Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-04-20, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. apríl 2011síða 12

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 20. apríl 2011 · Nr. 47 12 Sosialurin tann, at tilmælið snýr seg um, at tey sum vilja hava danskt kunnu velja sær tað, og tey sum ikki vilja hava møguleikan at velja tað frá. Einki mist hjá teimum, sum vilja hava tað, og stórur vinningur hjá teimum, sum ynskja okkurt annað. Sum tað seinna, so er próvgrundin eisini ein følsk tvístøða, tí tey leggja sínar próvgrundir fram sum um, at tað einans eru tveir møguleikar. Sum tað er nú, at tað er kravt at øll skulu hava danskt, so at øll kunnu njóta tey góðu universitetini Norðurlondini hava at bjóða, mótvegis nýggja tilmælinum sum tey hava misskilt tað, har ongin fær undirvísing í donskum, og at vit tí missa allan okkara norðurlendska samleika. Øll tey, sum vilja lesa í Norðurlondum vera tískil noydd at sita heima og gána, tí ongin í Føroyum loyvir teimum at læra danskt. Her fara tey so dyggiliga skeivt, og enn einferð mugu vit staðfesta, at tilmælið nertur ikki tey, ið vilja hava danskt. Tey sum vilja lesa í Norðurlondum kunnu eftir tilmælinum frítt velja danskt og liva sum um, at broytingin aldrin varð framd. Danskt- áhugaðir næmingar fáa ongar vansar av tí, men tað týdningarmikla er, at tey, sum ikki vilja hava danskt, fáa ein stóran fyrimun av tí, at tey sum vilja lesa á øðrum universitetum enn teimum donsku, kunnu velja danskt frá, tí hesi hava allan tann danska/norðurlenska førleikan teimum tørvar, partvíst úr fólkaskúlanum og miðnámsskúlanum. Vit vilja her undirstrika, at tilmælið umfatar als ikki fólkaskúlan. Danskt undir- vísing í fólkaskúlanum verur órørd. Brot frá lærara- brævinum: “..hvørvur danskt sum lærugrein í føroysku skúlunum, fer tað at taka nógv ár at byggja førleikan í donskum uppaftur”. Ongin tosar um at strika danskt sum lærugrein í føroysku skúlunum, so hví nevna tey eina ræðusøgu um, at øll undirvísing í donskum kann verða strikað, sum argument ímóti tilmælinum? Um tað er tí, at lærararnir eru bangnir fyri, at tað skal blíva til eina glíðibreyt, sum kann enda við at tað verur strikað heilt, so gera teir enn eitt logiskt mistak (slippery slope fallacy). Hetta tilmælið snýr seg einans um at gera danskt á hástigi til eina vallærugrein. Og onki annað. Eru tey ímóti, at tað verður strikað heilt, so mugu tey halda tað fráskilt frá hesum, tí sum sagt snýr hetta seg einans um at gera tað møguligt hjá summum at velja danskt á hástigi frá í miðnámsskúlunum. Ein onnur próvgrund tey føra fram: “Henda [danskt] undir- vísing er neyðug fyri at geva næmingunum innlit í europeisk bókmentalig og hugsjónarlig rák, ið ikki eru umboðaði í føroyskum bókmentum, hvørki upp- runaligum ella týddum” Kjarnan í hesari próv- grundini er, at danskt skal vera kravd lærugrein, tí tað er tann best egnaða lærugreinin til at geva næmingum innlit í europeisk bókmentalig og hugsjónarlig rák. Men tey fara stórliga skeiv í hesum. Hvat skal ein siga til hetta, uttan at vísa á, hvussu lítið av europeiskum skaldskapi finst á donskum í mun til tað sum finst á enskum, ella týskum fyri tann saks skuld (sjálvt um ongin argumenterar fyri at gera týskt til eina kravda lærugrein). At lærararnir í donskum ynskja at geva næmingunum innlit í euro- peiska mentan er onki at mótmæla. Teimum væntar tó at argumentera fyri, hví tað júst skal vera í læru- greinini donskum, og hví tað ikki skal vera í t.d. før oysk um ella enskum. Prin sipi elt meina vit, at bókmentalig og hugsjónarlig rák eiga at vera partur av móðurmálsundirvísingini, sum tað er nógvastaðni í heiminum. Um undir-vísing- artilfarið møguliga er á donskum ella enskum er so ein annar trupulleiki, sum vit meina er vert at nýta orku uppá á loysa. At enda vilja vit mæla lands stýriskvinnuni í Menta- málum til at taka tilmælið til sín, soleiðis, at tey sum avgjørt onki stórvegis gagn hava av danskari mið- námsskúla undirvísing fram um aðra undirvísing, sleppa at velja tað frá. Frælsi at velja sína egnu kós. Kjak Ein útrætt hond frá Miðflokkinum Rætt er, sum m.a. leiðandi vinnulívsmenn føra fram, at samfelagið í dag liggur lamið og at avgerðir, sum eru bráðneyðugar at taka, eftir øllum at døma eru skotnar langt út í óvissuna til stóran skaða fyri okkum øll. Tá Miðflokkurin miku- dagin fyri tveimum vik um síðani av løgmanni varð boðin til fundar