Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-04-29, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 29. apríl 2011síða 26

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 29. apríl 2011 · Nr. 49 26 Sosialurin Ítróttur Føroyska 1. Deild kvinnur nr. lið dystir vunni javnt tapt + mál - mál +/- stig 1 KÍ 4 3 1 0 15 2 +13 10 2 AB 4 3 1 0 15 3 +12 10 3 Víkingur 4 1 1 2 10 10 0 4 4 Skála 4 1 1 2 4 8 -4 4 5 B36 4 1 1 2 2 9 -7 4 6 HB 4 0 1 3 1 15 -14 1 nr. lið dystir vunni javnt tapt + mál - mál +/- stig 1 KÍ 4 3 1 0 13 4 +9 10 2 EB/Streymur 4 3 1 0 9 3 +6 10 3 B36 4 2 2 0 9 3 +6 8 4 Víkingur 4 2 1 1 11 5 +6 7 5 HB 4 2 1 1 8 2 +6 7 6 NSÍ 4 2 1 1 7 6 +1 7 7 ÍF 4 1 1 2 5 9 -4 4 8 B68 4 0 1 3 4 8 -4 1 9 07 Vestur 4 0 1 3 3 12 -9 1 10 B71 4 0 0 4 1 18 -17 0 Føroyska Vodafonedeildin Hilmar Jan Hansen Í hesum døgum er stór altjóða svimjikapping fyri brekað í Berlin, German Open, har um­ leið 450 svimjarar úr 30 lond­ um eru við. Teirra mill um er 12 ára gamla Krista Mørkøre úr svimjifelagnum Ægir, sum um­ boðar ÍSB í stóru kapp ingini. Krista skal í Berlin bæði kappast við svimjarar í sínum egna aldursbólki, umframt svimjarar, sum eru í sama handi capbólki, og hon er við í kappingum í bæði frí svimj ing, bringusvimjing og firvalds­ svimjing. Fyrsta kappingin var í gjár í 50 metra frísvimjing, har Krista kláraði kravtíðina til EM í summar, tá hon fekk tíðina 35,11 sekund, sum er eitt fitt petti niðan fyri kravtíðina, ið er 35,67 sekund. Hetta úrslitið gav Kristu eitt bronsuheiðursmerki í ungdómsbólkinum og eitt níggj undapláss í opna bólk­ inum. Í dag skal Krista kappast í 100 metra frísvimjing, 50 metra firvaldssvimjing og 200 metra bringusvimjing, um framt at hon aftur skal í hylin sunnu­ dagin. hilmarjan@sosialurin.fo Krista klárar kravtíð Svimjing 12 ára gamla klaks­ víksgentan kláraði kravtíðina til EM í svimjikapping í Berlin í gjár Krista Mørkøre Hilmar Jan Hansen Skjótt gongur tíðin, tí tá dystirnir í Vodafone­kappingini eru spældir um vikuskiftið, er fyrsti triðingur av landskappingini longu komin í helvt. Fyrsti dysturin í hesum fimta umfarin verður spældur í Fugla firði í kvøld klokkan 18.30, tá ÍF tekur ímóti HB. Serliga ÍF man fara at leggja nógv fyri, tí fýra av 12 møgu ligum stigum er ov lítið, men neyvan eru teir í HB heldur nøgdir við síni sjey stig, so her kann helst alt henda. B71 er einasta liðið, ið enn einki stig hevur fingið, og talan hevur tvær ferðir verið um tennisúrslit. Nú skulu sandoyingar aðru ferð á rað taka ímóti á sínum nýggja gras­ líkisvølli, har gestirnir verða B68, sum bara hevur fingið eitt stig. Við øðrum orðum er hetta botn upp­ gerðin hesa ferð. Hinvegin er toppdysturin uttan iva tann í Gundadali, sum er millum B36 og EB/Streym. Serliga gestirnir úr EB/Streymi hava havt sera góðan vind í seglunum, men B36 hevur eisini staðið seg munandi betur enn undanfarin ár, tá úrslitini ikki