Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-04-20, síða 44
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. apríl 2011síða 44

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 20. apríl 2011 · Nr. 47 44 Sosialurin Treytað av góðkendum undirvísingar­ virksemi verða frá 1. august 2011 at rokna 5-8 føst størv leys at søkja sum adjunktur/lektorur við faksamanseting ætlað til lærugreinaraðið í studenta­ skúlum og HF­skeiðum. Søkt verður eftir lærarum við eini samanseting av hesum lærugreinum: Alis-evnafrøði, evnafrøði, danskt, enskt, føroyskt, ítróttur, lívfrøði, religión, spanskt, støddfrøði, søga, teldufrøði og týskt. Harumframt eru 12-16 ársvikariat og/ ella tímalærarastørv í lærugreinunum: Alisfrøði, alis-evnafrøði, danskt, enskt, fornaldarfrøði, franskt, føroyskt, leik- list, religión, sálarfrøði, spanskt, stødd- frøði, søga, teldufrøði, tónleikur og týskt. Ársvikariat kunnu eisini søkjast í hes­ um lærugreinum saman við eini av lærugreinunum, sum nevndar eru undir føstu størvunum. Umsøkjari, ið ikki hevur lokið prógv í námsfrøði fyri setanardagin, skal taka lut í innleiðsluskeiði í námsfrøði, sum Mentamálaráðið skipar fyri í august 2011. Nýsett starvsfólk skulu sambært føroyskari kunngerð um námsfrøði hava staðið námsfrøðiliga útbúgving í seinasta lagi tvey ár eftir setanardagin. Førleikakrav annars er akademisk kandi­ datútbúgving í minst einari av teimum lærugreinum, ið lýst verður eftir ella aðra tilsvarandi útbúgving. Umsøkjarar, ið enn ikki hava staðið endaligt prógv, men vænta at gera tað, áðrenn skúlaárið 2011­2012 byrjar, kunnu eisini søkja. Í sambandi við starvsetanina leggur skúlin dent á, at umsøkjarar hava kunn­ leika um føroyskt mál og føroysk sam­ felagsviðurskifti, ella at umsøkjarar eru áhugaðir í at ogna sær hetta innlit. Skúlin leggur somuleiðis dent á góð samstarvsevni, og at umsøkjarar virknir fara at taka lut í menningini av einum góðum námsfrøðiligum skúlaumhvørvi, har samstarv, kunningartøkni og nýggir arbeiðshættir eru týðandi tættir. Gjørt verður vart við tveyárasáttmálan, ætlaður umsøkjarum við vantandi før­ oyskum málførleika og vantandi kunn­ leika um føroysk samfelagsviðurskifti. Tað vil siga, at umsøkjarin verður settur í tíðaravmarkað starv fyri tvey ár. Skúlin rindar kostnaðin hjá umsøkjaranum fyri flyting og ferð fram og aftur millum verandi bústað og Føroya Studentaskúla og HF­skeið. Skúlin endurrindar í mesta lagi 30.000 kr. fyri flyti­ og ferða­ útreiðslur hvønn vegin – gevið gætur – upphæddin er skattskyldug. Ætlar umsøkjarin at halda fram í starvinum eftir tveyáraskeiðið, skal umsøkjarin søkja starvið av nýggjum á jøvnum føti við aðrar umsøkjarar. Áhugaðir kunnu venda sær til skúlan. Umsøkjarar kunnu fáa meiri at vita um skúlans stevnumið, um teir venda sær til leiðslu skúlans ella kunna seg á heimasíðu skúlans: www.hoydalar.fo Umsókn á oyðublaði frá MMR, YF ella GL verður stílað og send til Føroya Studentaskúli og HF-skeið, att.: Mikkjal N. Helmsdal, rektari, Hoydalar, Sanatoriivegur 1, FO – 188 Hoyvík, Føroyar Ella á teldupost: mikkjal.helmsdal@skulin.fo og skal vera skúlanum í hendi í seinasta lagi mánadagin 2. mai 2011. Avrit av próvtøkuskjølum ella úrskrift úr próvtøkuprotokoll, CV og møgulig ummæli/viðmæli frá fyrri starvssetanum skulu sendast saman við umsóknini. Setanarsamrøður fara fram frá umleið 9. mai og frameftir. Føroya Studentaskúli og HF-skeið Hoydalar · FO­188 Hoyvík Telefon 360660 · Telefax 318624 Teldupostur: skrivstovan@hoydalar.fo Avgreiðslutíð: Kl. 08.00 – 15.00 Kundi tú hugsað tær at undirvíst í Hoydølum? Páskamøtir í Nerija á skála og í ítróttarhøllini í runavík Hesi møtir verða í Nerija á Skála Hóskvøldið kl. 19.00 Fríggjakvøldið kl. 19.00 – Páll Poulsen úr Tórshavn talar Hesi møtir verða í ítróttarhøllini í Runavík Fríggjakvøldið kl. 22.00 – Ungdómsmøti – Símun í Túni, Toftir talar Leygarkvøldið kl. 19.00 – Møti – Dia á Roykheyggi, Runavík og Oddur Lamhauge, Saltangará tala Barnamøti er samstundis Leygarkvøldið kl. 22.00 – Ungdómsmøti – Tom Roberts úr Bahama talar Sunnudagin kl. 11.00 – Minnismáltíð Harrans – Jákup Hansen, Søldafjørður talar Barnamøti er samstundis Sunnudagin kl. 16.00 – Møti – Tom Roberts úr Bahama talar Barnamøti er samstundis Sunnukvøldið kl. 19.00 – Møti - Rógvi P. Jacobsen, Toftir og Anita Tausen, Toftir tala Kvinnukórið og gentukórið úr Nebo luttaka við sangi Sunnukvøldið kl. 22.00 – Ungdómsmøti – Jógvan Jacobsen, Argir talar Øll eru hjartaliga vælkomin Vegna samkomurnar á Skálafjørðinum: Nebo á Toftum, Berøa í Saltangará, Elim í Søldafirði og Nerija á Skála. stuðlar tiltøkum í Miðlahúsinum