fríggjadagur 15. apríl 2011síða 31
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 45 · 15. apríl 2011
31
VIKUSKIFTI
Tað hendir ...
lagT TIl ræTTIs: Eyðun Klakstein
Steypabrak
í Onglandi
Um vikuskiftið skulu finalistarnir í góðu, gomlu
Fa Cup steypakappingini finnast. Sunnudagin
hittast bolton og Stoke í seinnu hálvfinaluni,
men enn meira fokus verður á fyrru hálvfinaluna
leygardagin. tá hittast grannarnir í Manchester,
United og City. Semifinalurnar í Fa Cup verða
spældar á Wembley, og bert ein dystur verður
spældur.
Manchester city-Manchester United
Fa Cup hálvfinala
leygardagin 16/4 kl. 17.15
SOSiala netverkið
Filmurin the Social network er søgan um
Facebook, sum flestu okkara kenna og brúka.
david Fincher hevur gjørt filmin, sum hugtakandi
og hugvekjandi. víst verður, hvussu Facebook varð
skapt, og hvussu stríðið um rættindini til sosiala
netverkið var. Facebook hevur skapt nógv nýggj
vinarløg, men Facebook kostaði vinarlagið millum
menninar, sum skaptu tað.
the social network
dvd ella blu-ray
kOngalig
Myndabók
29. apríl skulu William prinsur og Kate
giftast, og tað verður størsta kongaliga
hendingin í Bretlandi, síðani foreldur
William, Charles og Diana, giftust. Alison
Jackson hevur gjørt ein stuttliga bók
um sambandið millum Kate og William.
Myndabókin gevur okkum eitt innlit í
kongaliga kærleikan millum tey bæði.
Myndirnar vísa barndómsmyndir av teimum
báðum, og annars verður lesarin leiddur
heilt fram til brúdleypið, sum nú skal verða.
alison Jackson
A Right Royal Fairy Tale
Quadrille Publishing
dUran dUran
dUga FraMvegiS
Poppdreingirnir úr Birmingham, sum vóru
tað stóra í 80’unum, eru framvegis virknir
við útgávum og konsertum. Og teir duga.
Nýggja fløgan hjá Duran Duran, All You
Need Is Now, hevur fingið góð ummæli,
og sagt verður um bólkin, at hann dugir at
endurskapa seg sjálvan og koma víðari við
sínum tónleiki. Samstundis eru eisini onkur
ekkó frá farnum døgum á hesi útgávuni.
dUran dUran
All You Need Is Now
Móti Og MOdellir
leygarkvøldið bjóðar rás2 enn eina hvonn live sending. hetta er sending við práti,
undirhaldi og live-tónleiki, sum rás2 sendir beinleiðis av hvonn í havn. hesaferð er
móti og mótaheimurin evnið. kenda modellið Oliver bjerrehuus og føroska unnusta
hansara, gunnvør dalsgaard vitja sendingina, og eisini verður tosað við føroyskar
modellir, mótaskaparar og onnur. lena anderssen stendur fyri live-tónleikinum.
hvonn live
rás2
leygarkvøldið 16/4 kl. 20
papageykUr á Ferð
rio er ein 3d animeraður filmur, sum tey, ið framleiddu ice age filmarnar, hava gjørt. Filmurin
gongur fyri seg í rio de Janeiro og í brasilska regnskóginum. Søgan er um papageykin blu,
sum býr í USa, men sum fer til brasil at leita eftir seinasta papageykinum, sum er av hansara
art. tað er ein hon-papageykur, og so er sjálvsagt kærleiki í luftini.
rio
biograffilmur
Frá hósdegnum 14/4