Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-04-29, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 29. apríl 2011síða 20

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 29. apríl 2011 · Nr. 49 20 Sosialurin Kjak Ikki fleiri byrðar – men víðari karmar Sum gongdin í fiskivinnuni hevur verið seinastu tíðina, kenna feløgini í fiskivinnuni seg noydd til at siga frá. Vinnan orkar ikki at átaka sær fleiri byrðar. Hon hevur tvørturímóti brúk fyri at fáa víðari og tryggari karmar at virka undir. Landskassanum tørvar støðugt meira pening fyri at kunna fíggja tær vaksandi almennu útreiðslurnar og fyri at temja hallið á fíggjar­ lógini. Men tað tykist, sum um politiski myndugleikin bara hevur eina uppskrift. Hon er at senda rokningina til vinn­ una. Listin er langur. Bara hesar seinastu mánaðirnar hevur fiskivinnan fingið álagt at gjalda upp til 2% av avreiðingarvirðinum til at fíggja inntøkutrygdina, hon skal gjalda ein tilfeingisskatt upp á 2,5% av skattskyldugu inntøkuni omanfyri 1 mió. kr., reiðaríini skulu nú gjalda fyri læknakanningarnar, egin­ gjaldið fyri trygdarskeiðini er hækkað, og eyka oljugjald er álagt. Harumframt skulu partarnir í vinnuni finna útvegir fyri at fíggja eina pensjónsskipan, sum hækkar við 1,5% um árið tey næstu 10 árini, um uppskotið til pensjónsreform verður sam­ tykt. Samstundis tykist tað, sum um politiska skipanin bara gerst meira óstøðug, og tí er trupult at meta um, hvørjar umstøður vinnan fer at hava at virka undir í framtíðini. Inntøkutrygdin Málið um inntøkutrygdina er eitt ræðandi dømi. Vinnan gekk við til at átaka sær at umsita og fíggja inntøkutrygdina við í mesta lagi 1% av avreið­ ingar virðinum. Hetta varð tó ikki uttan treytir. Treytirnar vóru at vinnan afturfyri skuldi fáa betri og tryggari umstøður at virka undir. Hetta skuldi roknast sum eitt endaligt tilfeingisgjald, avmarkingarnar fyri land­ ingum skuldu takast burtur, at heimaflotin skuldi hava loyvi til at virka veiðuna umborð. Hetta eru nakrar av tillagingunum, sum eru neyðugar. Harumframt skuldi lands­ kassin koma við 150 mió. kr. í stovnsfæi til nýggja Trygdar­ grunnin. Tá málið kom aftur úr løgtinginum, hevði eitt næst­ an einmælt ting sam tykt, at gjaldið kann verða upp í 2% av avreið ingarvirðinum, ongin av treytunum hjá vinnuni varð tikin til eftir­ tektar, og landskassin kom bert við 50 mió. kr. í stovns­ fæi. Vinnan kennur seg slepta upp á fjall í hesum málinum, og tað er greitt, at vit í fram tíðini ikki fara at gera líknandi avtalur við politisku skipanina. Tilfeingisgjald Tá uppskotið um at reiða­ ríini í 2011 skulu gjalda 2,5% í tilfeingisskatti av skatt­ skyldugu inntøkuni omanfyri 1 mió. kr., varð samtykt í løgtinginum, roknaði vinnan við, at nú varð friður, í hvussu so er í ár. Men so var ikki. Í fleiri mán aðir hevur tilfeingisgjald, tilfeingisskattur og tilfeingis­ búð verið høvuðsevnið í politiska og almenna orða­ skiftinum. Ein politiskur meiriluti hevur boðað frá, at eitt eyka tilfeingisgjald afturat í ár skal fáast burtur úr makrelkvotuni. Eitt sjónarmið er, at til­ feingisgjald er neyðugt fyri at fáa vinnuna at verða meira lønandi. Tað er rætt, at stórir partar av flotanum hava brúk fyri at tillaga seg og fáa ein meira lønandi rakstur, men tað verður ikki gjørt við at áleggja eyka byrðar. Fiskivinnan hevur brúk fyri at fáa víðari og tryggari karmar at virka undir. So kemur tillagingin og lønsemið av sær sjálvum, og tá verður ágóðin hjá landskassanum nógv størri, enn hann verður av einum tilfeingisgjaldi. Tað er full semja um, at fiskivinnan fer ikki at góð­ taka eitt tilfeingisgjald. Aðrar leiðir at ganga Tað eru fleiri aðrar leiðir at ganga, fyri at tryggja øllum landinum størri úrtøku úr fiskivinnuni. Víst hevur verið á, at vit helst kunnu fáa hundraðtals milliónir meira burtur úr stovunum undir Føroyum, um vit lata ungfiskin fáa frið at vaksa og ikki