Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-04-20, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. apríl 2011síða 2

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 20. apríl 2011 · Nr. 47 mikudagsblaðið Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Dagsins redaktørur: Eyðun Klakstein Snildu fartelefonirnar eru allastaðni. Fólk hava tær støðugt í lógvanum, og tær kunnu brúkast til øll hugsandi endamál. Men ein vansi er, at fartelefonirnar kunnu ganga út yvir minnið hjá fólki. Tá ið tað ber til at trýsta eina ella tvær ferðir á eina fartelefon og hava endaleysar mongdir av upp­ lýsingum, ávirkar tað okkara hug at venja minni, halda fleiri granskarar. – Heilin skal brúkast ella missa vit eginleikar, og tey flestu verða kløkk av, hvussu brúkið av elektroniskum lutum fer at minka um okkara minni, sigur Norman Doidge, sum er kanadiskur granskari. Hann kallar fartelefon ir­ nar fyri høkjur hjá heilanum. Tær eru góðar og hentar, men tær skulu ikki brúkast ov nógv, tí so missa vit egni at ganga sjálvi, heldur hann. Tað er helst ov bláoygt at halda sum sjónvarpið, at landskassin fær 200 milliónir burtur úr søluni av Havsbrún inn í skatti. Tí partabrøvini í Havsbrún munnu tey flestu vera so gomul, at tey koma undir tær smartu reglarnar í skattalógini, at tey eru eldri enn frá 2001 og harvið kunnu seljast skattafrítt – har bara økt virði eftir primo 2007 skal skattast. Javnaðarfólk vilja »breiðka skatta grundarlagið«. Men sum vit skilja boðskapin, so merkir tað, at sjómenn og handverkarar uttan­ lands skulu rinda meira í skatti. Nýggi formaður floksins er advo katur, so hann kennir triks hjá teimum, sum ikki tíma at rinda skatt. Øll halda vit okkum helst rinda ríkiligt í skatti. Men tað skert ikki burt, at vit hava ávísar bólk­ ar, sum tíma serliga illa at rinda skatt. Vanligi lønmóttakarin hevur ongan kjans uttan at rinda tað í skatti, sum honum verður álagt. Hann kann ikki gera sær eitt parta­ felag, har hann kanaliserar sær ein part av inntøkuni. Men tað kunnu summi – og kanska er tað tí, at flestu advokatar hava stovnað sítt egna sp/f – og hyggur tú í rokn­ skap irnar, so ber til at fáa tað, sum tey flestu høvdu kallað eina trivaliga ársinntøku tann vegin. Vit skulu ikki pástanda, at advokatar ikki tíma at rinda skatt. Men tað er páfallandi, at so nógvir teirra nýliga hava stovnað sítt egna persónliga partafelag. Tað eru eisini ávísir starvsbólkar, sum duga best at tosa við Taks. Men alt hetta veit Aksel V. Johannesen nógv betur, tí hann hevur starvast sum advokatur hjá eini av landsins størstu advokatfyritøkum. So um hann skal prógva sítt virði sum javnaðarformaður, so tekur hann hetta málið upp og kannar, um nakrar milliónir eru at finna har ­ sum kanska áttu at farið í landskassan. Politikarar sleppa ikki undan at rinda skatt. Men teir hava eisini síni triks, sum tildømis at tiltuska sær eina feita eftirløn upp á nøkur fá ár, sum kostar skattaborgarunum 10 ferðirnar tað, sum politikarar nú vilja hava allar landsins borgarar sjálvar at rinda. So Aksel V. Johannesen. Tú hevur ov mikið at gera, fyri at prógva títt virði sum floksformaður og fólksins fíggjarmálaráðharri. Tað kann ikki passa, at tað bara eru tey, sum eiga nógvar milliónir, tey sum duga best at snúgva sær og tey sum duga best at tosa við Taks (og ráðgeva Taks), sum skulu sleppa undan at gjalda skatt, meðan Javnaðarflokkurin legst á sjófólk og handverkarar utt­ an lands. Aksel hevur møguleikan at prógva sítt virði Yvirgangsfelagsskapurin Al Qaida hevur nú gjørt eitt nýtt lívsstílsmagasin til kvinnur. AlShaamikha eitur blaðið, sum er at finna á internetinum. Blaðið greiðir frá, hvussu kvinnur kunnu verða við í stríðnum hjá Al Qaida. – Rákið er, at samskifti verður meira málrættað, og Al Qaida er eisini farið frá at hava ein boðskap til øll til at venda sær til ym iskar miðlar og ymiskar mál­ bólkar, sigur Søren Hove, sum er granskari á Dansk Institut for Internationale Studier. Tað sigur hann við alive.dk. Áður hava kvinnur einki havt at siga ella gera í Al Qaida, men nú hevur felags skapurin gjørt nýggja strategi, har eisini kvinnur skulu verða við. Al Qaida við kvinnublaði Fá skattin í kassan aksel! Dagur og Vika hevði mána­ kvøldið innslag um, at ov fáar fløskur og blikk koma retur til tey, sum selja hesar vørur. Umhvørvisstovan vil hava, at í minsta lagi 85 prosent av teimum seldu íløtunum verða latin innaftur. Men tað er lættari sagt enn gjørt. Og tað er ikki so løgið, tí tað skal óvanliga gott tol og planlegging til at sleppa av við tómu fløskurnar. Eitt er, at tað ber bert til at lata fløskur inn ávísar tíðir á vikuni, so stendur tú ikki klárur millum hálvgum tvey og tríkorter til tvey annan hvønn hósdag, so taka tey ikki ímóti fløskunum. Og so sleppur mann bert av við fløskur, um handl­ ar nar selja hesar fløskur. So tú skalt runt í fimm ym­ iskar handlar fyri at sleppa av við fløskurnar, og teir fimm handlarnir hava eitt lítið skoðbrá hvørja viku, har tað ber til at avlevera fløsk­ urnar. Nei, tað er vist, at tey, sum selja okkum fullu íløt­ ini, vilja ikki hava tómu íløt ini aftur frá okkum. Og skal Umhvørvisstovan loysa trupul leikan, so mugu sølu­ støð ini antin fáa strang ar ordrar um lagaligari mót­ tøku, ella má ein samskipað mót tøka gerast á Rúsuni, sum uppskot hevur verið frammi um. Ov fáar fløskur retur Fartelefonir eru høkjur til heilan Bíblia fyri ung ella reyðsokkar? Erla bErghamar kjak á síðu 10 Herða­ klapp til Útvarp Føroya Eyðun joEnsEn kjak á síðu 10 eirikur lindenskov eirikur@sosialurin.fo