Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-04-15, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. apríl 2011síða 23

‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Fríggjadagur 15. apríl 2011 · Nr. 45 Sosialurin Ítróttur Hilmar Jan Hansen Síðstu sjey árini hava klaks víks­ kvinnur veruliga sitið á trúnuni í føroyskum kvinnuhondbólti, tí Stjørnan hevur hetta tíðarskeiðið vunnið meistaraheitið fimm ferðir og steypakappingina seks ferðir. Eisini hevur Stjørnan mestsum verið partur í øllum finalum, sum yvir høvur hava verið hesi árini, so tí hava spælararnir hjá Stjørnuni roynt alt tað, sum vert er at royna. Tað hava spælararnir hjá Neist­ anum ikki, men hinvegin hevur Neistin sum felag gjøgnum árini vunnið ikki færri enn 36 meistara­ heiti og 11 steypakappingar, ið eru hagtøl, einki av hinum feløgunum kann kappast við í søguligum høpi. Síðsta meistaraheitið hjá Neist­ anum finst tó afturi í 1997, men síðsta vunna steypakappingin er eitt sindur nýggjari, frá 2006. Tó skulu vit ikki longur aftur enn til 2008, tá júst Stjørnan og Neistin máttu út í tríggjar steypafinalur, tí Neistin heldur óvæntað vann ta fyrstu, men Stjørnan so tók hinar báðar og føroyameistaraheitið. Kunnu gerast tríggjar Sunnudagin fæst kanska ein ábend ing um, um FM­finalurnar hesa ferð skulu minna um tær í 2008, so Neistin byrjar við einum sigri, ella um Stjørnan verður liðið, sum leggur betur út. Eftir teimum úrslitum at døma, ið hava verið síðstu tíðina, hevur Stjørnan ikki rætt iliga havt tað góða, gamla flogið, meðan Neistin bara hevur tikið seg meira fram dyst fyri dyst. Í Sunset­kappingini hava úrs­ litini í teimum fýra innanhýsis dyst unum lagað seg soleiðis, at Stjørnan hevur vunnið sínar báðar heima dystir og Neistin sínar. Á veg num hava liðini stríðst við eitt triðja oddalið, Tjaldur, sum streyk avstað við steypasigrinum, men ikki rakk á mál í landskappingini, men har hava bæði Stjørnan og Neistin staðið seg betur innanhýsis og vóru at enda uppløgdu finalistarnir. Nógv kundi bent á, at spennandi støðan frá 2008 kann endurtaka seg, so liðini vinna hvør sína av teimum báðum fyrru finalunum, og at tað tí verður ein triðja finala, ið skal avgera alt. hilmarjan@sosialurin.fo Hilmar Jan Hansen Í allan vetur hevur Atlantic Air­ ways­kappingin koyrt í tveimum, tí tað hevur verið Neistin og so restin. Av teimum næstbestu hava kollfirðingar tað mesta av tíð ini verið teir bestu, og tí er tað eisini KÍF, sum fult uppiborið stendur hinumegin á vøllinum, nú Neistin langt um leingi spælir FM­final­ urnar, liðið fyri fleiri mánaðum síðani vann sær rættin til. Stigatalvan í Atlantic Airways­ kappingini fortelur eisini eitt sind­ ur um, hvussu suverenir teir bláu hava verið, tí tá øll liðini høvdu spælt sínar 24 dystir, var Neistin við sínum 43 stigum heili 13 stig framman fyri KÍF. Tá skal so eisini havast í huga, at Neistin ímóti endanum hevur sjuskað eitt sindur og tapt fyri bæði hoyvíkingum og strandingum. Spurningurin er so, um tey bæði tapini kunnu hava verið eitt slag av vekjaraklokkum