mikudagur 20. apríl 2011síða 8
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 20. apríl 2011 · Nr. 47
8
Sosialurin
Áki Bertholdsen
– Vit skulu ikki steðga á at
drepa grind fyri tað um út
lendsk mótstøðufólk koma
higar í summar í eini roynd
at forða okkum.
– Men vit skulu gera okk
ara ítarsta fyri at útinna okk
ara arbeiði í grind til lítar, so
at onki verður at finnast tað.
Tað heldur Signar Olsen,
grindaformaður í Hvalba.
Á
grindamannafundi
á Segl loftinum á Tvøroyri
mána kvøldið vórðu ymisk
viður skifti í sambandi við
grinda dráp ummrøddir.
Líknandi fundur var á
Oyrarbakka fyri tveimum
viku m síðani og í Sosialinum
fríggjadagin 8. apríl høvdu
vit drúgva umrøðu av dráps
hátti, avlívingartíð og tí
nýggja mønustingaranum.
Á grindamannafundinum
á Tvøroyri mánakvøldið vóru
somu evni til viðgerðar.
Men brádliga reisti ein
grindamaður
spurningin,
sum illa slepst undan í hesum
døgum: Hvat gera vit, skuldi
tað hent, at Sea Shepherd
kemur higar í summar.
Sum vit plaga
Tað er greitt, at uttan ríkis
ráðið og løgreglan hava eina
ætlan, sum ikki er almanna
kunn gjørd.
Men tað eru mong, sum
halda, at kring um í land
in um, ber eisini til at taka
onnur stig fyri at tryggja seg
best møguligt ímóti at verða
órógvað av um hvørvis stríðs
fólkum.
Tað eru summi, sum halda,
at vit rætt og slætt skulu taka
tað mest víðgongda stigið av
øllum og tað er at gevast at
drepa grind í summar ímeðan
umhvørvisfólkini eru her.
Men hetta sjónarmiðið
fær harða mótstøðu nógva
staðni.
Ein, sum avgjørt ikki tekur
undir við hesum sjónarmiði,
er Signar Olsen.
– Gevast vit at drepa
grind fyri tað at umhvørvis
felagsskapir
koma
higar,
er hetta tað sama sum at
við ganga, at vit gera nakað
skeivt, staðfestir hann.
Hann er sannførdur um,
at vit skulu halda fram at
drepa grind, akkurát, sum
vit plaga.
– Men vit eiga at leggja
doyðin á, at raksturin og
drápið eru so væl fyriskipað,
sum yvirhøvur gjørligt, so at
onki er at finnast at.
– Vit skulu eisini leggja
doyðin á at gera okkara ar
beiðið til lítar. Tað merkir,
at vit skulu verða siðiligir
í drápinum og vit skulu
ansa sera væl eftir, at vit
ikki ganga frá einum hvali,
fyrrenn vissa er fyri, at hann
er avlívaður.
– Ein hvalur, sum liggur
og brestist eru tær bestu
myndirnar, útlendsku mót
støðu fólkini kunnu fáa, sigur
hann.
Stinga høvdini saman
Signar Olsen sigur, at í næst
um verða allir grinda for
mann í Suðuroy kallaðir til
fundar at tosa um hesi viður
skiftini.
Sjálvur heldur hann, at
allir
grindaformenninir
í
oynni eiga at verða í hvørjum
einasta drápi, sama hvørja
hvalvág, talan er um.
– Er grind í Vági, eiga allir
grindaformenn í Suðuroy
at verða boðsendir í drápið.
Teir skulu so ganga fremstir í
drápinum at avlíva grindina,
men so skulu teir sjálvandi
hava aðrar menn afturat
sær, sum eisini duga at avlíva
hval.
Signar Olsen sigur, at
ganga vandir grindamenn
á odda, er tað ein stór trygd
fyri, at drápið gongur so
skjótt og ordiligt fyri seg,
sum gjørligt.
Henn heldur, at nú á døg
um er tað ein stór ábyrgd at
vera grindaformaður.
– Umheimurin hevur sett
kikaran á okkum og fylgir
við øllum, vit gera. Tí mugu
vit leggja dentin á at bera
okkum lýtaleyst at, so at
tey onki fáa at finnast at,
og grindaformenninir eiga
at ganga á odda sum góðar
fyrimyndir, leggur grinda
formaðurin í Hvalba afturat.
aki@sosialurin.fo
Grindaformenn
stinga høvdini saman
UMHVØRVISFELAGSSKAPIR Koma umhvørvisfólk higar í summar
at mótmæla grindadrápi, mugu vit fyri alt í verðini ikki lata okkum
provokera, heldur Signar Olsen, grindaformaður í Hvalba
3
TILTØK
Á fundum, sum grinda
menn hava havt sein
astu tíðina, eru ymisk
uppskot sett fram um,
hvussu grindarakstur
og grindadráp kunnu
skipast betur.
Samstundis
hava
upp skot
verið
um,
hvussu vit í mestan
mun kunnu sleppa und
an at verða órógvað av
umhvørvisfólki ella
bara av spentum og
for vitnum áskoðarum.
Signar Olsen sigur,
at hann tekur undir
við fleiri av hesum, til
tøkum.
Ein møguleiki, sum
varð nevndur á grinda
mannafundi í Havn, er,
at har tað ber til, eigur
vaktarskipið at koma
á fjørðin, har grind
verður hildin til.
Ætlanin er ikki, at
vaktarskipið skal taka
nøkur stig, men tað
er nóg mikið at tað
vís ir seg á fjørðinum
fyri at taka hugin frá
teimum, sum vilja okk
um ilt í sambandi við
grindadráp.
Ein annar møguleiki
er at krevja, at allir bát
ar, sum eru við í Grinda
drápi, skulu hava navn
og havnar merki.
– Hava teir tað, ber í
fyrstu atløgu til at forða
fyri, at óviðkomandi
bát ar blanda seg upp í
raksturin, heldur Sign
ar Olsen.
– Men í aðru atløgu
verður
eisini
nógv
lætt ari og einfaldari
at eyð merkja bátar,
sum ikki akta boð frá
grinda formonnum ella
sýslumanni so at tað
kann fáa avleiðingar
fyri teir.
Ein annar møguleiki
er, at tá ið grind er, skal
løgreglan spenna sín
eyð kenda
hvíta
og
reyða snór runt um
økið fyri at forða fyri,
at óvið kom andi koma
so nær, at tey órógva
grinda menn inar.
Signar Olsen sigur,
at tað er ein stórur
trupulleiki, at forvitnir
áskoðarar eru so nær,
at grindmenn fáa ikki
arbeitt.
– Sum ein grinda
mað ur tók til á fundi í
Havn: Viðhvørt slepst
ikki framat grindini
fyri
konufólki
við
barna vognum.
– Hetta eru viður
skifti, vit eiga at fáa
í
rættlag,
staðfestir
Sign ar Olsen.
GAnGA á oddA
Grindaformenn eiga at ganga á odda, bæði í drápi og sum fyrimyndir, sigur Signar Olsen, grindaformaður
í Hvalba, sum er situr mitt í myndini, á grindfundi á Tvøroyri mánakvøldið
Hent kunning
Fiskmálaráðið hevur eina heimasíðu á
enskum við nógvari kunning um grindadráp.
Á síðuni ber til at finna svar upp á nógv
av tí, útlendingar finnast at okkum fyri í
sambandi við grindadráp.
Heimasíðan er at finna á: www.whaling.fo
Onki
skal vera at
finnast at
Allir grindaformenn
í allari oynni skulu
boðsendast