Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-04-29, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 29. apríl 2011síða 16

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 49 · 29. apríl 2011 16 VIKUSKIFTI Tá babba er sjúkur Málmunur Tað er vorðið so hundans ótrygt at vera stjóri. Stjórastarv er ikki longur eitt lívsstarv. Hvør dagur kann nú gerast dómadagur. Tey duga ikki á morgni at siga, um tey fara heim seinnapartin við einari uppsøgn og nøkrum milliónum í stresstaskuni. Almennu stjórarnir verða settir í fimm ár, so tey hava stundir at prógva, at tey eru verd álitið og lønina, tey fáa. Tað eru verri enn øll sum skilst. Tí miðalstarvstíðin er styttri enn fimm ár. Fimm ár eru annars stutt tíð, nú tíðin gongur skjótari enn nakrantíð áður. So skjótt gongur hon, at nú renna tey flestu maraton fyri at klára at fylgja við tíðini. Hví verða so nógvir stjórar tveittir út úr kuldanum á tindin­ um? Frágreiðingarnar er ymiskar. Tann almenna, sum fjølmiðlarnir fáa, og hin, sum øll onnur siga seg vita um, men ikki siga al­ ment. Men nakrir stjórar verða koyrd ir ella verða bidnir um at siga upp, tað riggar líka sum betur, tí starvsfólkini ræðast teir. Blíva sjúk av teimum, fáa ikki arbeitt fyri teimum, trívast ikki. Og so skriva tey neyðarróp til fakfelagið. Skriðan leypur. Álvaratos, hvar fanin stendur tað skrivað, at fólk eiga at trív ast á arbeiðsplássinum? At arbeiðs­ plássið er ein vælverustøð, ein hugnakrókur? Ikki í halgubók. Nei, fólk eiga bara at vera fegin og takksom ikki minst, hava tey eitt arbeiði, sum tey fáa sína feitu løn fyri, eisini fyri royki­ og sleygisteðgirnar. Og arbeiðið er bara ein triðingur av lívinum. Trivnaður á arbeiðsplássinum, gomorin fyri eitt krav. Vilja fólk trívast, so er tað heima við hús, í hjúnabandinum, í kirkjuni ella samkomuni, á plen­ uni, við barrdiskin, í bindi klubb­ anum, í bátinum. Arbeiði er beinharður veru­ leiki, einki hygghygg. Og hví fata fólk ikki nakað so einfalt sum, at arbeiðsgevarin, stjórin, ræður á arbeiðsplássinum. Á arbeiðsplássum, har sum fólk ikki enn, í 21.øld, hava fat að hetta, eru atfinningar og spurn­ ingar og ivi avskrivað sum grenj. Trivnaður, eitt tómt orð av so nógvum tómum orðum, sum serliga fakfeløg og sjálvskaptir guruar, 1000 krónur um tíman, takk, varpa í allar ættir. Arbeiði er arbeiði, ikki hugni. Arbeiðsdagurin er ikki ein átta tíma hugnaløta. Tey, sum ikki góðtaka tað, eiga at siga upp og fara at hugna sær uttan fyri arbeiðsmarknaðin. Stuðul fæst til tað. Tað átti ikki at verið so tor ført at skilt í einum pseudo kapital ist­ iskum samfelagi. Stjórar gera sítt besta, tað hava tey lært. Apurnar á gólvin­ um vita ikki, hvussu ringt tað er at stýra, tá eingir pengar eru, og øll eru misnøgd og grenja. Koyrdir stjórar líða tó sjáldan nakra neyð. Tey gerast ráðgevar, konsulentar, í tí, sum tey, sum skilst, ikki dugdu, tá tey vóru stjórar og tí blivu biðin um at stinga í stresstaskuna. Dugdu og dugdu, tað er sum fólkini undir teimum grótu um, at tey ikki dugdu. Og so fáa teir nakrar milliónir við sær í taskuna eisini á vegnum út. Men, samanumtikið, handan misskiljingin, at fólk eiga at trív ast á sínum arbeiðsplássi, at stjórin er ein hugnagubbi, má man ast norður og niður eina ferð fyri allar. Annars gleði eg meg nú mest til at gerast ríkur skjótt. Ikki tí at stjórarnir, sum leygardagin reyða dyrkaðu ein annan gud enn Mammon, minnast til mín. Nei, tí eg vinni eina vedding. Tíðliga á heysti í fjør veddaði eg, at Manchester United vinnur ongan skap í ár. Nú er komið hálva leið. Bara spell, at eg veddaði við meg sjálvan og ongan annan. Gúppað út úr kuldanum UmaftUrafturum høgni djurhuus Stakkals Patursson! Tróndur innpakkaður við Ringvegin Vágaportalurin Farið út og spælið! Hósdagin 28. apríl kl. 19 skipar HSF fyri fundi um barnahondbólt í ÍSF húsinum Tíðindaskriv Flott! Løgtingið samtykt eina skandalu Portal Stórtíðindi! Eivør saman við Nik & Jay Dimma Stórfingin gáva Tað er Idé Møblar, ið hevur latið vøllin, sum kostar tvær milliónir krónur. portal.fo Ikki heilt greitt Nú er greitt, hvørji bjóða seg fram sum løgtingsvalevni fyri Sjálv­ stýris flokkin í Streymoy – og fleiri eru á veg, boðar Streymoyar Sjálv stýrisfelag frá í kvøld. Portal.fo Víkingarnir fóru við øllum Portal.fo Einki reytt kort undan dystinum Bæði liðini fullmannaði, tá Lars Múller brúkslaði dystin í gongd Norðlýsið Býta trý stig? 07 Vestur og KÍ býttu stigini Kringvarp.fo Trý stig? Løgreglan fulla úrtøku Portal.fo Marner og Bjarni eisini í tingið? Lógvatakið hjá Marneri Jacobsen og Bjarna Olsen komið í tingið Portal.fo ranga í strúpan Tá babba er sjúkur steðgar verðin. Boð verða givin til tey nærmastu. Arbeiðið verður avlýst. Sjónvarpið verður trilLað inn í sovikamarið. Matur og drekka borin upp á songina. Og samkensla verður sýnd. Tá mamma er sjúk, er døgurðin seinkaður 10 minuttir! Onkur skal halda skil á mongu fótbóltsúrslitunum gjøgnum eitt heilt kappingarár. Til tað hevur Fótbóltssambandið eina almenna heimasíðu, sum heldur stýr uppá, hvør vinnur hvat nær. Men tað er líkt til, at tað kann verða eitt sindur trupult at halda stýr upp á úrslitini. Í øllum førum duttu vit fyrst í vikuni um fýra skeiv úrslit í Vodafone­ deildini á FSF­síðuni. So er tað vóna, at málmunurin ikki verður avgerandi fyri støðuna í ár! Stundum verður tikið til, at heimurin stendur ikki leingi afturat. Og okkurt er, sum bendir á tað. Í øllum førum vóru tíðindini úr útheiminum ikki hugaliga herfyri. Her er ein listi yvir uttanlandstíðindi, sum hava vóru á portalinum eitt skifti. Sær einki út – Segði tú nakað góða? – Nei – Okay, so má tað hava verið roykalarmurin