fríggjadagur 15. apríl 2011síða 22
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 15. apríl 2011 · Nr. 45
22
Sosialurin
Ítróttur
Hilmar Jan Hansen
Sum vant, eru eysturoyarliðini so
væl umboðað í Vodafonedeildini,
at tað næstan ikki er eitt umfar,
har ikki onkur av dystunum er ein
granna uppgerð millum tvey lið í
Eysturoynni. Ein var í fyrsta umfari
millum B68 og ÍF, og í kvøld klokkan
18 er aftur ein, tá Víkingur í Sarpu
gerði tekur ímóti NSÍ.
Víkingur hungrar eftir at vinna
og man kenna eitt sindur av trýsti á
sínum herðum, tí liðið tapti fyri EB/
Streymi í fyrsta umfari, og hinvegin
vilja teir í NSÍ halda fast við góðu
byrjanina við sigri á HB. Hetta er
ein av teimum dystunum, har alt
kann henda, so hesin má metast
sum púra opin.
Tað var ikki gamalt at siga tað
sama um dystirnar, tá HB á heima
vølli spælir ímóti vága monnum,
men hóast HB er favorittur í morgin
ímóti 07 Vestur, sum heima tapti
fyri B36, er hetta eisini ein rímiliga
opin dystur. Bæði liðini taptu í
fyrsta umfari og vilja tí hava stig
hesa ferð. HB vil hava øll trý, men
teir í 07 Vestur eru kanska nøgdir
við eitt, heldur enn einki.
B36 stórfavorittur
Hinir tríggir dystirnir eru allir
sunnu dagin, og tann millum ÍF og
EB/Streym er tann einasti hetta
umfarið, sum er millum tvey lið, ið
bæði vunnu fyri viku síðani. ÍF fekk
í vindinum á Svangaskarði koppað
B68, og EB/Streymur vann heima á
Víkingi. Nú er ÍF á heimavølli og EB/
Streymur á útivølli, og hava báðir
partar tað mesta av fólkinum tókt,
kann alt henda í hesum dystinum.
B36 er uttan iva allarstørsti favo
ritturin hesa ferð, tí árstalsfelagið
tekur í Gundadali ímóti B71, sum
sanniliga ikki fekk nakra ynski
byrjan, tá liðið ímóti KÍ fyrst fekk
ein mann útvístan og so ein aftrat.
B36 vann á útivølli á 07 Vestur, tá
vælskipaða verjuspælið trekti tenn
irnar úr mótstøðuni, men hesa ferð
skal B36 vísa, at liðið á heima vølli er
ført fyri at skapa dystin.
Fimti dysturin er helst fyrsta
veruliga avbjóðingin hjá KÍ í ár,
tí eftir tveir heldur lættar dystir í
steypa og landskappingini, er B68
mótstøðuliðið. Toftamenn, sum
hildu seg einki standa aftan fyri ÍF
mána kvøldið, men taptu, vilja nú
vísa sínar veruligu dygdir í betri
líkindum, samstundis sum KÍ vil
vísa, at liðið er komið uppaftur –
bæði so og so.
hilmarjan@sosialurin.fo
Fleiri opnir dystir
fótbóltur Nú
annað umfar í lands
kappingini er á
skránni, vilja summi
lið reisast og onnur
halda fast. Fyrsti
dysturin er longu í
kvøld í Sarpugerði
millum Víking og NSÍ
Hilmar Jan Hansen
Í kvøld klokkan 18 er ein 45
kilometra langur einkult start
ur á skránni frá Kollafirði
norður ímóti Ljósá, har súkkl
ar arnir venda og súkkla aftur
til Kollafjarðar. Og í morgin
klokkan 14 verður landa vegs
súkkling úr Havn og norður til
Hvalvíkar og Streymnesar, har
vent verður og súkklað aftur
til Havnar, har málið er við
Plantusøluna í Hoydølum.
Eftir kappingina í morgin
verður avgerð tikin um, hvørji
fimm mannfólk og trý konu
fólk sleppa við til Isle of Wight
í summar.
