fríggjadagur 29. apríl 2011síða 25
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Fríggjadagur 29. apríl 2011 · Nr. 49
Sosialurin
Í morgin, 30. apríl, fyllir gitt
ar leikarin, sangarin, tóna
skaldið og yrkjarin, Stan ley
Samuelsen, seksti.
Stanley er føddur í Før
oy um, men hevur búð í Dan
mark síðani 1970 – og síðani
1986 í Birkerød.
Umframt at verða kendur
sum gittarleikari í serflokki
– og ógvuliga respekteraður
av øðrum tónleikarum – er
hann eisini kendur fyri sínar
mildu og melodiøsu tulk
ingar av serliga eldri fólks
ligum føroyskum yrkjarum.
Eitt nú er lagið hjá honum
til framúr kærleiksyrkingina
»Um eg kundi kvøðið« av
einum av okkara matastu
skøldum, Janusi Djurhuus,
vorðin klassikari, og tað
er ikki óvanligt, at hann
verð ur sungin av øllum
teim um 10.000 fólkunum
til felagssangin á ólavsøku
framm an fyri løgtinginum.
Abbi Stanley var Føroya
fyrsti løgmaður í nýggjari
tíð, Andras Samuelsen.
Samuelsenfamiljan hev
ur fostrað fleiri kór sang arar
og fólk við yrkjaraevnum,
og tað er á hesi lívsleið, ið
Stanley Samuelsen hevur
brúkt nógvar av sínum
talent um.
Hann fekk sín fyrsta
gittara sum 12 ára gamal og
hevði sína fyrstu livefram
førslu í 1964 við píka tráðs
bólkinum Silly Boys, sum
við sínum coverversionum
av Elvis, Beatles og fleiri
varð kosið sum Føroya besta
píkatráðsbólkur í 1970.
Í Danmark hevur Stanley
spælt í ymsum bólkum og
sum studiotónleikari. Hann
hevur spælt saman við Nis
P. Jørgensen í Den Udødelige
Duo sum spældi nógv fyri
donsku fakfelagsrørsluna frá
tíðini við Anker Jørgensen
til Poul Nyrup Rasmussen
sum forsætisráðharrum.
Den Udødelige Duo varð
heiðrað við kulturprísinum
hjá LO i 1992.
Síðani 1986 hevur hann
gjørt tónleik til eldri og
nýggj ari føroyskar yrkingar
eitt nú eftir Janus Djurhuus,
Jóannes Patursson, Poul
F. Joensen, Hans Andreas
Djurhuus, Andras Samuelsen
og Christian Matras.
Í 2008 varð hann á ólav
søku heiðraður við Lista
virðis løn Miðlahúsins.
Stanley Samuelsen hev
ur givið út tríggjar solo út
gávur umframt eina fløgu
við Trio Acoustica, og í
hes um mánaðinum gevur
hann út eina nýggja fløgu
á donskum, hvørs heitið er
»Alle Hjertets Sange«.
Tónleikin hevur Stanley
sjálvur komponerað, og aftur
kunnu vit av røttum siga, at
gittarspælið er visitkortið
hjá Stanley. Harafturat er
strúkikvartettin Doria við.
Og tað eru aftur teir góðu
fólksligu
føroysku
yrkj
ararnir, sum eru umsettir til
danskt við hjálp frá Gunnari
Hoydal, umframt tríggjar
av yrkingunum hjá Stanley
sjálvum.
Stanley Samuelsen held
ur dagin samn við sín um
nærm astu í einum lítl um
primi tivum húsi nær indis
skógi og strond í Norður
sælandi, har hann skal
vera í tríggjar vikur og gera
nýggjar føroyskar sangir.
Men øll tey, sum fegin
vilja heiðra Stanley, eru
væl komin í Føroyahúsið
á Vesterbrogade 17 í Keyp
mannahavn, har hann held
ur føðingardagin 29. apríl frá
klokkan 16 19.
T Ó R S H A V N A R K O M M U N A
9.- 15. MAI
Les meira um umhvørvisvikuna á
www.torshavn.fo
Stanley Samuelsen seksti
ANDLÁT
Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og
kenningum, at okkara høgt elskaða mamma,
vermamma, omma og systir
Hella Olsen
Tórshavn
andaðist á Ríkissjúkrahúsinum
mikudagin 27. apríl, 62 ára gomul.
Bønarhald verður í Landssjúkrahúskapellinum
leygardagin 30. apríl kl. 16.00.
Jarðarferðin verður úr Havnar kirkju
sunnudagin 1. mai kl. 14.00.
Vegna tey avvarðandi
Niels Juel, Liljan og Randia