mikudagur 4. mai 2011síða 18
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 4. mai 2011 · Nr. 51
18
Sosialurin
Bátafestivalurin
Vælkomin á bátafestival
Flaggdagurin 25. apríl hevur júst
verið, og minnir hann okkum á, at
summar er í hondum. Tað er nú,
at stevnurnar byrja runt landið.
Tann fyrsta árliga stevnan
hevur nú í fleiri ár verið
bátafestivalurin á Toftum, sum
liggur fyrsta vikuskiftið í mai.
Bátafelagið á Toftum hevur hesi
seinastu árini ment hetta tiltakið
til veruliga at vera ein festivalur,
sum er afturvendandi hvørt ár, og
sum fólk tosar um og gleðir seg til.
Aftur í ár hevur festivalurin eina
fjølbroytta skrá fyri bæði børn og
vaksin. Fleiri kend nøvn eru við, sum
fara at undirhalda í stóra teltinum.
Umstøðurnar hjá bátum og
kampingvognum eru í top,
so tað er at seta kós - og
seta hvørjum øðrum stevnu á
bátafestivalinum hin 7. mai.
Vælkomin til Toftir leygardagin!
Símin Johannesen
Borgarstjóri
– Øll eru vælkomin til Toftir leygardagin til bátafestival,
sigur borgarstjórin, Símun Johannesen, borgarstjóri
So byrja bátastevnurnar aftur
Ársins fyrsta bátastevna er stevnan, sum Bátafelagið á Toftum skipar fyri.
Leygardagin verður siglt úr Skálafirði og út í Oyrarnar á Toftum
Vilmund Jacobsen
Skal siglast, má loysast. So einfalt
er tað.
Leygardagin verður so ársins
fyrsta bátastevna. Fyri reik ing
arnar eru í hæddini, og á Toftum
verður vónað, at undirtøkan fyri
regattasiglingini úr Skálafirði og
út í Oyrarnar á Toftum verður
stór – og helst enn størri enn
undanfarin ár.
Seinnu árini hevur tað vundið
meiri og meiri upp á seg at sigla
og njóta frítíðina í báti. Heilar
familjur kunnu vera í summum
bátum, og í øðrum bátum eru tað
vinfólk, sum sigla og hugna sær
saman.
Eitt annað mynstur, sum vit
eisini hava sæð vinda upp á seg
seinnu árini, er, at fólk eru farin at
ferðast meiri í húsvognum, eins og
tað eisini er vorðið vanligt at tjalda
á stevnum og festivalum.
Tað er hugnaligt at vera millum
tey sum sigla, og við bryggjukantin
og eins og umborð á bátunum
verður matgjørt, spælt og sungið,
tá lagið er best.
Nú er bert at vóna, at veður
gudarnir halda seg í skinninum
leygardagin. Gera teir tað, er lítil ivi
um, at bátasiglarar og stevnugestir
annars fáa eina góða bátastevnu
leygardagin.
vilmund@sosialurin.fo