Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-04-15, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. apríl 2011síða 9

‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Fríggjadagur 15. apríl 2011 · Nr. 45 Sosialurin Kjak Takið bólk 5 upp til nýggja meting Til stýrið fyri inntøkutrygd v /Alfred Petersen So skelkandi og skuff­ andi var at lesa nýggju kunn gerðina um minsta­ for vinning fyri bólk 5, at umrøddi bólkur nærm ast verður frátikin minsta­ forvinning, men skal gjalda inn í skipanina á jøvnum føti við aðrar. Bólkur 5 er mest sam­ an settur av eldri monnum, sum hava eitt langt lív í fiskivinnuni á landi ella á sjógvi, og nú hesir menn eru farnir at eldast, so hava teir fingið sær útróður sum livibreyð – serliga í bólki 5. Í bólki 5 hava hesir menn fingið, tá veðrið og fiskarí ikki hava ver ið til vildar, nakað av minsta for­ vinningi. Henda upphæddin hevur verið frá 1.000 kr upp til 12.000 kr um mánaðin, tá onki er at forvinna orsakað av veðri, hetta er treytað av, at teir seinastu seks mán­ að irnar hava fiskað fyri minst 70.000 kr og 10.000 kr um mánaðin. Teir seinastu tríggj ar mánaðirnar. Hetta minstagjaldið er nú hækkað til 200.000 kr fyri at koma inn í skipanina, sostatt ein hækking út við 3.000 prosent, samstundis sum hin ísfiskaflotin bert er skerdur við gott 20 pro­ sentum í minstuløn. Hetta má sigast at verða órættur fyri tann veikasta bólkin í skipanini. Tí fara vit inniliga at heita á stýrið fyri inn tøku­ trygd um at taka bólk 5 uppaftur til nýggja vurder­ ing, og seta inntøku markið ikki hægri enn 100.000 kr fyri at koma inn í skipanina, og sjálvt um hetta mark verður 100.000 kr, so er hetta versnandi kor fyri bólk 5. Vónandi verður hetta ynski gingið okkum á møti. Mortan Johannesen útróðrarmaður í bólki 5 Richard Danielsen Siðloysi í samkomuni Í seinastuni hevur nógv verið frammi í fjølmiðlunum um siðloysi. Hesaferð ser­ liga um barnalokkarar. Ein bók er komin út um hetta evnið, sum sigur frá hesum óhugnaliga, ið skal vera farið fram í einari samkomu av trúgvandi í bygd í Føroyum. Tað er altíð álvarsligt, tá ið siðloysi og tílíkt sum hetta fer fram, men tá tað hendir í einari samkomu av trúgvandi, er tað bara so mikið álvarsligari. Hetta er tó ikki nakað nýtt, hetta tók seg upp í samkomum av trúgvandi longu á døgum ápostlana. Orðið barna ­ lokkarar finna vit ikki í skrift ini, men Pætur skrivar í 2. brævi sínum um lokk­ arar. Hann sigur um hesi, at eygu teirra eru full av hori og fáa ikki nóg mikið av synd, tey lokka ófestar sálir. Bæði Pætur ápostul og Judas skriva og ávara um siðloysi av grovasta slag. Sum eg byrjaði við, orðið barnalokkarar finna vit ikki í Bíbliuni, men her verður sagt, at hesi lokka ófestar sálir, annars sigur Bíblian okkum um bæði homosexualitet og ávarar um at hava við kríatúr at gera. Hetta eru syndir, sum hava verið drivnar upp ígjøg­ num øldirnar, men gudsbørn eiga at halda seg langt burtur frá slíkum. Um tú, sum lesur ert ein, sum stendur í einari samkomu av trúgvandi og samstundis fæst við slíkt, so kanna teg fyri ásjón Guds og spyr teg sjálvan: Eri eg endurføddur, havi eg lært Harran at kenna, sum mín