu mannin sleppa byrsu ni, men tað gjørdi hann ikki, fyrr enn politiið hevði skot ið eitt ávaringarskot. Sjey politistar vóru á stað­ num. Einki agg Í rættinum kom fram, at mað urin hevði patrónbelti uppi á sær, tá ið hann varð hand tikin. Byrsan var hansa­ ra, váttaði hann, tá ið hann fekk at síggja myndir av byr­ su ni. Sjálvur mintist hann einki utt an blá blunk, og at hann varð lagdur í handjørn. ­ Eg hevði onga orsøk til at vera illur inn á hana. Tað var held ur hon, sum skuldi verið ill inn á meg, segði maðurin. Hann hevði ætlað, at hon skuldi fáa húsini og alt, sum í teimum var. Maðurin viðgekk, at hann hevði verið ójavnt sintur, og tað kom av drekkaríi. ­ Tá man byrjar longu hós dag, er man komin langt út, segði maðurin, sum vísti aftur, at hann eisini hevði tikið tablettir. Hóast hann hevði drukkið illa, hevði hann alla tíðina røkt sítt fasta arbeiði. Sunnumorgunin var hann rætti liga fullur. Promillan varð máld til 2,21. Sjálvmorðstankar Hann segði, at hann fleiri ferð ir hevði umhugsað um at tikið lívið av sær, men bara av sær sjálvum fyri at sleppa burt ur. Hvussu tað skuldi gerast, svaraði hann ikki beinleiðis uppá, men av tí at hann var van u r við at skjóta, kundi tað ver ið ein møguleiki. Fyrrverandi konan hevur greitt politinum frá, at hann ofta hevur tosað um at taka lívið av sær, men hann hevði ongan tíð hótt hana, og hon hevði tí ongantíð verið bang­ in fyri honum. Dómarin gav ákæranum við hald í, at grundaður ill­ gru ni var um, at maðurin var sek ur í skuldsetingini. Skal mentalkannast Hann varð tí varð halds­ fongsl að ur fram til 6. mai. Ákærin kravdi, at mental­ kann ing verður gjørd av manni num. Verjin mótmælti, at henda kanning verður gjørd í Føroyum. ­ Í Føroyum tekur ein slík kann ing at kalla ólógliga langa tíð at gera, og so skal hann sita í arrestini og gána í eitt ár. Akærin, verjin og dómarin komu ásamt um at royna at fáa kanningina gjørda í Danmark. Henda kanning skal gerast eisini fyri at fáa staðfest, hvussu maðurin Vildi hava hjálp Maðurin, sum tíðliga sunnumorgunin læt átta skot av móti úthurðini, har fyrrverandi kona hansara búði, mintist einki, tá ið hann var í grundlógarhoyri sunnudagin. Hann hevði frammanundan sent henni eitt sms, tí hann bað um hjálp at fáa skil á tilveruna aftur Í dag eru teknikarar úr Danmark komnir til Føroya at kanna staðið, har skjótingin fór fram