hava verið nøktandi. Bara eitt lið er framman fyri sundalagsmenn, og tað eru upp flyt­ ararnir úr KÍ, sum hava lagt til brots við fullari ferð. Hesa ferð tekur KÍ ímóti NSÍ, sum eisini hevur havt toluliga byrjan við torførari mót­ støðu. At enda spælir Víkingur á heima­ vølli ímóti 07 Vestur. Víkingur er eitt av liðunum, ið liggur beint aftan fyri trý tey fremstu, og ta støðuna vilja gøtumenn og leirvíkingar neyvan spæla sær av við, hóast fleiri munnu vera á einum máli um, at 07 Vestur hevur víst meira, enn einsa malla stigið kundi bent á. hilmarjan@sosialurin.fo ÍF og HB spæla í kvøld Fótbóltur Fyrsti dysturin í fimta umfari verður í Fuglafirði í kvøld, og so verða hinir fýra dystirnir allir spældir í morgin Fuglfirðingar takað ímóti føroyameistarunum í kvøld Mynd: Álvur Haraldsen Hilmar Jan Hansen Vágbingar hava í vikuni gjørt nógv burturúr at pynta og annars gera klárt til stóru gallaveitsluna hjá hondbóltinum í annaðkvøld, sum VB í ár er vertur fyri. Sjálvt borðhaldið verður í ítróttarhøllini og so verður dansurin aftaná í VB­ húsinum. Tilsamans hava um 300 fólk teknað seg til veitsluna, har sjálvsagda hæddarpunktið verður, tá tey bestu í hondbóltskappingini í vetur skulu heiðrast. Sum vanligt, hevur atkvøðugreiðsla verið, men umframt teir heiðrarnar, hava landsliðsvenjararnir hjá kvinnum og monnum eisini hesa ferð tikið út hvør sítt ársins lið. Undanfarnu árini hevur H71 skipað fyri serligari gallaveitslu fyri tey 17 ára gomlu, men veitslan hesa ferð, ið skuldi verða leygarkvøldið 9. apríl, varð tíverri av ongum, tí undirtøkan hesa ferð var ov lítil. hilmarjan@sosialurin.fo Heiðra tey bestu í Vági Hondbóltur Um 300 hondbóltsfólk hava teknað seg til gallaveitsluna hjá hondbóltinum, sum verður í ítróttar­ høllini í Vági í annaðkvøld. Millum annað verða ársins bestu heiðrað Hilmar Jan Hansen Seinnapartin í morgin skipar Fimleikasambandið fyri fim­ leikakappingar í ítróttar­ høllini á Hálsi í Havn. Vænt­ ast kann, at hetta verða javn ar kappingar, tí í vetur hev ur munurin á liðunum ver ið sera lítil. Fyrst verður B­kappingin hjá pinkum, smágentum og gentum klokkan 13, har sjey lið hava meldað til, og síðani verður FM­kappingin hjá pinkum og smágentum klokk an 15.30, har átta lið eru til meldað. Dómarar í kappingunum í morgin eru Jeanette Blåsvær, Beinta Danielsen, Heidi Davidsen, Dagmar Clothier, Elin Guttesen, Elna Johannesen, Guðrun M. Hansen, Eva M. Holm, Maj Johannesen, Poula M. Kass og Anna Rein. hilmarjan@sosialurin.fo Fimleikur á Hálsi Vodefone-deildin 29/04 18.30 ÍF-HB 30/04 15.00 B71-B68 30/04 15.00 B36-EB/Streymur 30/04 17.00 KÍ-NSÍ 30/04 18.30 Víkingur-07 Vestur 1. deild menn 30/04 17.15 HB II-AB 01/05 13.30 07 Vestur II-FC Hoyvík 01/05 14.45 FCS-EB/Streymur II 01/05 15.00 NSÍ II-Víkingur II 01/05 15.00 Skála-TB 1. deild kVinnur 01/05 12.30 HB-AB 01/05 17.15 B36-Víkingur 01/05 19.00 Skála-KÍ Dystir um vikuskiftið