mánadagur 18. apríl 2011síða 21
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mánadagur 18. apríl 2011 · Nr. 46
Sosialurin
Ítróttarblaðið
KÍ - HB 9-0 (5-0)
1-0: Maria K. Thomsen, 13.
2-0: Sofía Purkhús, 18.
3-0: Rannvá B. Andreasen, 20.
4-0: Maria K. Thomsen, 22.
5-0: Rannvá B. Andreasen, 39.
6-0: Rannvá B. Andreasen, 48.
7-0: Sofía Purkhús, 57.
8-0: Malena Josephsen, 70.
9-0: Maria K. Thomsen, 71.
Vík. - Skála 3-3 (1-1)
0-1: Solveig Frederiksberg, 3.
1-1: Anna H. Joensen, 24.
1-2: Fríðrún Danielsen, 76.
2-2: Laila Pætursdóttir, 79.
3-2: Heidi Sevdal, 89.
3-3: Birna T. Johannesen, 92.
Reytt kort: Kristinbjørg Frederiksberg, 85.
AB - B36 (útsettur)
Føroyska 1. Deild menn
nr. lið
dystir
vunni
javnt
tapt
+ mál - mál
+/-
stig
1 AB
2
2
0
0
11
3
+8
6
2 TB
2
2
0
0
9
2
+7
6
3 FC Suðuroy
2
2
0
0
8
1
+7
6
4 EB/Streymur II
2
2
0
0
6
0
+6
6
5 NSÍ II
2
1
0
1
4
4
0
3
6 HB II
2
1
0
1
4
5
-1
3
7 FC Hoyvík
2
0
0
2
3
9
-6
0
8 Víkingur II
2
0
0
2
0
6
-6
0
9 Skála
2
0
0
2
0
6
-6
0
10 07 Vestur II
2
0
0
2
3
12
-9
0
Hilmar Jan Hansen
Argjamenn máttu í fjør ta tungu
leið niður í næstbestu deildina eftir
tvey ár í Vodafonedeildini, men
alt bendir á, at teir vilja uppaftur
beinanvegin. Higartil hava teir so
gjørt sítt, tí teir hava vunnið báðar
dystirnar higartil, og leygardagin
var tað uppflytararnir av Skála,
sum stóð fyri skotum, tá AB var og
vitj aði.
AB vann dystin 2-0, við einum
máli í hvørjum hálvleiki. Fyrst
skoraði Milan Kuljic miðskeiðis
í fyrra hálvleiki, og mitt í seinna
hálvleiki setti Alex Mellemgaard
punktum við hornasparki, sum
hann sendi beinleiðis í málið. Ikki
júst nøkur ynskibyrjan hjá Skála,
ið enn eigur fyrsta stigið til góðar
í ár.
TB, sum eisini liggur framvið,
vann ein tryggan 3-0 sigur á teim-
um næstbestu hjá Víkingi. Ikki
so langt undan steðginum gjørdi
Hanus Mortensen sær dælt av, at
málverjin hjá Víkingi feilmetti eitt
hornaspark. Tað sama endurtók
seg, tá Tórur Mortensen 10 minuttir
inn í seinna hálvleik økti til 2-0 – við
hondini til hjálpar, vildu skálamenn
vera við. Og í yvirtíðini staðfesti
Rógvi Joensen sigurin.
Stórsigur í Vági
FC Suðuroy er triðja liðið, ið er væl
fyri á stigatalvuni og hevur møgu-
leika at flyta upp. Fyri aðru ferð
spældi liðið á heimavølli ímóti ein-
um av teimum næstbestu, og hesa
ferð fekk HB ein 5-0 ósigur við sær
norður um Suðuroyarfjørð.
Her var longu mestsum alt
avgjørt, tá hálvur tími var farin, tí tá
høvdu Poul N. Poulsen, nýggi David
Asare og Kári í Lágabø skotið hvør
sítt mál, so FC Suðuroy var á odda
3-0. Ikki fyrr enn ímóti endanum
fekk heimaliðið aftur hol á, tá Teitur
Tausen økti til 4-0, og fýra minuttir
fyri tíð staðfesti Poul N. Poulsen
sigurin við sínum næsta máli, tá
hann setti brotsspark í málið.
Umframt tey trý nevndu odda-
liðini – AB, TB og FC Suðuroy –
hevur eisini næstbesta liðið hjá
EB/Streymi seks stig. Hesa ferð
spældu sundalagsmenn á útivølli
í Sørvági ímóti 07 Vestur, og EB/
Streymur vann 3-0. Øll málini komu
fyri steðgin, tá Arnar Dam skoraði
tvær ferðir og Jónstein Magnussen
smoygdi eitt mál ímillum. Annars
var Pauli G. Hansen aftur at síggja
á vøllinum, og tað man bara vera
ein spurningur um tíð, til hann
hevur formin, so hann styrkir um
miðvøllin hjá besta liðnum hjá EB/
Streymi.
