fríggjadagur 29. apríl 2011síða 15
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 49 · 29. apríl 2011
15
VIKUSKIFTI
og vit fara inn og keypa billettir heilt
uppá toppin.
At hetta er ein bygningur, sniðgivin
í Art Deco stíli, sæst tíðiliga innan tá
man trínir inn í henda flotta bygning
og inn í eina forhøll fult designað
í Art Deco – eitt satt meistaraverk í
arkitektoniskum stráliglansi. Sum vit
ganga nakað upp í bygningin, síggja
vit bordar á veggjum, loftsgesimsar,
rekkverk í trappum, gólvmynstur og
lampur – alt í hesum sama Art Deco
stíli. Arkitektarnir vóru: Shreve, Lamb
& Harmon.
Bygningurin var so nógv sum til
bar, gjørdur úr præfabrikeraðum bygn
ingslutum, sum komu aðrastaðis frá í
landinum, har teir vóru framleiddir,
og síðani sendir til byggiplássið við 5.
Avenue í New York, har teir vóru settir
upp á pláss í bygninginum.
Uttan eru tey lodrættu vindeyga
bond ini, sum fáa bygningin at virka
enn hægri, klødd og dekorerað við
rust fríðum stáli í Art Deco.
Tað sum kundi undra, var, at bygn
ingurin, sum stóð liðugur í 1931, er so
vælhildin, og vit fingu skjótt ta fatan,
at newyorkarar vóru góðir við henda
bygning, og hann verður ofta nevndur
av guidum,sum taka sær av ferðandi,
og á gøtunum eru skelti, sum vísa til
hvar Empire State stendur.
Uppi á 86. hædd er uttandura út
sýnis pallur, sum er tjokkaður av fólki
og her hoyrast øll tungumál, og entu
siasman sæst í eygnabráðinum hjá
vaksnum og smáum – kvinnum og
monn um.
Útsýni her er tað besta í New York,
og tú sært allan býin og út har býurin
endar, og eingjagarðarnir taka við, og
allar brúgvarnar, havninar og áirnar,
og heilt til havs.
Sum tú stendur heruppi, sæðst
hvussu tættur býurin er, og hvussu
nógvir høgir bygningar standa lið við
lið í bein um rekkjum, eins og í ymsum
vinkl um hvør at øðrum. Her frá síggjast
ongi grøn øki burtursæð frá Central
Park og onkur hissini grønur blettur
og man undrast yvir, at menniskjan
kann búgva í einum sovorðnum hurli
vasa og fjøld av høgum húsum og ský
skravarum.
Apropos skýskravarum, hoyr her,
hvat kendi amerikanski arkitekturin,
Philip Johnson, sum hevur teknað fleiri
skýskravarar og m.a. er kendur fyri at
tekna tann kontroversiella bygningin
til AT&T Headquarter, hugleiðir um
skýskravarar:
Philip Johnson:
»Eg haldi, tann áhugaverdi
spurningurin er, hví menniskjan
ynskir at byggja upp til himmals...«
»Skýskravarin bleiv ein partur
av tí kommersiella heiminum, tí vit
høvdu onga religión sum vit kundu
úttrykkja...«
»Fólk hava ymsar meiningar um,
hvussu skýskravarin bleiv til, men í
øllum mentanum er tað í grundini
bert ein orsøk, og hon er, at mann
byggir høgt grundað á religiøsa trúgv
ella fyri at vísa seg...«
»Hetta ynski um at byggja høgt
tykist sum ein náttúrlig trongd,
akkurát sum sex og slagsmál...«
»Hugsa bert um søguna um
Babelstornið. Hon snýr seg um vald
– vald og dominans...«
Og hetta verður sagt í einum ameri
konskum arkitektatíðarriti um tann
post modern istiska bygningin, sum
Philip Johnson teknaði til AT&T:
»Við AT&T bygninginum risti tann
stílmedvitandi Philip Johnson –
býarmenniskja, stuttligur og vandin
– upp í byggisiðin, sum gjøgnum
trý ártíggir var sovnaður dovisliga
í banalum glas- og stáltolkingum
av modernismuni av so at siga
øllum arkitektum, sum tá teknaðu
høvuðssæti til vinnuvirkir.«
Empire State Building
AT&T Building
Gamalt og nýtt møtast í New York
Forhøllin í Empire State
New York úr erva
Broadway úr erva