Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-04-11, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. apríl 2011síða 29

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 Mánadagur 11. apríl 2011 · Nr. 43 Sosialurin Zakarias Wang Ólógligt danskt kríggj Tað er ólógligt fyri Danmørk at fara í kríggj uttan okkara loyvi, tí tann 28. august 1450 skrivaði danska stjórnin und­ ir bjørgvinarsáttmálan, sum sigur, at hvørki av teimum báðum ríkjunum skal fara undir kríggj uttan so at ráðið í hinum ríkinum tekur fult undir við tí og samtykkir tað og vil tað [skal hwerken righe noghet orloff vppa slaa vden medh thet annet righens radz fulburdh oc samtychke oc wilghe]. Í 1627 fóru danir eisini í eitt slíkt ólógligt kríggj. Teir hildu seg hava skyldu til at hjálpa trúarfeløgum sínum í Týsklandi, og fóru avstað í óðum verkum uttan okkara samtykki ella vilja. Hetta fekk avleiðingar fyri okkum, sum vit kunnu síggja í tingbókini. Tann 6. juli 1629 hava sandoyarprestur, løgmaður og sýslumenninir í Suðuroy og Sandoy skriv­ að bræv til kong, har teir siga, at tvey turkaskip við fimmhundrað monnum um­ borð hava verið í Hvalba. Sjórænararnir hava ikki bert tikið neyt og seyð og bátar, men eisini meir enn tretivu konur og børn, og hava dripið seks fólk. Bygdarfólkið noyddist at krógva seg, og kom tí at svølta. Ein danskur maður, sum var saman við sjó rænarunum, segði at næsta ár komu teir aftur við ellivu skipum. Tíbetur kom friður í lag, og eingi skip komu árið eftir. Men hetta dømi vísir, at tað er sera lætt at fara í kríggj, men vansin við øllum kríggjum er, at vit ongantíð vita hvat ið hendir tá tað fyrst er brostið á, tíansheldur hvussu tað fer at enda. Hetta er orsøkin til, at ein avgerð um at fara í kríggj má vera væl umhugsað. Nú varð sagt, at ráð Dan­ markar hevði slíkan skund, at tað ikki bar til at spyrja okkum og geva okkum tíð til at taka eina avgerð um hvørt vit tóku undir við hesum tiltaki. Nú kunnu vit bara vóna, at tað fer at ganga okkum betri enn tað gekk forfedrum okkara í Hvalba í 1629, og fyri ikki um at tala dønum sjálvum tá, men trygd fyri hesum hava hvørki vit ella danir. Nú er Danmørk enn einaferð farið upp í eitt kríggj uttan at síggja til, at tað hevur fingið loyvi frá okkum til hetta ævintýr. Kjak Levi Mørk býráðslimur Fótbólts vøllurin hjá FC- Hoyvík til nýggja støðutakan! Tað er sera umráðandi at fáa tikið eina nýggja støðu til, hvar í nýggi fótbóltsvøllurin hjá FC­Hoyvík skal liggja. Tað er samtykt í byggi­ og býarskiparnarnevndini hjá Tórshavnar kommunu í 2010, at vøllurin skal liggja tæt við nýggja Skúlan á Løg­ mannabreyt. Henda avgerð er eftir mínum tykki skeiv. Eg meti ikki at hetta er tann rætta av gerð, sum byggi­ og býar skip anar­ nevnd in hevur tikið og hóast eg var við til at sam tykkja hesa ætlan á sinni, sum part­ ur av nevndini. Men her má eg viðganga, at hetta ikki er tann rætta avgerðin, sum tikin er. Orsøkin til at eg havi broytt støðu er, at mál ið burdi verið lýst bet ur, áðrenn støða varð tikin í byggi og býar­ skiparnar nevndini á sinni. Eg haldi eisini, at ynskini hjá FC­Hoyvík um hvar vøllurin skal líggja og ynskini hjá teimun sum koma at brúka fótbóltsvøllin í Hoyvík, skal hoyrast. Tað er ikki gjørt í hesum málið. Vit vit eisini at tað búgva uml. 4000 í Hoyvík og tørvurin er stórur fyri hesum fót­bóltsvølli. Eg føli eisini at henda avgerð varð koyrd ov skjótt ígjøgnum í byggi­ og býar­ skiparnarnevndini. Tí ynski eg nýggja viðgerð av málin­ um á fyrst komandi sam­ gongufundi. Tað er umráðandi at fylgja tí demokratisku ynsk in um hjá fót bólts fe­ lag num FC­Hoyvík og fólki annars í Hoyvík, hvar í fót­ bóltsvøllurin skal liggja. Tað sum eg havi skilt á fólki í Hoyvík er, at tey ynskja at fáa staðsetingina av nýggja fótbóltsvøllinum í Hoyvík broytta til at fótbóltsvøllurin skal liggja tætt við nýggju út­ stykk ingina við Myllutjørn. Har 64 nýggj sethús koma at vera í nærmastu framtíð. Hetta øki er í Dalinum Langa í Hoyvík. Talan er ikki um tann partin av Dalinum Langa sum er eitt D1 øki. (Friðað øki). Eg fari tí í næstum at leggja málið til nýggja støðu­ takan hjá sam gong uni og við ynski um at fótbóltsvøllurin kem ur á fíggjarlógina hjá Tórs havn ar kommunu fyri 2012.