Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-04-29, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 29. apríl 2011síða 14

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 49 · 29. apríl 2011 14 VIKUSKIFTI 1. partur Albert Isfeld post@sosialurin.fo Týsdagin 8. juni The Big Apple Farið var til London snimma morg­ unin eftir, og lendu vit á Heatrow flog­ vøllinum um middagsleitið. Úr London var fari til New York við jumbojet – eitt ordans jetflogfar, sum í stødd mest minti um eitt skip. Lendu á JFK floghavnini í New York 7,5 tímar seinni í besta veðri. Lokaltíðin er nú kl. 13.30. Beint tvørturímóti tí vit høvdu hoyrt um teir bondsku og harligu amerikonsku immigratiónsmyndugleikarnar, blivu vit móttikin av smílandi og prátingar­ som um »Immigrants Officers« ,sum vilja práta um hvar vit koma frá og undr ast yvir okkara grønu pass, og hví vit ikki høvdu tey reyðu, sum danskarar vanliga brúka (hjá okkum er hetta hent­ leikapass). Okkurt skemt um, at mítt skegg var heldur longri enn víst á passmyndini, og at tað helst kom av tí langa flúgvi­ túrinum, flentu vi báðir at. Vit greidu so frá okkara tilknýti til Danmark við okkara »homerule« v.m. og siga frá okkara støðu sum »colony« og ynskið um »independence«, og hetta skiltu teir væl – høvdu sjálvir verið koloni hjá bretum, sum at kalla øll staðarnøvn herumleiðir bera boð um. Vit taka ein taxa inn til »The Big Apple«, sum New York verður kallaður. Sum altíð, tá man koyrir inn í ein stórbý, gongur ferðin gjøgnum eina kaka foni av ljótum forstøðum við eini bland ingi av ógvuliga missháttum vinnu bygningum og meira og minni miserablum bústaðarbýlingum til teir »lægru« klassarnar, hesir, sum altíð verða settir aftast í køina, og fáa tey vána ligastu byggiøkini at seta búgv í. Tá vit hava koyrt í umleið eitt korter, dagar Manhattan knappliga fram, og okkara forvæntingar um henda metro­ pol blíva við brestin innfríaðir. Bygn­ ingar nir daga himmalhøgt burtur úr dags brúnni sum ein stórur samlaður massi eins og eitt fata morgana. Aftaná umleið ein hálvan tíma við taxa, í gøtum millum fjallahøgar bygn­ ingar, eru vit komin til 232 West 29th. St. mitt á Manhattan, har vit skulu búgva á Holiday Inn Hotel, ein bygn ingur í »bert« 15 hæddum í einum býarparti, har meðalhæddin á húsunum er um 20­ 25 hæddir. Býarparturin eitur Chelsea – júst tað sama sum býarparturin í Londan, sum vit kenna so væl. Taxabilførarin, sum at kalla onki hevði sagt allan túrin, vísti seg nú, tá vit siga farvæl, at verða ein sera fryntligur maður og spurdi hvaðan vit komu, og tá vit søgdu Faroe Islands, var hann eitt sindur ørkymlaður, men tá ið vit søgdu, at oyggjarnar lógu norðanfyri Skot­ land, visti hann hvar áleið vit komu, og ynskti okkum at »Have a good day«. Tá vit hava installera okkum á hotell inum, kom fjáltur á onkran av okk um at sleppa út í býin at »uppliva« – klokk an var bara hálvgun fýra, og vit fóru til stroks. Leiðin gekk beinleiðis til Empire State Building, tað stóra ikonið í New York, og tá vit komu fram og standa undir hesum velduga bygningi, sum er 102 hæddir høgur, sígga vit, at opið er, The land of the free OkkArA lítla ferðAlAg, sum umfAtAðI Katrin, Konu mín, og systrAr mínar, Áslaug og Herdis og meg sjálvAn fóru mánAdAgIn 7. junI við atlantic airways úr vágum í mjørKaveðri Kl.8.15 og lendu í keypmAnnAhAvn um tíggjutíðInA, Har vit lógu nátt Á Hilton Hotel við flogvøllin AmerIKAtúrUr 7. TIl 30. junI 2010 Innleiðing Landið, Columbus og Leivur Eiriksson settu fótin á, skuldi blíva mikil tjóð, sum skuldi koma at standa í fyrstu røð í stríði mannaættarinnar fyri frælsi og fríum virkishugi. Fyri fjøld av europearum var USA tað játtaða landi við gulli á gøtunum... og við ótømandi møguleikum. Frælsishugur teirra, sum við Mayflower løgdu frá landi í Plymouth í Englandi og lendu á Cape Cod í Massachusetts í 1620, var teimum í blóði borðin og vildu tey taka land í Amerika, sum skuldi gerast betri enn tann gamli heimurin. Grundfesti høvdu teir heimanífrá í Magna Carta, Habeas Corpus og parlamentarismuni og bretskari siðvenju á hesum øki, sum ikki var aðrastaðni í Europa, sum um hetta leitið leið undir harðræði einaveldiskonga. Hesin førningur hevur ligið sum støði undir USA í dag. Innleiðingin til amerikonsku grundlógina byrjar við hesum hábærðsligu orðum »We the people of the United States...« sigur ikki so lítið um endamálið at byggja landið. Henda grundlóg hevur verið frymilin hjá fleiri øðrum londum, sum seinni fingu fullveldi, og er eisini ein fyrimynd í okkara ætlaðu nýggju grundlóg, um vit vakna aftur úr dvala og fáa upp í lag... Columbus nemur land Leivur Hepni Mayflower New York Skyline