Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-04-27, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 27. apríl 2011síða 19

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mikudagur 27. apríl 2011 · Nr. 48 Sosialurin Ítróttarblaðið ikki torir at spæla. Sinnisliga vóru vit nógv meira klárar til finalu­ dystirnar í Klaksvík, og vit vistu, hvat krevst, um tú skal vinna slíkar avgerandi dystir, sigur Birgir Hansen. Tað var í sætta og avgerandi hálv leikinum millum finaluliðini, at Neistin staðfesti sína støðu sum besta kvinnuliðið í Føroyum. Tá fóru bláu havnarmenninir upp í leik ferð og rann mótstøðuliðið um koll. Brauer stóran týdning Tað vísir seg í dag, at Neistin framdi eina fantastiska íløgu, tá ser biska Barbara Brauer varð knýtt at hópinum síðsta heyst. Hon hevur verið betri enn allar hinar í før­ oysku kappingini í ár. Skotið eina rúgvu av málum, umframt at hava staðið væl í verjupartinum. Hon hevur fegin tikið á seg leiklutin at ganga undan og hevur megnað tað fram úrskarandi væl. Hon prógvaði aftur sítt virði í finalunum. Hóast Bára S. Klakstein mansvardi hana alla tíð­ ina, var Brauer millum bestu mál­ skjúttarnar. Tað sigur ikki lítið. Birgir heldur fram Fyrireikingarnar til næsta kapp­ ingarár eru so smátt byrjaðar. Tað er nú greitt, at Birgir Hansen, høvuðs venjari, og Sigrun Mohr, hjálpar venjara, halda fram í sínum starvum. Sigrun Mohr byrjar seinni, tí hon hevur aðrar upp gávur. Ymsar broytingar verða helst í spælara­ hópinum, men tað fer Neistin at avdúka seinni. Spurningurin, um besta kvinnu­ liðið hjá Neistanum skal, eins og mansliðið, umboða Føroyar í al­ tjóða kapping, veit Birgir Hansen fram vegis ikki. – Nú taka vit okkum av løtt um nakrar vikur, so fáa vit at síggja, hvat fer at henda næsta kapp­ ingarár, sigur Birgir Hansen. uni@sosialurin.fo Myndir: Álvur Haraldsen best í dag