við sam- gongusamstarvi í huga, var ongin ivi millum okkum tríggjar løgtingsmenn flok- sins, at samfelagsskylda okk ara var at lata tað farna fara - og hyggja fram eftir. Sam felagsstøðan kravdi stabili tet, og við lyft um frá ting manni Fram sóknar- floksins og positiva vilja ann- ara var grundarlagið greitt. Fundirnir sama dag, við tað, ið eftir var av sam gong uni, og við bakland Mið floksins, staðfestu somu ábyrgdar- kensl una og góðvilja frá øll- um. So greitt var at fara undir sam ráðingar, sokallaðar reali tetssamráðingar. Hetta váttaði løgmaður, og nýggjur fundur varð avtalaður. Men tað varð av ongum. Aðrir fóru til verka, og uttan mun til, hvørjar intentiónir teirra vóru, so gjørdist úrslitið tað nærmasta, vit hava havt politiskum anarki í Føroyum. Mikudagurin farni á Løgtingi prógvaði hetta til fulnar. Tær fáu atkvøðugreiðslurnar, ið vóru, vóru sum best bar til, og flestu mál vórðu beind aftur í nevnd. Ikki tí tey ikki vóru avgreidd frá nevndunum, men einans tí ongin visti út ella inn. Og oman á alt valdi løgtingsformaðurin at senda tingfólk til húsa - best samanberiligt við støðuna í ítróttarheiminum, tá biðið verður um time out. Og hetta hendir, meðan stórmál bíða eftir at verða viðgjørd. Høvdu hesir, sum ikki ynskja stabilitet, fyrrenn ikki tikið stig til nýval, so høvdu vit, sum alternativ, kunna sæð fram til eina nýggja virkisføra samgongu um 6- 8 vikur. Men nei, óstabilitetur tykist tíverri vera vørumerki teirra. Sum støðan nú er vorðin, mugu vit vóna, at tær kreftir í verandi samgongu, sum síggja vandan við núverandi óstabiliteti, vinna og fáa skipað viðurskiftini so, at nýggjar samráðingar verða tiknar upp um eina virkis- føra samgongu - ella at nýval verður útskrivað. Miðflokkurin er tøkur til samráðingar. Men eisini, um so skal verða, klárur at fara út til veljaran og biðja hann taka um endan, um politiska skipanin velur at leggja kong in. Framhald av síåu 11 Jenis av Rana formaður Miðfloksins men kreftir, ið ynskja óstabilitet, megnaðu tíverri at seta kílar í, so samfelagið í dag liggjur í atgerðarloysi. Dansa fyri herin! Tað er vorðið vanligt, at trúgv andi reka barrir og diskotek, har rúsdrekka spælir ein sen tralan leiklut. Og tað er eisini vanligt at síggja trúgvandi fólk drekka sær eina kenning. Syndahugtakið hevur so- statt flutt seg rættiliga nógv, men vit hava enn ein lítlan Judas gangandi millum okkum. Hesin Judas gongur undir dulnevninum Halgidagslógin. Halgidagslógin, sum er frá 1923, spøkir hvørt ár. Og hvørt ár er tað sama søgan. Fólk fara í býin at hugna sær, men sleppa ikki at hugna sær, tí halgidagslógin sigur nei. Hvørt ár banna og blóta fólk yvir halgidagslógina, men eftir 14 dagar, so hava øll sveittað alla øsingina út aftur, fyri síðani at øsa seg aftur eitt ár seinni, tá halgidagslógin aftur køvur tann næsta býtúrin. ... men hvat er tað, sum veruliga gongur fyri seg? Í stuttum, so bannar mann ávísum ljóðbylgjum og ávís um rørslum. Ólógligu ljóðbylgjurnar fevna um tónleik, og ólógligu rørslurnar fevna um dans. Hinvegin fevna lógligu rørslurnar um ítrott, og lóg ligu ljóð bylgj urnar fevna um ljóð í samband við ítrottartiltøk, gang av bátum á havinum og við kei, samstundis sum tað eisini er loyvt at larma við kirkjuklokkum. Men hví er tað loyvt at spæla fótbólt, men ikki at dansa. Er talan ikki um rørslur báðum førum? Svar ið finna vit í lógini. Í lógini stendur skrivað, at: ”Idræts øvelser og Øvelser, der tilsigter Uddannelse til Fædre landets Forsvar, skal dog være undtaget fra dette Forbud”. Hetta merkir, at tað onki hevur við átrúna at gera, men at herurin er orsøkin til at rørslur og ljóð, í samband við ítrott, hava undantaksloyvi. Sambært halgidagslógini sær tað út til, at endamálið við ítrotti er at fyrireika føroyingar til hernaðarútbúgving og potentielt kríggj. Um hetta er generella fatanin hjá føroya fólki og føroysku myndug leikunum, so havi eg altíð havt eina skeivafatan av enda málinum við før- oysk um ítrotti. Hóast lógin er komisk, so risikerar mann at verða stemplaður sum brots-mað- ur/kvinna, um mann verður tikin fyri ólógliga rørslur ella ljóð, sum ikki tæna hernaðarligum endamálum. Um tú ert ein av teimum, sum verður tikin fyri dans í vikuskiftinum, so sig, at dansur er ein ítrottur, og at tú dansar av hernaðarligum orsøkum. Við vón um at myndug- leikar endiliga fáa eyguni upp fyri halgidagslógini og fáa lógina avtikna. Hergeir Staksberg