fiska hann, fyrr enn hann hevur gýtt fyrstu ferð og hevur vaksið seg til eina stødd, sum gevur munandi betri prís. Hagtøl vísa, at seinastu árini hava útróðrarbátarnir í bólki 5 veitt umleið líka so stórt tal av toskum, sum trolararnir, línuskipini og garnabátarnir tilsamans. Men avreiðingarvirðið hjá útróðrarbátunum í bólki 5 er bert 40% av avreiðingar­ virðinum hjá hinum bólk un­ um. Her skal eisini havast í huga, at hinir bólkarnir hava brúkt meginpartin av sínum fiskidøgum, meðan útróðrarbátarnir í bólki 5 bert hava brúkt eina góða helvt av sínum, so her eru møguleikar fyri at økja royndina eftir smáfiski enn meira, nú toskastovnurin er í menning. Her eiga myndugleikarnir beinanvegin at taka neyðug stig, og her hevði kanska eitt tilfeingisgjald á ungfiskin verið ein møguleiki fyri at av marka veiðuna. Politikararnir eiga at skapa góðar karmar Teir støðugt hækkandi olju­ prísirnir eru ein sera stór byrða hjá flotanum, men tað fáa vit onki gjørt við. Vit fáa heldur onki gjørt við teir skiftandi fiskaprísirnar. Tí er tað so umráðandi, at vit stýra tí væl, sum vit hava ræði á. Uppgávan hjá politik ar­ unum er at skapa góðar og tryggar karmar og at umsita okkara tilfeingi, so vit fáa sum mest burtur úr. Viðgerðin av markel mál­ inum seinastu tíðina fær okkum at ivast í evnunum hjá politisku skipanini at skapa tryggar karmar. Næst an hvønn morgun, tú vaknar, er ein nýggj støða í makrel málinum. Sum heild tykist óvissan um framtíðar umstøðurnar hjá fiskivinuni ongantíð at hava verið størri enn júst nú. Tí óttast vit fyri fram­ tíðini. 1. januar 2018 fella øll fiskirættindini burtur, og er tað átrokandi, at vinnan skjótt fær greið boð um, hvat fer at henda eftir 2018. Íløgur í fiskivinnuna eru langtíðar íløgur, og tí er neyðugt at kenna fyritreytirnar langt fram í tíðina. Á fiskivinnutinginum í feb ruar vóru boðini frá pen ingastovnunum púra greið: "Politiski váðin er í løtuni so stórur, at tað ikki er hugsingur um hjá pen­ ingastovnunum at fara und­ ir at fíggja størri og betri fiski skip. Fiskivinnan í dag er ikki serliga áhugaverd fyri peningastovnarnar at fíggja!" Tað vóru ikki nógvir politikarar, sum møttu upp á fiskivinnu tinginum, men hesin boð skapur átti at fingið onkrar klokkur at ringa. Fiskivinnan hevur ikki brúk fyri fleiri byrðum. Veg urin at ganga fyri at fáa framt neyðugu tillagingarnar og økt lønsemi, er at geva vinnuni víðar og tryggar karmar at virka innan fyri. Føroya Reiðarafelag Viberg Sørensen, form. Føroya Fiskimannafelag Jan Højgaard, form. Føroya Skipara- og Navigatørfelag Eyðstein Djurhuus, form. Maskinmeistarafelagið Páll Hansen, form. Skála fjarðar- tunnilin – ein vinn ingur Tá ið løgtingið í morgun sam­ tykti at geva felagnum loyvi til at fara undir at gera og reka Skálafjarðartunnilin, var tað fyri Tjóveldi ein katastrofa, men fyri mær og flestu onnur, var tað ein vinningur. Vinningur yvir aftur­ haldskreftunum í Tjóveldi, sum hava verið ímóti hesi privatu verkætlan alla tíð­ ina. Vinningur fyri menn­ ingina av Skálafjørðinum, Eysturoynni, Norðoyggjum, Streymoy og allar Føroyar. Vinningur fyri rakstur og menning av vinnulívinum, bæði á landi og sjógvi. Vinningur fyri um­ hvørv ið, ferðslutrygdina og ar beiðsfólk. Vinningur fyri tað pri­ vata initiativið, sum eisini her hevur víst sín dugna­ skap, og eg kann staðfesta, at fyri tí framburði og tí menning, vit hava havt í Føroyum, hevur tað pri­ vata í flestu førum verið drív megin. Vinningur fyri øll fólkini, sum ferðast dagliga millum Tórshavn, Eysturoynna og Nor ðoyggjar, sum í tíð koma at hava góðan tíma meira við hús daglig, um­ framt at spara bensin og slit á bilin. Tjóveldi sær avgerðina um Skálafjarðartunnilin sum eina katastrofu, men fyri Føroyar og flestu okk­ ara, sum ferðast og virka í økinum, er samtyktin um at fara undir projektið, ein stórur vinningur. Alfred Olsen tingmaður fyri Sambandsflokkin