fríggjadagur 15. apríl 2011síða 2
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 45 · 15. apríl 2011
2
VIKUSKIFTI
Tónleikur
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Í 2003 sungu ein føroysk og ein íslendsk
barnastjøna eina duett. Still Friends
kallaðist sangurin, sum Brandur Enni
og Jóhanna Guðrun spældu inn. Tey
høvdu eisini framførslur í Føroyum og
í Íslandi.
Johann Guðrun upplivdi í sambandi
við framførlsurnar, at í Føroyum var
munandi meira lív í til hennara fram
førslur.
– Tað var stórur munur á at syngja
í Føroyum og Íslandi. Í Íslandi eru fólk
reserverað, og tey klappa spakuliga. Í
Føroyum vóru børnini nógv lívligari,
og øll vildu toga í meg. Tað var stuttligt,
sigur Jóhanna Guðrun.
Syngur kring Europa
Jóhanna Guðrun er nú 20 ára gomul
og framvegis nógv frammi sum song
kvinna. Í 2009 var hon nummar 2 í
al tjóða Eurovision kappingini, og tað
hevði við sær, at hon varð nógv um
biðin til framførslur kring Europa.
Jóhanna Guðrun var eisini við í Euro
vision í Íslandi í ár, men hon vann ikki
kappingina hesaferð.
Jóhanna Guðrun arbeiðir nú við
nýggjari útgávu, og umframt at virka
sum sangari, undirvísur hon eisini fólki
í sangi.
– Eg havi bæði vaksin fólk og børn,
sum fáa undirvísing í sangi frá mær.
Eg havi sjálv sungið, síðani eg var
smá genta, og eg havi eisini tikið skeið
í sangi, so eg fái lært frá mær, sigur
hon.
30 ár
eru nóg
mikið
redaktørur: Eyðun Klakstein
Útgevari: Sosialurin, www.sosialurin.fo
umbróting: Sosialurin · Høvuðssniðgevi: Pætur Eyðunsson Jensen
Forsíðumynd: Petur Pólson / Eyðun Klakstein
2 Klumma: 30 ár eru nóg mikið
4 IntErvIEw: Petur Pólson
8 tIPS: Hvítt til summarið
10 myndafráSøgn: Hjá djóralæknanum
12 tIl arbEIðIS: jóna Petra ebbadóttir
14 Í rangaStrúPan: Ymiskt úr miðlunum
14 umafturafturum: Høgni djurHuus
15 90 SEKund: ingolf olsen
18 IntErvIEw: jákuP veYHe
20 grEInarøð: list í almenna rúminum
26 KaPPIngar: vinn góðar vinningar
28 mIðlamJarr: tað siga teY á facebook og í miðlunum
31 tað hEndIr: konsertir, tiltøk, bøkur og annað
32 vIKumyndIn: jaPan
INNIHALD
klumman
Birgir Waag
Høgnesen
ÍsLENDsKA songkvinnan JóHANNA GuðruN var
barnastjørna í Føroyum og upplivdi muNIN millum
ÍsLENDsK og føroysk børN á konsertum í Føroyum
føroysku børnini
togaðu í meg
Jóhanna Guðrun gjørdist kend kring Europa, tá ið hon gjørdist nummar tvey í Eurovision sangkappingini i 2009
Tað byrjaði í Tunis, har presidenturin Zine el
Abidine Ben Ali bara hevði sitið í 23 ár.
Í Egyptalandi mótmælatu fólk, tí tey eru
troytt av Mubarak eftir 30 ár í sessinum; har
eru 30 ár nóg mikið, og tí skuldi hann frá.
Í Jemen hevur Ali Abdullah Saleh sitið í
meir enn 30 ár, og fólkið er fara út á gøturnar
at gera uppreistur, so hann eisini verður
frákoyrdur.
Her heima fór Óli Jacobsen frá eftir 30 ár
í Fiskimannafelagnum, um ikki sjálvur, so
kann man siga, at hann bleiv »vippaður« út
við manér.
Herfyri fór Anfinn Kallsberg frá eftir 30
ár. Um tað var ein innanhysis uppreistur
ella eftir egnum ynski, tað vita vit ikki, men
nú kann so ongin mótmælisgonga fáa hann
burtur.
Ingeborg Vinther ynskir ikki nakra mót
mælisgongu, tí hon er farin frá eftir egnum
ynski eftir 30 ár sum formaður í Føroya
Arbeiðarafelag.
Um Óli Breckmann er bangin fyri
mótmælisgongum er ikki gott at vita, men
herfyri segði hann við Sosialin, at hann
um hugsar at fara úr tingsessinum eftir 30 ár.
Møguliga sær Óli fyri sær, at fólk fara at fylla
Vaglið, har tey krevja hann frá.
Tað sær út til, at 30 ár er tað magiska
talið, har fólk vilja hava politikarar og
fagfelagsfólk frá valdinum.
Hvat við Jóannes, Hergeir, Heina O.
Heinesen og Edmund – leggja teir frá
sær, áðrenn teir hava sitið 30 ár í politiki?
Jóannes hevur gjørt støðuna upp, men Heini
treiskast...
Enn skoytar Heðin Mortensen víðari,
hóast hann hevur verið meir enn 39 ár í
politikki.
Skuldi tað hent, at fólk fáa hug at mót
mæla, fyri at fáa Heðin frá, so kemur tað væl
við, tí einki er so gott fyri Heðin, sum at tað
kemur fokus á hann.