mánadagur 18. apríl 2011síða 31
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
31
Mánadagur 18. apríl 2011 · Nr. 46
Sosialurin
Diamantbrúdleyp
Mánadagin 18. apríl 2011 kunnu hjúnini Eyðgerð og Tummas
Bærentsen á Hellu í Kvívík hátíðarhalda 60 ára brúd
leypsdag. Dagurin verður hildin saman við børnunum.
Gullbrúdleyp
Langafríggjadag tann 22. apríl hava hjúnini Árni og
Kristina Joensen, Sørvági, gullbrúdleyp. Dagurin verður
hildin saman við familjuni hjá Anniku Joensen, Reynstún
23, Argir.
Silvurbrúdleyp
24. apríl hava hjúnini Fía & Petur í Túni, Toftir, silvur
brúdleyp. Vælkomst verður á Svangaskarði, leygardagin
30. apríl frá kl. 17.00 Hjartaliga vælkomin.
Fía & Petur
Brúdleyp
Mikudagin 27. apríl giftast í Bangkok Kanitsara Chawna
úr Thailandi og Ernst Magnussen av Nesi. Tey hava í
hesum sambandi postadressu á Nesvegi 67, 655 Nes el.
ernstmagnussen@gmail.com
Brúdleyp
Leygardagin 11.juni 2011 giftast Malan Ludvig, Tórshavn
og Dávur Brøðraberg, Tórshavn. Vígslan verður í
Vesturkirkjuni kl. 11, og nátturði verður í Sjóndeplinum í
Tórshavn frá kl. 19. Tey, ið ynskja at hátíðarhalda dagin
saman við okkum, verða biðin um at siga frá á tlf. 251008
(Malan) ella á tlf. 215060 (Dávur) innan 15.mai 2011.
Tøkkir & heilsanir
Brúdleyp
Leygardagin 30. apríl 2011 giftast Hanna Hanusardóttir
Hansen, Fuglafjørður og Ingi Elmelund Petersen, Tórs
havn. Vígsla og móttøka verður úti á skúlaheiminum við
Marknagilsvegin kl.09.00. Øll eru hjartaliga vælkomin.
Merkisdagar
80 ára føðingardagur
Skírishósdag 21. apríl verður Martha Poulsen, Tórs havn, 80
ár. Dag urin verður hildin í Starvs manna felagshølinum, J.
H. Schrødersgøta 9 millum kl 17 og 21, har øll eru hjarta liga
vælkomin
80 ára føðingardagur
Fríggjadagin 22. apríl fyllir Dana Hammer, Nes, 80 ár. Dagurin
verður hildin leygardagin 23. apríl í Missións húsinum Thabor
á Toftum frá kl. 12 17, øll eru hjartaliga vælkomin.
50 og 55 ára føðingardagar
Mariane Haraldsen og Fróði Ólason Olsen, Viðargøta 50,
Argir, fylla 50 og 55 ár. Føðingardagarnir vera hildnir í
Róðrarneystinum 14.5 kl 18. Tað hevði glett okkum at sæð
skyldfólk, vinir og kenningar. Vinarliga sigi frá á tlf. 311299
innan 1.5.11.
Túsund takk til øll tykkum, sum vóru við til at gera
hjúna bandsdag okkara,
1. mai 2010, ógloymandi fyri okkum. Takk fyri
heilsanir, gávur og hjálpsemi.
Serliga ynskja vit at takka tykkum, sum gjørdu løtuna
í kirkjuni so sera góða og veitsluna aftaná so væleydnaða
og hugnaliga. Við ynski um einar gleði ligar páskir!
Dania & Svein
Øllum tykkum, sum mintust til mín á ymsan hátt, tá ið eg var
fermdur tann 10 oktober í 2010, takki eg hjartaliga.
Eg og familja mín ynskja øllum, familju, vinum og kenningum,
einar gleðiligar páskir.
Bestu ynski
Sjúrður í Botni Bertholdsen, Vágur
Góði elskaði Aaron
Hjartaliga tillukku á 3 ára føðingardegnum. Jesuspápi signið
framtíð tína.
Omma og abbi á Láarvegnum