Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-04-29, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 29. apríl 2011síða 2

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 49 · 29. apríl 2011 2 VIKUSKIFTI Kongalig Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Í dag hevur Bretlandi verið á gosi, tí krúnprinsurin William giftist Kate Middleton. Hetta er størsta hending í bretska kongshúsinum í nógv ár, og bretar, sum fylgja væl við kongs­ húsinum, hava veruliga vent eygu og oyru ímóti teimum kongaligu í dag. Kate Middleton, sum er eitt ár eldri enn prinsurin, hon giftist við, hitti William á Skt. Andrews universitetinum í Skotlandi. William skal hava sagt, at tað var ein kjóli, sum hon var í, sum av álvara fekk hann at venda eyguni ímóti henni. Kate og William hildu nógv saman á skúlanum, og tað eru átta ár liðin, síðani tey av álvara funnu saman. William hevur verið bangin fyri, at Kate skuldi fáa somu lagnu sum mamma sín, Diana prinsessa, sum ikki var so vælkomin í kongsfamiljuni, hóast hon var sera populer millum fólkið. Diana prinsessa doyði bert 36 ára gomul í eini ferðslu­ vanlukku í París. Glaður fyri meg Kate Middleton er frá eini miðal­ klassa familju, men fáa William og hon trún una, verður hon fyrsta drotning í Bret landi, sum hevur út búgving av universiteti. – Skal eg vera glað fyri at vera saman við William? Eg haldi, at hann skal verða glaður fyri at sleppa at vera saman við mær, hevur Kate sagt í eini sam røðu. Bretskir fjølmiðlar vilja verða við, at bretska kongshúsið hevur tikið væl ímóti Kate Middleton, og tí verður ikki roknað við, at hon fær somu lagnu sum Diana prinsessa. Tá Inna var klovn! Redaktørur: Eyðun Klakstein Útgevari: Sosialurin, www.sosialurin.fo Umbróting: Sosialurin · Høvuðssniðgevi: Pætur Eyðunsson Jensen Forsíðumynd: Kristel Lisberg / Jens Kristian Vang 2 KLumma: Tá Inna var klovn 4 IntErVIEw: krIsTel lIsberg 6 tIPS: bóksTavIlIgT rák 8 tIL arbEIðIS: sjúrður skaale 10 baKgrund: ChrIsTIanIa sTongT 14 arKItEKturur: alberT IsfeldT skrIvar 16 Í rangaStrúPan: YmIskT úr mIðlunum 16 umafturafturum: høgnI djurhuus 17 90 SEKund: hallfríð djurhuus 18 KaPPIngar: vInn góðar vInnIngar 20 baKgrund: TjernobYl skakaðI allan heImIn 24 mIðLamJarr: Tað sIga TeY á faCebook og í mIðlunum 27 tað hEndIr: konserTIr, TIlTøk, bøkur og annað 28 VIKumyndIn: 25 ár síðanI TjernobYl INNIHALD klumman Inna Törnroos KAtE MIDDLEtoN kann gerast fyrstA bretska DrotNINgIN við høgari útbúgvINg. Í dag gIftIst hon KrúNprIsNINuM WILLIAMI, sum hon hitti á skúla Í sKotLANDI kate verður drotning William krúnprinsur og Kate Middleton eru í dag gift Eitt av mínum heldur øðrvísi summar­ arbeiðum var í einum tivoli. Heima í Sørvági bleiv tað bara til: »Ja, Inna, hon arbeiður sum klovn«. Men faktiskt var tað løgni stjórin í tivoli, sum var klovnurin, og vit onnur vóru bara noydd at hava klovnanøs á. Hon reyk av líka so skjótt, sum stjórin hevði vent okkum ryggin. Eg var forferdiliga vánalig til arbeiði sum klovnahjálpari. Ein av uppgávunum var at stýra einari rúmdraket ígjøgnum eitt »Jurassicpark«­líknandi landslag. Míni ferðafólk ristu bara við høvdinum, tá tey fóru út gjøgnum hurðina – eg royndi at goyma meg aftanfyri róðri, men sá og hoyrdi, tá tey søgdu: »Hon snaraði rakettina til høgru, tá hon skuldi kava til vinstru ...« Løgni stjórin var umborð einaferð, og aftan á tað slapp eg ongantíð aftur at stýra rakettini. Gott at man ikki satsaði uppá at gerast pilot! Ein onnur av uppgávunum var at halda urtagarðarnar vakrar fyri gestunum. Har var eg íðin ­ og kanska eitt sindur ov íðin, tí tað lukkaðist mær at lúka blómur fyri túsundatals krónur vekk. Helt, at tað út sum hømilia, men tað var ein dýrabar blóma, sum løgni stjórin heilt víst ikki vildi av við. Eitt, sum eg tó dugdi, var at selja. Kanska ikki so ivrig, men ongin kærdi seg um candy­ floss ella byrsurnar, tey nýttu at skjóta blóm­ urnar niður við. Tað býttasta, eg gjørdi, var tó móti end­ anum av sumrinum Tá veddaðu eg og ein av ungu, bangnu stavsfelagunum hjá mær um, hvørt hann tordi at hoppa bungyjump. Tordi hann, skuldi eg eisini. Eg væntaði ALDRIN at hann fór at hoppa. Men brádliga gevur hann mær brillurnar, tømir lummarnar og fer upp í kranabilin og verður lyftur 40 metrar upp í luftina. Eg var í sjokk, men visti at eg var næst! Bebbarædd skrivaði eg undir upp á, at um eg doyði, hevði eg bara mær sjálvum at skylda, og lat meg í beltini, sum skuldi halda mær á lívi. Eg bíðaði til vindurin var tann rætti og hoppaði út yvir parkeringsplássið. At hoppa soleiðis var onki minni enn fantastiskt – beint tá! Men um kvøldið kom eg í tankar um eina týdningarmikla detalju – eg hevði biholsbetendilsi! Av! Av! Av! sigi eg bara! Bungyjump+biholsbetendilsi = NoNo! Summarið bleiv til heyst, og eg var ein av teimum síðstu, sum gavst í tivolinum. Løgni stjórin var ikki so løgin longur ­ ella var tað kanska eg, sum var vorðin líka løgin! Summarið 1992 var mítt fyrsta og síðsta sum klovnahjálpari. Hví, gita tit nokk sjálvi!