frelsara, havi eg tikið ímóti honum í trúgv. Eitt er sikkurt, ein sum er frelstur eigur ikki at liva á henda hátt. Her er eitt ella annað alvorligt galið. Paulus ápostul tekur eisini hetta evnið upp í fyrra brævi sínum til Korint 5. Kap. og sigur, at slík skulu koyrast úr samkomuni: Yvirhøvur hoyrist um sið loysi tykkara millum, og tað slíkt siðloysi, sum enn­ tá ikki finst millum heidn­ ingarnar ­ at ein livir saman við konu faðirs síns. ­ Og tit eru uppblástir, í staðin fyri at tit skuldu syrgt, so tann, ið hesa gerð hevur gjørt, kundi verðið koyrdur út frá tykkum! V. 1­2. Eg skrivaði til tykkara í brævi mínum, at tit skulu ikki umgangast siðloysingar. Hetta meinti eg ikki við siðloysingar yvirhøvur í hes um heimi ella hini havi­ sjúku og ránsmenn og avgudadýrkarar ­ so máttu tit jú farið út úr heim inum! Nei, tað, sum eg skrivaði til tykkara, var, at um onk ur, ið kallast bróð ir, er sið loysingur, havi sjúkur, av gudadýrkari, bak talari, drykkjumaður ella ráns maður, so skulu tit ikki umgangast slíkan, nei, ikki so mikið sum eta saman við honum. Hvat kemur mær við at døma tey, sum uttanfyri eru! Døma tit ikki tey, sum innanfyri eru? Hini uttanfyri skal Gud døma. Koyrið hin ónda út frá tykkum sjálvum! Versini 9­13. Les allan kapitulin! Eitt er vert at ansa eftir í hesum brotinum, og tað er, at millum hesar sokallaðu grovu syndir stendur eisini baktalari nevndur, tað er nakað, sum vit eisini øll eiga at hava í huga, sum kalla okkum børn Guds, at vit, sum tala ímóti grovum syndum kanska ofta gera okkum sek í hesi syndini, lat okkum ansa okkum fyri øllum baktali. Eg kom glaður úr kirkju í gjárkvøldið frá føstuguðs­ tænastu, har ein ung mamma stóð og las ein góðan lestur. Komin heim úr kirkju, kom eg í tankar um hesa ung dóms send ingina Mús, sum ungdómur skuldi hava gjørt. Spentur tendr aði eg mær flat skíggjan, men hvat??? Har var til und ir hald ein stórur ruðu leiki, vemmi lig og svínsk orð! Er hetta tað sum ung dóm urin hevur í læru? Tí í øllum ruðuleik­ anum, fekk eg eyga á ein fram kom nan lærara, sum fyri mínum eygum vísti seg at hava tað gott ­ umber meg um eg sá skeivt, tí eg skundaði mær at sløkkja flatskíggjan. So hugsaði eg við mær sjálvum, hvar er leiðslan hjá Kringvarpinum, sum gevur loyvi til at senda slíkt út? Skal slík svínagtigheit verða roknað sum mentan?? Sat eg í nevnd, sum hevði við leiðsluna hjá Kring varpinum at gera so skuldi tað verið ein leið og hon skuldi verið út gjøgnum hurðina, ella í minsta lagi eina so kraftiga ávaring, sum eisini skuldi verið hildin. Táið eg hevði sløkt flat­ skíggjan, settist eg niður at lesa og blaða í Dimmu. Fý for hundin, at rennið eg meg ikki í somu svínskheitina. Tvær vakrar damur í Føroyskum búna, við somu svínskari yvir skift. Eg hugsaði ­ er hetta virkuliga góða gamla Dimma, sum er farin útí hesa svínskheitina eisini? Tað er ikki langtsíðan, at føroyski búnin bleiv brúktur, í samband við stripping, og nú forsetur í svínsku Dimmu. Her meini eg at Klandursstýrið hevur eina uppgávu, at verja okkum um Tjóðbúnan, sum helst er hann vakrasti í heiminum og eigur at verja okkum sum tjóð. Sólvit Simonsen Ungdómssendingin Mús