Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-04-29, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 29. apríl 2011síða 23

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Fríggjadagur 29. apríl 2011 · Nr. 49 Sosialurin Góði elskaði abbi! Nú er tíðin komin, har tú ikki ert ímillum okkum meira. Eg hevði ongantíð trúð, at hendan stund fór at koma so skjótt, men at vit fóru at hava nógvar góðar løtu saman afturat. Ígjøgnum mín uppvøkstur havi eg átt ein abba, ið hevur havt so ómetaliga stóran týdn ing fyri meg. Eg var fyrsta abbabarn, so eg fekk alt tað, eg peikaði á sum yngri, frá abba. Og so vóru tað útferðinar. Viðhvørt, so av gjørdi abbi knappliga, at nú skuldu vit fara útferð, tí hann hevði hoyrt, at sólin skein onkustaðni norðanfyri. So vit at lossa bilin við heit­ um pylsum, ketjup, keks og kaffi, og so var bara at drøna avstað. Hetta vóru veruliga minnisríkar løtur. Tá eg gekk í Nonnuskúl­ an um, har abbi eisini gekk í fólkaskúla, skuldu vit læra at loysa líkningar. Hetta hevði eg trupult við at læra, og spurdi tí abba hvussu eg skuldi gera. Hann lærdi meg tað uppá ein annan máta, men var hetta ikki nógv lætt ari fyri meg. Men hann gav ikki upp, og til endans, so dugdi eg at loysa líkningar, og tað sat íhvørtfall fast. Eis­ ini um tað vóru aðrar upp­ gávur í skúlanum eg hevði tað trupult við, so var bara at spyrja abba. Hann dugdi verðuliga at málberða seg og læra av sær. Abba mínum dámdi sera væl sjólívið, og átti ein gulan og hvítan útróðrarbát. Hann brúkti nógva tíð í hesum báti og var ofta á floti. Sjólívið fasineraði eisini meg, og slapp eg tí nakrar ferðir við honum á flot. Eg slapp at standa við snelluna og royna meg, men hann tók tó yvir, tí tað skuldi vera ordiligt gjørt. Vit fingu nakrir fiskar, og gleddi tað hann at læra abbadóttrina um sjólívið. Abbi var ein sera anda­ lig ur maður. Eg minnist hann serliga, tá hann sat við tí appelsingulu skrivi­ maskinuni og tastaði inn, hvat hann skuldi siga á talum og til onnur andalig høvi. Hansara talur vóru ógvuliga djúpar og viðkomandi og rørdu ein veruliga. Hann var ein sera vísur maður, ið dámdi væl at granska bíbli­ una og lesa fyri okkum. Ein siður vit í familjuni hava havt alt tað eg minnist til, hevur verið, at abbi hev­ ur lisið jólaevangeliið jóla­ aftan. Tá sótu vit øll sum pinn ar og lurtaðu eftir gleði­ boðskapinum. Eisini var tað altíð abbi, sum skuldi lesa jólagávurnar upp, hvør átti hvørja. Hetta fari eg at sakna avbera nógv, og verða jól ikki heilt tey somu, nú abbi ikki er her ímillum okkum meira. Góða omma! Nú ein helvt av tær er farin herfrá, er trup ult at ímynda sær hvussu stóran sakn tú hevur. Tú og abbi vóru veruliga tað man samanber við ektað­ an kærleika, og kom hetta til sjóndar hjá okkum rund­ anum. Tú skalt vita, at vit eru her fyri teg, og ein dag sleppur tú at síggja abba aftur. Góðu mamma, gumma og gubbi! Má Jesus styrkja tykkum, nú pápi tykkara er farin frá foldum. Abbi átti Jesus í sínum hjarta, og tí eri eg vís í, at hann situr í himmalinum og hyggur niður yvir okkum við einum stórum brosi. Eg fari ongantíð at gloyma teg abbi! Heidi Karolina Minningarorð um Regin Olsen f. 20/7-1942 d. 30/12-2010 Prógv Hin 31. mars fekk Poul N. Kjølbro Linklett úr Klaksvík prógv sum bygningsstruktør frá Århus Tech. Hann hevur staðið í læru hjá Enkon a/s í Hadsten. Úrslitið varð 12 í karakteri, og fekk hann eisini bronsu fyri avrikið, ið varð serstakliga væl úr hondum greitt . Andlát Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at elskaða mamma, omma og langomma okkara Johanna Sofía Hammer vanliga nevnd Hannefía tvøroyri andaðist mikudagin 27. apríl, 92 ára gomul. Bønarhald verður í kapellinum á landssjúkrahúsinum leygardagin kl. 14.00. Jarðarferðin verður úr tvøroyrar kirkju sunnudagin kl. 14.00. Vegna tey avvarðandi Harald, Jóhannus, Terji og Eydna tey, ið vilja minnast Hannefíu, kunnu lata Frelsunarherinum í Vági eina peningagávu, konto í peningastovnunum. Andlát Mánadagin 25. apríl andaðist Rúna Joensen, 21 ára gomul, í Zambia. Hon er dóttur Elnu og dávur Joensen Klaksvík. Jarðarferðin verður kunngjørd seinni. Nøvn SunnudagSSkúlin í Ebenezer er hvønn sunnudag kl. 12.00 Øll eru hjartaliga vælkomin! EbEnEzEr