Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-04-20, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. apríl 2011síða 10

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 20. apríl 2011 · Nr. 47 10 Sosialurin Kjak Sten S. Larsen Kringvarps­ gjald Undertegnet mener at det er forkert, at tvinge et kringvarpgjald over ho­ vedet på os, bare fordi vi har internet, og kan høre/ se KVF.Vi betaler i forvejen nok til landet. Hvorfor gør de bare ikke som andre, og det er at, hvis du nu vil lytte til eller se KVF, ja så kan du jo bare betale, via VISA kort o.l., for det du hører eller ser, så nemt er det. For mit vedkommende har jeg ikke anskaffet mig internet, for pludselig at få en ekstra regning fra KVF, og da jeg slet ikke hører eller ser KVF på nettet. Håber der er andre som er enige med mig. Erla Berghamar Bíblia fyri ung ella fyri reyðsokkar? Í útvarpssendingini “Álvara­ tos” hjá Kringvarpinum næst seinasta fríggjadag var eitt brot, sum skuldi við gera mótmælið hjá Javn støðu­ nevndini um, at bara menn sita í eini nevnd, sum er farin undir at fáa part av bíbliuni út á gerandismáli. Sendingin átti kanska held ur at itið “Komið og spill­ ið samkomurnar út”. Hóast heitið so var lítið álvaratos millum hesi vælvitandi fólk­ ini. Í staðin varð luftað ein mongd av fordómum ímóti tí als ikki so lítla parti av Føroya fólki, sum hoyrir til fríkirkjur. Havi altíð verið frí kirkju­ fólk, og orsakað av m.a. flyt­ ing havi eg gjøgnum tíðirnar regluliga gingið í fleiri av samkomunum tilsamans. Har umframt vitji eg aðrar fríkirkjur av og á. Men má siga sum er: Ongantíð veit eg meg hava møtt hvørki Jógvani Ósá, Hera Jacobsen ella Elini Michelsen í nakrari teirra. Kenna tað ikki aftur Er tað ikki løgið? Tí tey trý vistu alt um samkomurnar, sum tað ljóðaði. Trupulleikin var bara, at vit, sum hoyra til fríkirkjurnar, høvdu ilt við at kenna tað mesta, ið sipað varð til, aftur frá samkomunum í dag. Har eru ongar kvinnur, sum hava ábyrgd, hoyrdu vit. “Tær eksistera ikki inni í samkomunum!”, visti Elin Michelsen at siga. Lítið vita tey –. Altso var hetta innslagið í sendingini “Álvaratos” 8. apríl so bara eitt kærkomið høvi hjá hesum úrvaldu fólkum til at lufta sínar snævurskygdu fordómar móti fríkirkjum? Hetta sigur kanska frá dygd­ ini í viðmerkingunum til øll onnur mál í sendingum av hesum slagnum. Verturin fekk ikki hildið sær, men mátti lufta sína mein ing um Bíbliuna sum “ein tekst, sum einki sum helst prógv er fyri ella grund arlag er fyri at vita, um hann yvir høvur er rættur frá fyrstu tíð av ...” Og at stórur partur av orðaskriftinum um hetta málið so gjørdist til, hvussu neyðugt er at umskriva Bíbliuna fyri at fáa hana at hóska til nútíðar rákið og javnstøðuoyru, vísir bara, hvussu óseriøst alt var. Fyri børn og fyri ung Bæði føroyska málið og bíbliu mál verða so mangan ákærd fyri at vera tung. So eg haldi tað vera eina sera spennandi verkætlan at geva Nýggja Testamenti út á lætt fatiligum føroyskum. Kundi væl hugsað mær at sloppið at verið við til at rættlisið. Og hvør sig ur, at rættlestur bara er at rætta ð og komma? Havi sum rætt­ lesari altíð hild ið uppgávuna vera minst líka nógv at royna at gera málburðin betri og lættari. (At verturin Jákup Magnussen niðurlátandi nevndi tað “fantastiskan status” at vera rættlesara, og Elin Michelsen gav honum so inniliga rætt – vell tað má standa fyri teirra rokning.) Tað frøir meg at síggja, at fólk úr fleiri ymsum samkomum standa saman um hesa verkætlan. Eg skilji, at hetta verður ikki ein bíbliu týðing sum so, men heldur ein endursøgn. Og hví ikki? Vit hava nógvar týddar sokallaðar barnabíbliur við søgum úr bæði Gamla og Nýggja Testamenti. Tær eru heldur ikki bíbliutýðingar, men frásagnir, sum hóska til barnaoyru. Hvat er meðni so øgi liga galið við at fáa eina “bíbliu­ søgu” um Nýggja Testamenti, sum er lættlesilig fyri tey, ið eru eitt sindur eldri enn børnini? Lætt men