Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-04-15, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. apríl 2011síða 8

‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 15. apríl 2011 · Nr. 45 8 Sosialurin Leo Poulsen Nú verður munandi lætt­ ari hjá kundunum hjá At­ lants flog at chekka inn til fráferðir. – Tað hevur higartil verið soleiðis, at check­in skipanin og bókhaldsskipanin ikki hava koyrt saman, men við nýgju skipanini kunnu báðar skipaninar samskipast, sigur Sólbjørg Magnussen, dag ligur leiðari á Støðini á flogvøllinum. Nýggja skipanin fer at bøta munandi um tæn ast­ una til kundarnar hjá At­ lants flog. – Skipanin fer millum ann­ að at bøta um, tá broytingar skulu gerast í ferðaseðlunum, tí meðan tað nú er soleiðis, at vit mugu inn í bókhaldið at gera hetta, kann tað við nýggju skipanini gerast við check­in, sigur Sólbjørg Magnussen. Nøkur av starvsfólkunum hava longu verið á skeiði at seta seg inn í nýggju skip­ anina, og tá hon ætlandi fer at virka fyrst í juni mánað, eru øll upplærd at brúka hana. Nýggja skipanin fer í roynd og veru at kollvelta check­in tænastuna hjá kund unum hjá Atlantsflog. – Tá skipanin verður tikin í nýtslu fyrst í juni, verða sonevndar kioskir settar upp, har fólk sjálvi kunnu checka inn. Hesar kioskir – ella automatisku check­ in maskinur – verða settar upp í fyrsta lagi í Vágum, Keyp mannahavn, Billund og Reykjavík, men skulu seinni eisini setast upp á hinum destina tiónunum hjá okkum í Stavanger, Bergen, Ålborg og Stan sted, sigur Sólbjørg Magnus sen. Web check-in Í dag ber til hjá kundunum hjá Atlantsflog sjálvir at av­ greiða sítt check­in í Keyp­ mannahavn og Billund, men hetta verður gjørt í samstarvi við danskar skipanir. – Atlantsflog kemur sjálvt at eiga nýggju skipanina, og tær eru lættar at seta upp allastaðni uttan í Stansted, har verandi skipanir eru øðr­ vísi, sigur Sólbjørg Magnus­ sen. Men samstundis, sum nýggja skipanin verður sett í verk, fer eisini at verða møguligt hjá kundum hjá Atlantsflog at checka inn á internetinum. – Tað fer tí at merkja eina munandi betraða tænastu til okkara viðskiftafólk, sigur Sólbjørg Magnussen. Frammanundan ber til at keypa flogferðaseðlar á internetinum. – Nú verður eisini nógv lættari at broyta ferðaseðlar, tí tað fer at bera til at síggja, hvar teir eru keyptir í check­ in skipanini, sigur Sólbjørg Magnussen. Egnar check­in kioskir á destinatiónunum hjá Atlants­ flog fara eisini at merkja, at bíðirøðirnar til at checka inn vera munandi stytri, tá bert kundar hjá Atlantsflog kunnu nýta tær. Roknað verður sum nevnt við, at nýggja skipanin verður klár at taka í nýtslu fyrst í juni, tá summarferðslan rættiliga byrjar. Atlantsflog nýggja check-in skipan Í løtuni eru starvsfólkini á Støðini á flogvøllinum í ferð við at seta seg inn í nýggja check-in skipan, sum ætlandi fer at virka fyrst í juni, og sum verður munandi bati hjá viðskiftafólkinum Leo Poulsen Tað var í januar mán­ að, at Williams Cate­ ring yvirtók raksturin av Cafeteria á Flog vøll­ inum, og eigarin, Hav­ grímur Johannesen, boð aði beinanvegin frá ætl anum um at lyfta cafe teria upp á eitt al­ tjóða støði. Ein stórur partur av hesum ætlanum eru nú førdar út í lívið. Stór og tiltalandi barr er sett upp í sambandi við útflýggingarstaðið, og sum Havgrímur Jo­ hanne sen boðaði frá í januar er nú ein lounge bygd har, sum spæli­ plássið var. Loung in er hækk að frá van ligu gólv­ hæddini, og er møblerað við designarastólum og tilhoyrandi borðum. Tænastustøðið skuldi eisini hækkast soleiðis, at cafeteria altíð er opið við fráferðir og komur. Sum nakað nýtt byrj­ aði Cafeteria á Flog­ vøllinum – sum nú eitur Williams Catering við Baresso­búmerkinum – at bjóða viðskiftafólki enskan morgunmat fyri ein sera rímiligan penga. Fyri tey, sum ferðast ofta um flogvøllin í Vág­ um, er hetta uttan iva eitt stórt fet á leiðini móti betri tænastu. Cafeteria í nýggjum hami Ein hugnalig barr við altjóða dámi er nú at finna á flogvøllinum Mynd: Álvur Haraldsen Broytingar eru gjørdar á Cafeteria á Flogvøllinum. Eftir at Williams Catering hevur yvirtikið cafeteria, er ein full barr nú stillað upp eins og ein lounge er komin við behagiligum stólum Sheila Joensen og hinar í check-in fáa væntandi minni at gera, tá nýggju check- in skipanirnar við kiosk og web check-in fara at virka fyrst í juni Mynd: Álvur Haraldsen