fríggjadagur 29. apríl 2011síða 4
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 49 · 29. apríl 2011
4
VIKUSKIFTI
Tónleikur
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Hóast hon framvegis er ung song
kvinna, hevur Kristel Lisberg verið
frammi í føroyskum tónleiki í nógv
ár. Hon var bert 12 ára gomul, tá ið
hon av álvara fór undir framførslur á
konsertum saman við pápa sínum, og
hon var 14 ára gomul, tá ið hon sang
sangin There Ain’t No Love inn, sum
varð nógv spældur.
Seinastu tíðina hevur Kristel ikki
verið so virkin við framførslum, men
nú hevur hon givið nýggjan sang
út, sum boðar frá nýggjum tíðum í
hennara tónleikalívi. Country tónleik
urin er lagdur til viks, og nú bjóðar
Kristel meira moderaðan popp
tónleik.
– Eg havi verið vekk frá føryska
tónleikapallinum eina tíð, men eg
havi arbeitt nógv við at skriva sangir
og royna at finna meg sjálva innanfyri
tónleik. Eg mátti líka staðga á og gera
upp við meg sjálva, hvør eg eri, og
hvat eg vil við tónleikinum, sigur
Kristel Lisberg.
– Eg havi altíð ætlað mær at satsa
innan fyri tónleikin, og tað er vigtigt
at finna sín stíl, og tað er eisini vigtigt
at kunna standa 100 prosent fyri tí,
sum tú kemur fram við, sigur hon.
Altíð sungið
Kristel Lisberg er longu ein royndur
sangari, og fyrstu framførsluna hevði
hon longu sum smágenta.
– Eg havi sungið, síðani eg byrjaði
at ganga. Eg upptraðkaði fyrstu ferð
alment, tá eg var 7 ára gomul. Tað
var á eini jólakonsert í høllini í
Trongis vági, har eg og Brandur Enni
sungu fyri fyrstu ferð alment. Síðani
eg var 12, havi eg sungið á nógvum
kon sert um saman við pápa mínum,
sigur Kristel Lisberg. Hon er dóttir
Jens Lisberg, sum hevur verið virkin
í før oysk um tónleiki í nógv ár.
– Flestu fólk kenna meg fyri
country tónleik, tí eg havi verið við
til nógvar countrykonsertir, men
eg havi eisini sungið sangir hjá eitt
nú Christina Aguilera og Whitney
Houston, sigur hon.
Ein upptøka av sanginum Blue
Moon of Kentucky hongur framvegis
uppi í henni, og countrysangurin
Ain’t No Love var eisini nógv spældur
í síni tið.
– Countrytónleikur er ikki ordiliga
tað, sum eg brenni fyri í dag. Eg var
so øgiliga ung, tá eg byrjaði at syngja,
so eg havi ikki verið vís í, hvør eg
var sum kunstnari innan tónleik, so eg
havi prøvað nógv ymiskt, sigur hon.
Meira popput
Kristel Lisberg hevur arbeitt nógv
við tónleiki seinnu árini, hóast hon
ikki hevur givið tónleik út ella havt
framførslur.
– Eg havi verið eitt ár niðri, og
har havi netverkað við kontaktum
innan tónleikaheimin. Eg havi møtt
fólkum, sum vilja hjálpa mær, og eg
havi eisini spælt ymsar demosangir
inn, sigur Kristel.
Hon hevur nú givið ein nýggjan
sang út. Sangurin kallast In The
Lights, og er ein meira popputur
sang ur enn hinir, sum Kristel hevur
sung ið inn.
– Beiggi mín Thorbjørn hevði
skrivað eitt lag, og hann vísti mær tað
einaferð, eg vitjaði hann í Danmark.
Mær dámdi væl lagið, og eg skrivað
ein tekst upp á ein hálvan tíma. Hes
um sanginum hava vit so arbeitt nógv
við, so eg kundu fáa rætta ljóðið til
mín, sigur Kristel.
– Eg havi roynt at funnið ein stíl,
sum ikki bara er líka sum alt annað.
Tað skal helst skilja seg eitt sindur úr.
Hetta er ein poppsangur við eitt sindur
av elektro uppií. Sangurin er eitt
sindur myrkur og djúpur, men hann
riggar eisini væl á dansigólvinum,
sigur hon.
Meira tónleikur á veg
Kristel hevur skrivað nógvar sangir
saman við beiggja sínum, sum eisini
fæst nógv við tónleik.
– Hetta er fyrsti sangur av fleiri,
sum fara at koma út. Eg hugsi um
at gera eina fløgu, men tað verður
ikki her og nú. Fyrst ætli eg mær
at vita, hvussu fólk reagera upp á
hendan nýggja sangin hjá mær, sigur
Kristel.
Henni dámar væl tónleik hjá
songkvinnum sum Christina Aguilera,
Whitney Houston og Celine Dion.
– Mær hevur altíð dámt væl diva
tónleik. Tá ið hini børnini vildu sleppa
at syngja Dukka mín er blá, vildi eg
sleppa at syngja okkurt hjá Celine
Dion, sigur hon.
Nýggi sangurin In The Lights
er farin í umfar á Rás2 og í Kring
varpinum, og sangurin hevur hesa
vikuna verið eykalag á 15 teimum
bestu.
Sangurin kann eisini hoyrast á
myspace.com/kristellisberg
Kristel
í ljósinum
– Eg havi brúKt sEinastu tíðina til at finna mEg sjálva í tónlEiKinum,
sigur KristEl lisbErg, sum aftur Er aKtuEll við nýggjum tónlEiki