Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-04-18, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. apríl 2011síða 2

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 18. apríl 2011 · Nr. 46 mánadagsblaðið Oddagrein Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Dagsins redaktørur: Eyðun Klakstein Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Í síðstu viku segði Aksel V. Jo hanne­ sen, fíggjarmálaráðharri, seg vilja taka av ognarskattin á bilar, sum Sjúrður Skaale kallar tað í einum av sínum viðkomandi fyrispurningum til landsstýrismannin. Rætt hevur Sjúrð ur Skaale í tí, at sokallaði veg skatturin einki annað er enn ognar skattur á tey, sum eiga bilar, og rætt hevur Aksel V. Johannesen í tí, at rættari hevði verið at tikið av hendan ognarskattin og lagt gjaldið oman á brennievnið. Tá verða tað tey, sum brúka og slíta vegirnar, sum gjalda, sum landsstýrismaðurin so væl sigur. Og hvat er meira nátúr­ ligt, enn tað? Sjúrður Skaale førir fram, at tað er sera ymist, hvussu nógv rindast skal fyri vektgjald, alt eftir stødd, slag av bili, og, ikki minst, hvat fyri slag av brennievni, ið nýtt verður. Her kann so leggjast afturat, at meðan Javnaðarflokkurin hevur sit ið við valdið, hevur landsstýrið sjey­ ella áttafaldað »ognarskattin« á við festis vognar ­ sum als ikki nýta brennievni ­ tí »gjaldið var alt ov lágt«, vildu tey vera við. Har við hevur Javnaðar flokkurin so stað­ fest, at hann gongur inn fyri høgum ognarskatti á bæði bilar og við festis­ vognar, sum valla slíta nógvar vegir. Men soleiðis er tað so mangan. Eitt gjald verður ásett til tess at fíggja eitt ávíst virksemi, og so verð ur skrúvan uttan enda brúkt, til vit brádliga sita við einum stór­ um gjaldi, sum ikki er annað enn ognarskattur. Miðskeiðis í áttatiárunum var neyð ugt hjá Løgtinginum at sam­ tykkja nakrar inntøkurlógir, tí pengar vantaðu í landskassanum. Tá varð eitt oljuavgjald uppfunnið. Hetta skuldi bara vera fyribils – og tað var so rættvíst, tí øll skuldu gjalda tað sama, 75 oyru fyri liturin í eina tíð, men gakk. Gjaldið stendur við enn – og nú hava okkara politik­ arar umdoypt tað til eitt »um­ hvørvisgjald«, hóast endamálið bara var at útvega lands kassanum fleiri pengar. Men hetta er gongdin í før oysk­ um politikki. Sjáldan er talan um gjøg num hugsaðar loysnir – ella breið ar semjur millum flokkar, at »so leiðis vilja vit gera«. Heldur verða nakrar ad hoc loysnir funnar, og so verður bara hildið fast við tær – og skrúvan uttan enda misbrúkt. Viðvíkjandi vegskattinum, so kundi hann bara verið avtikin. Eing­ in orsøk er til at hava ognar skatt, tá vit ikki vilja hava ognar skatt, tá Løg­ tingið heldur ikki torir at kalla tað ognarskatt, og tá skipanin sambært lands stýris manninum er alt ov dýr. Nú kundu politikarar gjørt sum við oljuavgjaldinum á sinni, álagt eitt umhvørvisgjald ella ein um hvørvis­ skatt á bensin og diesel. Soleiðis var tað tann, sum brúkti, sum betalti ­ eisini útlendingar! So her er eitt upplagt mál hjá Aksel V. Johannesen at broyta. Akstovan sleppur undan miklum stríði, og brúkarin sleppur undan ognarskatti. Tann, sum brúkar vegirnar, rindar, og tann, sum brúkar vegirnar meira ­ ella slítur teir meira við tyngri akførum, rindar uppaftur meira. Og lands kassin fær tað sama inn. Skrúvan uttan enda verður alt ov ofta misbrúk Í seinastu viku fingu Hans Ravnsfjall og tey vitjan av einum bláum gullsmiði í nýbygdu húsum teirra í Ovaru Sørpum í Sandavági. Sjáldsami gesturin kom inn við klæðunum, sum tikin vórðu av snorinum. Summarfuglurin var uml eið átta sentimetrar úr høvdu í haga. Mikudagin lendi sama slag summarfuglur um­ borð á bátinum hjá Lúkku og Børn Paturssin, tá ið tey vóru á veg úr Koltri til Kirkjubøar, skrivar faroe­ nature.net Hetta slagið av gullsmiði stavar upprunaliga úr Afrika og Asia og er kent fyri at ferðast til londini í Suður­ og millumeuropa. Hann er funnin ynglandi so langt norðaliga sum í Danmark. randi@sosialurin.fo Bláur gullsmiður á vitjan Ognarskatt á brEnniEvni Uppgávurnar hjá einum kommununuskrivara eru nú so mikið stórar og fjølbroyttar, at mett verður ikki, at heitið kommunuskrivari er eitt nóg sigandi starvsheitið longur. Hereftir skulu teir verða kommunustjórar. Í hesum sambandi broyta fleiri kommununur í hesum døgum starvsheitið hjá komm unuskrivarunum, so at teir hereftir verða nevndir komm unustjórar. Tað sama gjørdi Tvøroyrar Býráð á fundi týskvøldið. Annars varð upplýst á fundinum, at hóast starvs­ heitið nú verður komm­ unustjóri, eru løn og setanar­ viðurskiftini annars, púra óbroytt. Í einum løttum tóna var eisini staðiliga víst á, at hetta var ikki nakað, sum skrivarin hjá Tvøroyrar Kommunu hevði funnið uppá, tí hetta var komið úr erva, sum tikið varð til. Fínt skal tað vera! Mið­ náms skúlin meir fjøl­ broyttur? Bergtóra høgndóttir kjak á síðu 9 Vit runnu ikki undan ábyrgd jacoB vestergaard kjak á síðu 28 Í Bretlandi verður nógv gjørt burtur úr kongaliga brúd leypinum, sum er fyri framman. William prins ur skal giftast við Kate Middle­ ton. Kongaligir serfrøðingar í Bretlandi rokna við, at Kate kann blíva ein sera væl umtókt prinsessa. Hon kem ur úr einum lítlum bý, er uppvaksin í eini miðal­ klassafamilju og hevur tvey systkin. Men Kate skal eisini gjalda ein høgan prís fyri at liva sum prinsessa. Hon fer at verða einsom og kann bert hava heilt fáar vinir, sum hon kann líta á. ­ Hon fer inn í ein heim, har hon ikki kann líta á fólk, tí øll kunnu finna upp á at selja søgur um hana, sigur Jennie Bond, ser­ frøðingur í bretska kongshúsinum. Roknað verður við, at Kate fer at hava systur sín tætt at sær. Kate verður eis ini støð ugt sam­ an líkna við Diana prinsessu, sum var popu lerasti per sónur í bretska kongs húsin­ um í síni tíð. Prinsessan verður einslig Mynd: Hans Ravnsfjall Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo