Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-04-15, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. apríl 2011síða 28

‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 45 · 15. apríl 2011 28 Miðlamjarr Tað er ein synd at vera troyttur Kate Moss um arbeiðið í mótaheiminum Kvinnan er mest avmyndaða evnið í listasøguni – nógv meira enn tjóðarhetjur, sum onkursvegna allar eru menn. Kim Simonsen, mag. art, um list (Dimma) Um onkur reypar á Facebook, er so talan um FACE-reyp? Maður, 43 ár lagt til rættis: Eyðun Klakstein Visti ikki av, at so nógv festlig, kreativt, fjálgt og lívgandi kundi pakkast niður í eitt Zareptavikuskifti. Eg eri hervið officelt Ebenezer- fjeppari. Kvinna, 40 ár Nú er nátt og um eina løtu doyggi eg og spurningurin er hvørju megin eg vakni í morgin, í tí formleysa landi sum andi, ella til ein heilt vanligan mánadag. Bæði eru líka góð. Hetta má vera tað filosofiin kallar dagliga deyðan. Maður, 53 ár Fyrsta reality sendingin í Føroyum nevndist Tórshavn Radio. Maður, 45 ár Nú er eitt gylt høvi at byggja okkara Skeiva Torn í Pisa ella Operahús í Sydney. Løgtingsmaðurin Jóannes Eidesgaard um Saltsilo-projektið (Sosialurin) Ein vindmylla í Føroyum gevur 1,8 ferðir so nógva orku sum ein mylla aðrastaðni. Kári Mortensen um grøna orku í Føroyum (Sosialurin) Eigarin segði við meg, at eg skuldi ikki halda meg vera nakað. So svaraði eg, at tað var ikki nakað, eg helt, men nakað, eg vitsti. Presturin Johannes Møllehave fortelur um pínligan atburð á hotelli, har hann gjørdist fullur (Ekstrablaðið) Yvirbjóðingin av spælarum má steðgast, tí hon koyrir feløgini út í fíggjarligt óført. FSF-forsetin Christian Andreasen mælir til at seta fótbóltsmarknaðarkreftirnar úr gildi (Fótfimi)