Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-04-20, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. apríl 2011síða 31

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 Mikudagur 20. apríl 2011 · Nr. 47 Sosialurin Ikki bert ognir, men heim tórshavn Sethús, Tinghúsvegur 79 Stór sethús nærindis miðbýnum. Húsini eru í tveimum hæddum. Í niðaru hæddini er gongd, køkur, stova, kamar og vaskirúm/ fýrrúm. Í ovaru hæddini er gongd, baðirúm, goymslurúm og fýra kømur. Fyri trimum árum síðan varð at kalla alt gjørt av nýggjum innan, og tá varð eisini ein nýggjur til­ bygningur gjørdur. Eitt nýtt úthús á 50 m² hoyrir eisini til ognina. Húsini standa í friðarligum, veðurgóðum og sera hugnaligum umhvørvi í býnum tætt við viðarlundina og ítróttaøkið í Gundadali. Prísuppskot: kr. 2.250.000 Sera hugnalig og ljós íbúð í tveimum hæddum. Í ovaru hæddini er durur, baði­ rúm, køkur og stova. Í niðaru hæddini er gongd, vesi/vaskirúm og tvey kømur. Útgongd er til terassu í niðaru hæddini. Møguleiki er at byggja einar 24 m² uppí. Íbúðin er í friðarligum og barnavinaligum umhvørvi við góðum grannalagi, og spæli­ pláss er beint uttanfyri. Góð parkerings­ viðurskifti. Stutt er til handils, og býlingshús er tætt við. Busssambandið er gott. Prísuppskot: kr. 1.600.000 Stór sethús í trimum hæddum. Í miðhæddini er durur, gongd, baðirúm, køkur, spísistova, stova og trý kømur. Á loftinum er gongd, baðirúm, køkur, stova og trý kømur. Í niðastu hæddini er kjallararúm, hjallur, vaskirúm, fýrrúm og tvey onnur rúm. Eisini hoyrir eitt bilhús og úthús til húsini. Húsini eru frá 1953, men ymsar umvælingar vórðu gjørdar í 1985. Húsini standa eystan fyri kirkjuna á Eiði. Prísuppskot: kr. 1.100.000 210 342 2 92 122 2 1989 345 1365 3 1953 tórshavn Íbúð, Berjabrekka 185 eiði Sethús, yviri í Gjógv 12 Nýtt