ikki óvirðiligt Sjálvandi skal bíbliutekstur vera virðiligur. Men havi hvørki sæð ella hoyrt, at ætlanin við nýggju útgávuni er annað enn tað. Heldur er tað lívliga hugflogið hjá viðmerkjarum, sum er farið aðrar leiðir, so teir eru komnir við sínum minni virðiligu upp skotum til, hvussu bíbliu teksturin møguliga fer at ljóða (har annaðhvørt orð er innlænt enskt slangorð). Altso aftur fordómar? Meir skal eftir øllum at døma ikki til, so verður flugan til ein fíl. Heri Jacobsen hevur ann­ ars púra rætt í, at vit kundu lagt so nógv meira í at tosað gott føroyskt mál og at lært børn okkara tað. Gleðiligt at hoyra ein lærara, sum brenn­ ur fyri móðurmálinum, tí millum teirra er tíverri mang­ an syndarliga statt í før­ oyskum, enntá eisini millum føroysklærarar. Føroyingar lesa heldur danskt Føroyingar eru vælsignaðir við tveimum bíbliutýðingum, og tað er ikki smávegis fyri eitt so lítið mál sum okkara. Men sjálvsagt er føroyska málið broytt hesi mongu árini, okkurt um trífjórðingsøld eftir at bíbliutýðingarnar komu út. Og einki løgið er í, at ungfólk í dag ikki fata so væl bíbliumálið frá fjøruti­ árunum. Mær er sagt, at summi – enntá ikki heilt ung fólk – heldur lesa danskar bíbli ur enn føroyskar. Hetta haldi eg vera heldur enn ikki skelkandi. Tað er einki sjálv­ sagt, at vit kunnu skriva og lesa føroyskt í dag, og sera harmiligt er, um før oy ingar leggja so lítið í sítt móð ur­ mál. Hinvegin er altíð gott at kaga í aðrar bíbliutýðingar, og tú kanst síggja kend bíbliuvers í nýggjum ljósi, tá ið tú lesur tey øðrvísi orðað. Ikki minst við at lesa hesar nýggju einføldu um­ setingarnar, sum eru gjørdar á øðrum málum, t.d. “Bibelen på hverdagsdansk”. Fari at enda at ynskja hes­ um skilamonnunum, sum hava ábyrgdina, góða eydnu við verkætlanini. Vóni – og vænti – at nýggja bíbliu út­ gávan verður nógv betur móttikin, enn hesar fyrstu reaksjónirnar boða frá. Axel Hansen Reiðarar ­ inntøkur Reiðarafelagið megnaði ikki at gera sáttmála við mann­ ingafeløgini, tí var sáttmáli gjørdur við hvønn skipa­ bólk sær. Reiðarans tørvur fyri broytingum í hvørjum skipa bólki vóru ymiskar, men eitt var felags: OLJ­ AN! Manninganar SKULDU luttaka í oliuútreiðslunum, ella hóðraði flotin ikki undan. Hetta bleiv játtað. Tað er størsti feilur nakr­ antíð gjørdur. Nú luttaka manning ar­ nar í næstan øll um skipa­ bólkum í oljuútreiðsl um, har til provianti. Býtisprocenti fyri nær­ um allar skipabólkar er lækkað. Avrokningarnar, sum manningarnar fáa í dag, eru sera kreativar, olju út­ reiðslurnar vera í flestu førum vístar sum tøl í 1000­ tals til 10.000­tals krónur, sum ikki eru útgreinaðar, og í flestu førum finnur ongin høvd ella hala á hes­ um, heldur ikki ein grann­ skoðari. Men eitt hava flestu reiðarar gloymt, tað er, at har skipari og manning luttaka í ávísum útreiðslum, skal avrokningin vera til­ skilað nøgd og prísir á teim um útreiðslum, sum mann ingin luttekur í. Hesar útreiðslur skulu útgreinast og vera netto útreiðslur. Bert 2 reiðarí í hesum landi fylgja hesum. Fleiri reiðarar hava eitt sera stutt og gruggað minn ið um, hvat stendur í teimum sáttmálum, teir sjálvir hava undirskrivað. Tað gongur næstan ikki dagur, hvar limir í mann­ inga feløgunum klaga um hesar. Manninganar hava rætt til at nokta at gjalda út reiðslur, sum ikki eru útgreinaðar, og tit reiðarar kunnu ikki nokta hesum. Sum støðan nú er, er oljan ikki ein útreiðsla, men ein inntøka hjá reiðaranum, sum teir sjálvir stýra. Tað var ikki meiningin! Hóast heitið so var lítið álvaratos millum hesi væl vit­ andi fólk ini. Í staðin varð luftað ein mongd av fordómum ímóti tí als ikki so lítla parti av Føroya fólki, sum hoyrir til fríkirkjur. Javnstøðunevndin fílist á, at úteftir mynda bara menn verkætlanina við at gera eitt nýggja testamenti fyri ung. Hetta varð gjørt til heilt stóra útvarpsleikin í Álvaratos fríggjadagin 8. apríl, har úrvaldu luttakararnir luftaðu egnar fordómar