Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-05-02, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. mai 2011síða 4

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 2. mai 2011 · Nr. 50 4 Sosialurin Vit kunnu bíða – men ikki oV leingi KOMMUNA – Vit høvdu ikki væntað at fáa játtandi svar soleiðis beinanvegin. Men vit hava kortini ikki sett okkum hendur í favn, tí vit mugu og skulu finna eina skilagóða loysn á skúlamálinum, sigur Albert Ellefsen, borgarstjóri í Vága kommunu. - Mugu vit bíða, so bíða vit eitt sindur, men ikki ov leingi. Orð: Snorri Brend Giljanes: - Vit mugu bara geva tol, tí ein loysn má finnast so ella so, slær hann fast. - Vit fara á fundi við Fíggjarmálaráðið mána dagin at tosa afturm støð una. Í eina tíð hevur komm- un an arbeitt við eini ætlan at byggja nýggjan skúla á Giljanesi, ístaðin fyri tann 50 ára gamla skúlan ið ligg ur millum Miðvág og Sanda vág. Í fjør varð soppur stað - festur í skúlanum, og tí er hann óegnaður sum arbeiðs stað hjá bæði næm- ingum og lærarum. Henda veruleikan kann eingin liva við, og tí hevur kommunan arbeitt við at finna eina endaliga loysn í skúlamálinum. Og tann skilabesta loysn in er hon, at byggjast skal ein nýggjur skúli sum er mettur at kosta 60 mió krónur íalt. Av hesum varð mett, at fyrsta byggistig hevði kostað 42 mió. Spurn- ingurin er so, um ella nær tey sleppa at fremja hesa neyðugu íløguna í verki. Klárt Arbeiðið við tí nýggja skúl an um var annars kom ið so mikið langt, at for prosjektið er gjørt og skits urnar klárar. – Tað er í roynd og veru klárt at fara undir detail-prosjekteringina, vísir Albert Ellefsen á. Sambært ætlanini verður mett at byggingin av nýggj um skúla fer at taka eini tvey ár. Hetta verður kortini ikki veruleiki í fyrsta um- fari, tí kommunan fær altso ikki loyvi til at átaka sær 42 mió krónur aftrat í skuld. Fyrsta byggistig varð mett at kosta hesa upp- hæddina. Men hetta hevði samstundis ført við sær, at nettoskuldin hjá komm- ununi fer 40 pro sent upp um eina álíkning. Og tað er her at Fíggj ar- málaráðið sigur stopp. – Tað skulu heilt ser- ligar um støður til fyri at geva und antaksloyvi til slíkt, hev ur Terji Petersen, ráð gevi í ráðnum sagt í grund gev ingum sínum. – Hesar umstøður eru ikki til í hesum førinum, vísir hann á. Her stendur málið nú, og nú verður bíðað eftir einum fundi mill um kommununa og fíggjar- málaráðið í komandi viku. Útseting Fíggjarmálaráðið vísir í sínum grundgevingum á, at tað eisini eru aðrar kommunur við bygn ingum sum eru í ringum standi, millum annað vegna soppavøkstur. Hóast Terji Petersen vísir á, at ráðið metir at skúla bygging er ein skila góð og neyð ug íløga, verður ikki givið und an- taksloyvi í hes um føri. – Kommunan kann fremja hesa verkætlanina inn an fyri karmar av einari álíkn ing. Men so má annað rað festast øðrvísi, ella verk ætl anir útsetast, sigur Fíggj ar málaráðið. Vága kommuna er um at vera liðug við stórarbeiðið at gera nýggjan dagstovn í Miðvági. Hetta arbeiðið er komið so mikið langt, at tað verð- ur ikki steðgað nú. Spurn- ingurin er so, hvat annað kommunan kann gera. – Tað er sjálvandi altíð ein spurningur, um tað ber til at útseta nakað ella steðga við onkrum øðrum, vísir Albert Ellefsen á. Hetta fæst helst meiri greiða á mánadagin, tá fundur verður mill um kommununa og fíggjar- málaráðið. snorri@sosialurin.fo Kommunuskuld Nýggi skúlin á Giljanesi fer eftir ætlan at kosta 60 mió krónur íalt. Ætlanin er tó at gera 1. byggistigið í hesum umfarinum. Tað hevði kostað 42 mió krónur og kundi verið framt eftir tveimum árum. Ein álíkning hjá Vága kommunu er umleið 54 mió krónur, samstundis sum nettoskuldin er omanfyri 21 mió. Skattaprosentið í kommununi er 23. SOPPUR - Tað hevur skund at fáa bygt nýggjan skúla á Giljanesi, sigur Albert Ellefsen, borgarstjóri í Vága kommunu. Nú verður spurningur settur við, hvørt kommunan fær loyvi at taka lán til eina slíka bygging