NSÍ fór við øllum
FC Hoyvík er eisini eitt av liðunum,
ið teoretiskt kann flyta upp, men
enn sær so einki út. Hesa ferð
vóru hoyvíkingar í Runavík, men
fingu einki við sær heimaftur, tí
NSÍ vann dystin 3-1. Runavíkingar
fingu ein spælara útvístan ímóti
endanum, men heldur ikki tað
gagnaði FC Hoyvík nakað, og enn
eiga hoyvíkingar síni fyrstu stig til
góðar.
Eddie Mikkelsen fekk eitt korter
inn í dystin víst, at veteranurin enn
finnur meskarnar, men 10 minuttir
fyri steðgin javnaði Sunnleif J.
Midjord fyri FC Hoyvík. Í seinna
hálvleiki komu tvey mál aftrat,
sum heimaliðið átti bæði, tá fyrst
Árni Frederiksberg skoraði næstan
beinanvegin, áðrenn Viggo Hansen
tíggju minuttir fyri dystarlok setti
punktum.
hilmarjan@sosialurin.fo
AB og Suðuroyggin koyra á
Fótbóltur Skulu vit trúgva gongdini eftir tey bæði fyrstu umførini, fer kappingin um
uppflyting at standa millum AB og tey bæði suðuroyarliðini, TB og FC Suðuroy
Hilmar Jan Hansen
Best sum fleiri mundu halda, at
kanska fóru fleiri lið at gera seg
galdandi í kappingini hjá kvinn-
unum, tí tekin høvdu verið um tað í
venj ingardystum og undankapping,
fann KÍ aftur tann góða formin frá
undanfarnum árum og setti eina
tjúkka striku undir sína favo ritt-
støðu.
HB-kvinnurnar, sum eru upp-
flytarar, vitjaðu í Klaksvík í gjár,
men máttu leggja rygg til ein veru-
ligan avsmurning, tá KÍ vann heili
9-0 eftir 5-0 í hálvleikinum. Og eftir
trý umfør eigur KÍ nú tríggjar teir
fremstu málskjúttarnar: Rannvá
B. Andreasen hevur skotið seks
mál og Maria K. Thomsen og Sofía
Purk hús trý í part.
Sjálvandi sigur hetta ikki alt um,
hvussu sterkt KÍ-liðið er, tí munur
eigur sjálvsagt at vera á einum liði,
sum hevur vunnið ellivu meistara-
heiti á rað, og so einum, sum akku-
rát aftur er komið upp millum tey
bestu. Men eingin ivi um, at KÍ
aftur hesa ferð sendir eitt signal,
hini liðini ikki skulu misskilja!
Skála í evstu løtu
Tey bæði liðini, ið skuldu verið fræg-
ast fyri at bjóðað KÍ og AB av, sum
endaðu á tveimum teimum ovastu
plássunum í fjør, spældu javnt 3-3,
tá Víkingur í Sarpugerði tók ímóti
Skála. Tá hesi bæði liðini undan
lands kappingini spældu finalu í
Víkings kappingini, vann Skála við
einum máli.
Tvær ferðir komu gestirnir av
Skála eisini á odda í dystinu, fyrst
1-0 og síðani 2-1, men Víkingur
megn aði báðar ferðir at koma aftur-
íaftur. Tá so Skála fekk spælara
útvístan stutt fyri tíð, tá støðan
enn var 2-2, og Heidi Sevdal í 89.
min utti legði Víking á odda 3-2, sá
dysturin avgjørdur út. Men Birna T.
Johannesen vildi tað øðrvísi, tí tveir
minuttir úti í yvirtíðini javnaði hon,
so Skála slapp avstað við einum
stigi.
Triði dysturin skuldi eftir ætlan
verið spældur á Argjum tíðliga
seinnapartin í gjár millum AB og
B36, men har var so mikið nógvur
vindur, at dómarin gjørdi av ikki at
seta dystin í gongd. Bólturin fekst
ikki at liggja stillur, so har var einki
at gera. Vindurin minkaði munandi
seinni um dagin, men nú hetta eru
grannalið, skuldi ligið fyri næstan
nær sum helst at fingið dystin av-
greiddan.
hilmarjan@sosialurin.fo
So kenna vit KÍ aftur
KvinnuFótbóltur Hóast fleiri kanska høvdu væntað
eina javnari og spennandi kvinnukapping í ár, vendi KÍ
um vikuskiftið øllum á høvdið við einum 9-0 sigri
Føroyska 1. Deild kvinnur
nr. lið
dystir
vunni
javnt
tapt
+ mál - mál
+/-
stig
1 KÍ
3
3
0
0
14
1
+13
9
2 AB
2
2
0
0
9
2
+7
6
3 Skála
3
1
1
1
4
7
-3
4
4 B36
2
0
1
1
1
4
-3
1
5 Víkingur
3
0
1
2
6
10
-4
1
6 HB
3
0
1
2
1
11
-10
1
uppaFtur
Argjamenn tykjast hava sett beina
kós aftur móti Vodafonedeildini
Mynd: Álvur Haraldsen