Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-04-11, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. apríl 2011síða 16

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 11. apríl 2011 · Nr. 43 16 Sosialurin Ítróttarblaðið Ítróttartoymið á Sosialinum: Heri Simonsen heris@sosialurin.fo Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Hilmar Jan Hansen einslistir@email.fo Uni Holm Johannesen uni@sosialurin.fo Tróndur Arge trondur@sosialurin.fo Ámund fyri fyrstu ferð Ámund Nolsøe, B36, varð skiftur inn, tá nakrir minuttir restaðu í av dystinum í Vágum í gjár. Tað var fyrstu ferð, at hann spældi í fremstu røð. Ámund Nolsøe er sonur fyrrverandi B36-kempuna, Tummas Eli Hansen, sum var liðskipari, tá B36 vann føroyameistaraheitið í 1997. Samanumtikið hevði NSÍ meiri spæl í dystinum. Men tað var trupult at koma fram til teir heilt stóru kjansirnar móti einum HB liði, sum í stóran mun dúvaði uppá kontraálop. Sum byrjan uppá landskappingina kundu vit ikki ynskt okkum eitt betri úrslit enn ein sigur móti HB heima við Løkin. www.nsi.fo At runavíksingar kendu vitjunartíðna tá hon beyðst var sera heppið fyri teir og hóast Klæmint Olsen bleiv rikin av vølli móti endanum fyri at lamløsta júst heimaftur komna Rógva Poulsen, hevði tíverri ikki so stóran tíðning. www.hb.fo Eisini kann okkurt benda á, at B71 verður veikasta liðið, sum KÍ kemur at møta í ár. Tó skal einki takast frá spælinum, sum var gott í stórum pørtum burtursæð frá, tá tað blivu spældir langir høgir bóltar. www.nordlysid.fo Pauli G. Hansen er farin at venja aftur í vikuni. Orsøkin til, at vit ikki hava sæð so nógv til hansara í seinastuni er hvørki skaði ella leti, var men tí maðurin er í holt við at byggja sær og familjuni eini hús, og tað er eisini onkur ein stór uppgáva. www.eb-streymur.com Meðan hetta fór fram, noyddist Evrad Ble lata seg skifta út, tí hann hevði fingið ein sundalagsalboga í høvdið, sum gjørdi, at tað fór at mala fyri honum. Tað merkti liðið týðiliga, at Ble fór út. www.vikingur.fo Í blaðnum mikudagin... Vegna plásstrot verða fimleikaframsýningin hjá Havnar Fimleikafelag og FM fyri yngri í amboðsfimleiki við í blaðnum mikudagin. Brian Kerr, landsliðsvenjari, hevur hugt at trimum landskappingardystum um vikuskiftið. Leygardagin var hann til dystin millum EB/ Streym og Víking, og hann var millum áskoðararnar í Runavík og Sørvági í gjár. Millum mest eyðsýndu spælararnar, sum ikki eru í landsliðshópinum, vóru Róaldur Jacobsen, sum var tvífaldur málskjútti, og Christian Høgni Jacobsen, sum noyddist av vøllinum í Runavík við skaða. Annars sást týðiliga á spælinum, at kappingarárið er akkurát byrjað, og spælararnir skulu venja seg við nýggju viðleikararnar. uni@sosialurin.fo Nú er bara finalurnar um føroya- meistaraheitið eftir í bestu mansdeildini og kvinnudeildini í hondbólti. Mansliðið hjá Neistanum, sum hevur runnið undan hinum alt kappingarárið, spælir fyrru final una móti KÍF í Kollafirði. Dysturin verður leygardagin, 16. apríl. Andreas F. Hansen og Eyðun Samuelsen skulu døma. Seinni dysturin verður í høllini á Hálsi skírishósdag, 21. apríl. Tá døma Karsten Joensen og Kristian Joensen. Stjørnan og Neistin bresta saman hjá kvinnunum. Fyrri dysturin verður í høllini á Hálsi leygardagin 16. apríl. Seinni dysturin verður í KÍ-høllini skírishósdag. Tá eru Andreas F. Hansen og Eyðun Samuelsen dómarar. Úrslitini um vikuskiftið: Atlantic Airways-deildin: Kyndil – KÍF 26-25 StÍF – KÍF 36-28 H71 – VÍF 27-31 Neistin – Team Klaksvík 40-21 Sunset-deildin: Tjaldur – VÍF 33-27 StÍF – VB 24-32 Neistin – Stjørnan 25-18 Landsliðs­ venjarin hugdi at Hvat duga føroyingar illa í ítróttarhøpi? Hvat skulu fjølmiðlarnir varpa meira ljós á? Hvat hendi kring landið um vikuskiftið? Vit vilja fegin, at tú er við at birta undir stimbrandi kjak um føroyskan ítrótt. Tú er hjartaliga vælkomin at senda Ítróttarsosialinum eina viðmerking um hendingarnar í vikuskiftinum ella føroyskan ítrótt sum heild, sum vit prenta í Ítróttarblaðnum hvønn mánadag. Vit prenta ikki dulnevndar viðmerkingar. Send eina viðmerking til uni@sosialurin.fo. Sig tína hugsan! Neistin byrjar í Kollfirði savnsmynd