fríggjadagur 15. apríl 2011síða 14
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 45 · 15. apríl 2011
14
VIKUSKIFTI
Tá eg gekk í Nonnuskúlanum í
myrkastu miðøldini, fingu vit at
vita, soleiðis, at tað kundi á ong
an hátt misfatast, at tann, sum
vágaði sær at broyta eitt einasta
orð av Guds orðum, var glatað/ur
í allar ævir í gráti og tannagrísli í
minst sjey ævinleikar.
Verri hóttan kundi tú ikki geva
einum góðtrúnum og naivum
barni. Men soleiðis var katólska
námsfrøðin tá og er ivaleyst enn.
Hetta er meira enn hálv øld
síðani, men hóttanin situr í mær
enn. So nógv, at eg hvakk við,
græt og gríslaði tenn, tá eg las, at
nú skal ævigi sannleikin umsetast
av nýggjum til føroyskt. Men tað
var ikki júst søgan tann svarta
dag. Søgan var og er, at eingin
kvinna er biðin. Jú, kanska til
rættlestur. Rættlestur, rættlestur,
bølaniða, dupultur grátur og
dupult tannagrísl.
Eina ferð skilti Gud ikki
føroyskt, segði fanin danin. Hann
hevur ongantíð skilt kvinnuna.
Hann, sigi eg, tí sum skilið er
í verðini, er eingin ivi um, at Gud
er ein maður, hóast tær í reyðum
hosum í Danmark fóru at kalla
hann Gudrun fyri 40 árum síðani
ella søgdu so hart, at øll hoyrdu:
tað er ikki hennara vilji. Gud, nei,
hon vil ikki, at menn ráða.
Nei, tíverri er Gud ikki ein
kvinna. So var annað skil. Men
tað fáa vit so einki gjørt við.
Teir, sum uppfunna Gud og
eiga patentið, góðtaka ikki eitt
kynsskifti.
Um Veðurgud vil.
Nørdar eru, sum hava biðið
Smyril Line siga sær fá, tá útlit
eru fyri einari illveðursferð. Hesir
nørdar savna tær upplivingar,
sum tað er at vera um borð á
einum ferðamannaskipi í ódn og
ringum sjógvi.
Nú føroyska ferðavinnan
framvegis er har, sum hon altíð
hevur verið, er ein møgulig
ferðafólkafella at selja veðrið í
Føroyum.
Nørdar eru eisini, sum vilja
vitja øll heimsins lond, har veðrið
altíð er ringt. Vit kunnu til dømis
selja vindin í Føroyum. 20 metrar
um sekundið fyri 2000 kr. um
dagin, 25 metrar fyri 2500 kr.
og so framvegis. Tá vindferðin
ongantíð fer niður um 15 metrar
um sekundið, er hetta ein funnin
veðurhani, nú ferðavinnan ikki
kann finna nakað annað eftir at
hava leitað so leingi í bølamyrkri.
Ivaleyst eru
meteorologinørdar har úti,
sum vilja gjalda nógv fyri at
upplíva illveður, eisini eftir
handan stuttliga dagin, sum eitur
summarmáli.
Luftholini yvir Sørvágsfirði
kunnu eisini seljast í metramáli,
1000 krónur fyri meturin. Um
Veðurgud vil.
Nú vit eru uppi har, so
eru longu halarnir í nógvum
floghavnum fluttir. Teir eru
fluttir frá check in til baggage
drop. Ikki ber til at skriva seg
inn við eina skivu sum fyrr. Tað
skal gerast í einari maskinu, sum
krevur størri tøkniligan førleika
enn mín og nervar av øðrum
málmi enn mínar eru gjørdar úr.
Hví hetta er broytt, veit eg ikki.
Eg tími heldur ikki at spyrja. Men
halin er fluttur. Fyrr skuldi tú
bíða eftir at sleppa at skriva teg
inn og sleppa av við kuffertið í
senn. Nú skalt tú bíða líka leingi
fyri at sleppa av við kuffertið.
Spyr ikki meg.
Men várið er. Týsdagin sá eg
bæði smálomb og gásarungar.
Nú bíði eg eftir dunnuungunum.
Tað gera likkurnar tíverri eisini.
Tær hava longu sett seg á
strategiskum steinum við ánna.
Gott tol hava tær, betri enn ketta.
Páskaliljan er ein hugtakandi
blóma. Hon kennir álmanakkan.
Hóast páskirnar í ár eru nógv
seinni enn tær plaga at vera, eru
páskaliljurnar ikki følnaðar. Tær
bíða so penar og afturlatnar eftir
hátíðini. Men páskaeggini eru
helst stropað nú.
Kvinnur, verið glaðar fyri, at
tit ikki verða bidnar til at umseta
tóm orð. Og hann, hann rísur.
Meteorologinørdar
UmaftUrafturuM
høgni djurhuus
Finala nummar 56?
Caroline Wozniacki skal
nú møta Elena Vesnina í
finaluni, sum er nummar 56
á heimsstyrkislistanum
Portal.fo
Nýggjur Disney-figurur
sum nakað heilt serligt
koma disneyfigurarnir
Mickey og Minnie Mouse,
Fedemule og Pluto á vitjan
portal.fo
Neyvan í einstaklingakapping
Liðið hjá Boga vann
FM í bridge fyri lið
Kringvarp.fo
Hvat?
trupul¬leikin er so mikið
stórur, at nú er avgjørt hava
gjørt ímillum løgregl¬una
og dátueftirlitið
Sosialurin
Langan kaðal
Breiðband til havs
Sosialurin
Seglloftinum ella?
Framsýning: Annika
á Lofti á Tvøroyri
Kringvarp.fo
Hvat er tað millum vinir
Brúktu bara 10
milliónir ov nógv
portal.fo
Ring eftir læknanum!
hann hevur ein mann
í rygginum
Suni Merkistein undir fótbóltsfrásøgn
Hon kann alt!
Wozniacki er flúgvandi
Dimma
Upp og niður í hálvan tíma
TB koppaði øllum á høvdið
í ein hálvan tíma
Portal.fo
Ruddið forsíðuna
Føroyingar í Odense
Portal.fo
ranga
í
strúpan
Nýtt fótbóltsfelag
sosialurin avdúkaði í farnu viku, at eitt nýtt fótbóltsfelag ger um seg í Føroyum. Tað
er felagið Kyndil, sum annars er kent frá hondbóltinum. sambært greinaheitinum í
sosialinum, er Kyndil nú farið at skava sær stig saman í fótbóltskappingini. um teir
framvegis kasta bóltarnar, ella um teir veruliga sparka, sigur søgan einki um.
Slepp!
ja, tað kann væl verða at, at hesin amerikanski
fótbóltsspælarin verður steðgaður, men um eina
lítla løtu fær hann eitt ordiligt yvirraskilsi.
Maðurin og vaskiklæði
Ein maður, sum sendi skitin klæði hjá sær á eitt vaskarí, setti ein pappírslepa á
skjúrtuflippuna, har hann skrivaði “brúka meira sápu her”. Tá hann fekk klæðini aftur,
var ein pappírslepi í nývaskaðu undirbuksunum. har stóð “brúka meira pappír her”.
Gávan
- Konan segði við meg, at hon skuldi
ikki hava nakra føðingardagsgávu
í ár, men hon helt, at vit heldur
skuldu gera okkurt annað saman.
- gjørdu so tit tað?
- ja, vit skeldaðust um, hví eg ikki hevði
keypt henni nakra føðingardagsgávu.