hjá Neista­ monnum, ið ikki hava spælt nakran dyst av veruligum týdningi síðani steypafinaluna, ið var ímóti KÍF, sum forrestin eisini hevur tapt tveir dystir í síðstuni, tá finaluplássið longu var tryggjað. Kjansurin hjá KÍF Allar fýra ferðirnar, Neistin og KÍF hava hitst í landskappingini í vetur, hevur Neistin staðið eftir sum vinnari. Og eisini í steypafinaluni í februar, tá liðini møttust, var Neistin drúgvari og vann, umframt at Neistin fekk steypið til ognar, tí hetta var triði finalusigurin á rað. Neistin var meistari í bæði 2008 og 2010, men í 2009 var liðið ikki í finaluni, tá H71 vann føroya­ meistara heitið. Hinvegin hevur KÍF ongantíð fyrr verið í finaluni, so í allar mátar er støðan spildurnýggj hjá kollfirðingum. Sjálvt um alt peikar á Neistan, so eru finalur altíð rættiliga opnar, og kjansurin hjá KÍF liggur heilt greitt í hesum fyrsta dystinum, sum verður á heimavølli í morgin. Koll firðingar kunnu saktans gera ein vørr, og megnar liðið at spæla soleiðis, at tríggir finaludystir mugu til, er bara tað í sjálvum sær eitt bragd. Hilmar Jan Hansen Bæði í Sunset­ og Atlantic Air­ ways­kappingini er galdandi, at tað í fyrsta umfari snýr seg um at vera best í tveimum dystum. Tað vil siga, at um annað finaluliðið vinnur ann­ an finaludystin og spælir hin javnan, verður tað meist ari. Men vinna liðini hinvegin hvør sín dyst, verður talan um eina triðju finalu, sum er avgerandi fyri, hvør verður meistari. Vinnarin í grundspælinum velur, hvar fyrsta finalan verður spæld, og í ár hava Stjørnan hjá kvinnunum og Neistin hjá monnunum bæði valt at byrja á útivølli ímóti ávikavist Neistanum og KÍF. hilmarjan@sosialurin.fo Sigur og javn­ leikur nóg mikið Neistin er favorittur Hondbóltur Hóast alt kann henda í einari finalu – eisini, um hon er yvir tveir ella tríggjar dystir – má Neistin liva við favorittstemplinum undan mans final­ unum ímóti KÍF VunnIÐ AllAr Mansliðið hjá Neistanum hevur spælt fýra landskappingardystir og steypafinalu ímóti KÍF, og Neistin hevur vunnið hvørja ferð. Nú fæst so at síggja, um KÍF megnar at broyta tað í FM-finalunum Mynd: Álvur Haraldsen Sunset-kappingin 17/04 15.00 Neistin - Stjørnan Atlantic Airways-kappingin 16/04 18.00 KÍF - Neistin Vodafonedeildin 15/04 18.00 Víkingur - NSÍ 16/04 15.00 HB - 07 Vestur 17/04 15.00 ÍF - EB/Streymur 17/04 15.00 B36 - B71 17/04 15.00 KÍ - B68 1. deild menn 16/04 15.00 Skála - AB 16/04 15.00 FC Suðuroy - HB II 16/04 15.00 07 Vestur II - EB/Str. II 16/04 15.00 NSÍ II-FC Hoyvík 16/04 15.00 Víkingur II-TB 1. deild kvinnur 17/04 13.00 AB-B36 17/04 13.00 Víkingur-Skála 17/04 18.30 KÍ-HB PÚrA oPIÐ Alt kann henda í finalunum hjá kvinnunum, so ikki er óhugsandi, at tað aftur – eins og í 2008 – verður neyðugt við trimum finalum, áðrenn vit vita, hvør er føroyameistari, Stjørnan ella Neistin Mynd: Álvur Haraldsen Dystir um vikuskiftið: Opið hjá kvinnunum Hondbóltur Royndirnar síðstu árini tala fyri Stjørnuni, men góða gongdin hetta kappingarárið kann geva Neistanum tað, sum skal til. Í kvinnufinalunum kann alt henda