Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-04-27, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 27. apríl 2011síða 4

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 27. apríl 2011 · Nr. 48 4 Sosialurin Hund­ urin beit Randi Jacobsen Í seinastu viku varð ein 11 ára gamal drong urin í Skopun bit in av hundi. Drongurin fór til kommunulæknan, men bitið varð ikki álvarsligt og ikki var neyðugt við nakrari viðgerð. Foreldrini kundu hugsað sær, at eig­ arin varð biðin um at halda hundin inni, men tað var ikki neyðugt. So skjótt sum eigarin var komin eftir, at hund urin hevði bitið, tók hann lívið av hund in um. Rok um ­ borð á línu­ báti Randi Jacobsen Í nátt sótu tveir út­ lendingar, sum sigla við linubátinum Polarstjørnuni, um­ borð og ballaðust, og tað endaði við roki. Onkur, sum kom framvið, sá ein mann á brúnni í Klaksvík standa og bløða, og tað fekk politiið boð um. Politiið fór við manninum á skaða­ stovuna. Hann segði, at hin mað­ urin umborð hevði skallað seg. Samstundis varð hin maðurin tik in. Hann hevði eina heilt aðra søgu at siga, tá ið hann í morgun varð av­ hoyrdur. Fleiri út lend­ ing ar sigla við før­ oysk um skipum, og flestu teirra gista umborð, tá ið skipini eru inni. Randi Jacobsen Í fleiri ár hava Nanna og David Lokama rikið ein skúla í afrikanska landinum Zambia. Nú eru bæði tey og onnur við hart rakt av eini ferðsluvanlukku, sum hendi annað páskakvøld. Tvær 21 ára gamlar klaks­ víks gentur vóru nýliga kom n ar niður til Zambia at hjálpa familj uni, sum í næsta mán aði skal hava sítt fjórða barn. David Lokama, sum er úr Zambia, fór henda dagin ein túr við getnunum, og í bilinum vóru eisini ein italiumaður, ein afrikanskur maður og ein afrikanskur ung lingi. Tey ætlaðu at vitja eitt barnaheim í Norðurzambia, men komu ongantið so langt. Hvussu vanlukkan hendi, veit Jóhann Páll Joensen, sum er pápi Nannu, ikki. Hann heldur ikki, at nakar veit tað. Onnur av teimum ungu klaksvíksgentunum, Rúna Joen sen, doyði av løstunum. Hin gentan slapp betur men hevur tað alt annað enn gott, veit Jóhann Páll Joensen. Versonur hansara, David Lokama, lá í gjár framvegis í óviti. Læknarnir hava tó havt samband við hann, men støðan var ikki góð. Italiumaðurin og ung­ ling in sluppu væl, men hin afrikanin lá eisini í óviti. Randi Jacobsen Tað var eina ferð í Havn ein handil, sum seldir klæðir til kvinnur í øllum støddum. Nú eru fleiri ár liðin, síðan tann handilin læt aftur, og síðan hevur vøruútvalið í Føroyum av klæðum í størri støddum verið avmarkað. Tí hava fleiri stórar kvinnur verið noyddar at fara av landinum at keypa klæðir. Gunnvá Midjord, sum í hálvt triðja ár hevur havt ein slíkan handil í Ros kilde í Danmark, letur leygar dag­ in upp eina deild í Havn. Handilin fær samma navn sum handil hennara í Ros­ kilde, Gunnvá. – Fleiri fólk hava biðið meg koma til Føroya, tí tey siga, at tørvur er á einum slík um handli í Føroyum, sigur Gunnvá Midjord. Hon fer ikki bara at selja klæðir til stórar kvinnur. Stødd irnir verða millum 36 og 56, og øll klæðini verða at fáa í øllum støddum, og hetta verða smart klæðir. Handilin verður í húsinum á horninum Bøgøta­Dr. Jakob sens gøta. Doyði í ferðslu­ vanlukku Ein 21 ára gomul klaksvíksgenta doyði annað páskakvøld í ferðsluvanlukku í afrikanska landinum Zambia Klæðir til stórar kvinnur Leygardagin letur ein handil við kvinnuklæðum í øllum støddum upp í Havn Vanlukkan hendi har norðuri í Zambia. Tey vóru á veg at vitja eitt barnaheim Gunnvá Midjord hevur handil í Roskilde í Danmark og fer nú at vita, hvussu grundalagið er fyri einum handli av sama slag í Føroyum