Tað er danskarin, Jacob
Agger Troelsen, sum saman við
Gunnari DahlOlsen stendur
fyri venjingini av før oysku
súkklarunum, sum hava vant,
verið til royndir og á venjingar
legu, so teir skulu vera so væl
fyri sum møguligt.
Súkklingin var ikki við á
Oyggjaleikunum í Álandi fyri
tveimum árum síðani, men á
Rhodos fyri fýra árum síðani
vann føroyska súkklulandsliðið
silvur í liðkappingini.
hilmarjan@sosialurin.fo
GrANNAuPPGErÐ
Fyrsti dysturin í øðrum umfari í landskappingini verður longu í
kvøld klokkan 18, tá Víkingur í Sarpugerði tekur ímóti NSÍ
Mynd: Álvur Haraldsen
Súkkla
um plássini
SúkkliNG Í kvøld og í morgin skulu
okkara bestu súkklarar kappast um
at sleppa við til Oyggjaleikirnar á
Isle of Wight, har fimm mannfólk
og trý konufólk sleppa við
SVANGir SúkklArAr
Súkklingin var ikki við á Oyggjaleikunum í Álandi
fyri tveimum árum síðani, so føroysku súkklararnir
eru svangir eftir aftur at sleppa á royna seg
Mynd: Hilmar Jan Hansen
Føroyska 1. Deild kvinnur
nr. lið
dystir
vunni
javnt
tapt
+ mál - mál
+/-
stig
1 AB
2
2
0
0
9
2
+7
6
2 KÍ
2
2
0
0
5
1
+4
6
3 Skála
2
1
0
1
1
4
-3
3
4 HB
2
0
1
1
1
2
-1
1
5 B36
2
0
1
1
1
4
-3
1
6 Víkingur
2
0
0
2
3
7
-4
0
nr. lið
dystir
vunni
javnt
tapt
+ mál - mál
+/-
stig
1 KÍ
1
1
0
0
6
0
+6
3
2 B36
1
1
0
0
3
0
+3
3
3 ÍF
1
1
0
0
4
3
+1
3
4 NSÍ
1
1
0
0
2
1
+1
3
5 EB/Streymur
1
1
0
0
2
1
+1
3
6 B68
1
0
0
1
3
4
-1
0
7 Víkingur
1
0
0
1
1
2
-1
0
8 HB
1
0
0
1
1
2
-1
0
9 07 Vestur
1
0
0
1
0
3
-3
0
10 B71
1
0
0
1
0
6
-6
0
Føroyska Vodafonedeildin
Hilmar Jan Hansen
Higartil hevur stóra felagstiltakið hjá
teimum trimum ítróttargreinunum
roynst so væl, at tað tykist vera ein
sjálvfylgja, at tað verður endurtikið.
Badminton og borðtennis byrjaðu
tað í 2006, og árið eftir kom judo
uppí. Fyrstu árini var stóri FM
finaludagurin í Badmintonhøllini
í Havn, men í ár er tað annað árið
á rað, at ítróttarhøllin á Hálsi hýsir
tiltakinum, sum tey rópa Nema
FM.
Lagt verður til brots longu
klokk an 9.30 í morgin, og síðani
verð ur hildið fram ígjøgnum allan
dagin, tí ikki færri enn 16 finalur
eru á skránni. Sjónvarpið hjá Kring
varp inum sendir beinleiðis seinna
partin, og um kvøldið verður so
galla veitsla, har tey bestu í bad
minton, borðtennis og judo verða
heiðrað við herðaklappi.
Nógv verður gjørt burturúr um
støðunum kring kappingarnar, so
bæði tey íðkandi og áskoðarar fáa
eina ógloymandi heildaruppliving,
samstundis sum tey, ið varða av
einari av ítróttargreinunum, óivað
eftir loknu finalurnar vita munandi
meira um hinar báðar greinarnar.
hilmarjan@sosialurin.fo
Stóri finalu
dagurin
fM-fiNAlur Dagurin í morgin er tann heilt stóri dagurin á
árinum hjá okkara fremstu íðkarum í badminton, borðtennis
og judo, sum aftur í ár eru saman um sínar FMfinalur