mikudagur 4. mai 2011síða 20
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 4. mai 2011 · Nr. 51
20
Sosialurin
Bátafestivalurin
Siglir tú inn eftir Skálafjørðinum og ert komin inn um
Garðsenda á Toftum og Raktanga á Strondum, so ert tú
komin í Kongshavn.
”Den længste fjord og samtidig tryggeste ankerplads.....”
skíra fróð ar rit Skálafjørðin. Tað er tí heldur ikki so løgið, at
Skálafjørðurin hevur verið skipum lívd og verja síðan Tróndar
dagar, sum vit lesa um í kvæðnum, ”Gøtuskeggjar”.
Hin 18. oktober í 1913 kemur í gildi lóg um Kongshavn
(Skálafjørðin) sum skipahavn. Sambært hesi lóg skuldu
kommunurnar fram við Skálafjørðinum velja eina nevnd at
hava ábyrgd av havna viður skiftunum. Henda nevnd fer til
verka hin 7. februar í 1914, og verður hesin dagurin roknaður
sum stovn ingardagur fyri Kongshavnar Havna stýri.
Gott samstarv
Síðan stovnanina hava kommun ur nar við Skálafjørðin
havt eitt tætt og gott samstarv um havna viðurskiftini við
Skálafjørðin, so skip og bátar kunnu fáa eina so góða tænastu
sum møguligt. Avlopið av inntøkunum frá havna gjaldinum
verður býtt í mun til strandarlongdina hjá komm un un um.
Býtið er: Nes 14%, Runavík 48%, Sjóvar 23%, Eystur 15%.
Núsitandi nevnd fyri Kongshavn (Skálafjørðin), sum varð
vald í mars í 2009, hevur miðvíst verið við í arbeiðnum at
marknaðarføra Skálafjørðin, har vit hava sett okk um sum
mál at fáa fleiri størri ferðamannaskip at vitja á fjørð inum.
Tess størri ferðslan er, jú fleiri inntøkur til Skálafjørðin. Vit
halda, at okkara fjørður og okk ara oyggj eisini hevur nógv at
bjóða ferðafólkum. Ferðavinnan og aðrar vinnur kunnu eisini
fáa væl burturúr, um rætt verður farið fram.
Nevndin hevur seinastu tvey árini eisini arbeitt við at fáa
til vega ein loðs- og bjargingarbát, sum eisini kundi verið tøkur,
tá ræður um oljudálking. Vit hava fleiri ferðir søkt landsstýrið
um stuðul til bátaverkætlanina fyri at náa hesum máli sum
skjótast, men tað hevur tíverri ikki givið nakað úrslit enn.
Vit kunnu bara staðfesta, at so hvørt sum ferðslan inn og út
av Skálafjørðinum eins væl og á Tangafirði veksur, verður
alneyðugt við eini skipaðari til búgving í hesum sambandi.
Vit arbeiða víðari við málinum og vóna at finna ein hóskandi
loysn um ikki alt ov langa tíð.
Olshana ræðandi
Tað undrar okkum, at tað ikki er tvungin loðskylda í Føroyum.
Hetta skal skiljast soleiðis, at í dag kunnu fremmand skip
koma til Føroya uttan nakað krav um at fáa sær loðs. Tíbetur
er tað tó so, at tey flestu biðja um loðs, so tað í flestu førum
verður loyst uttan trupulleikar. Men søgan um russiska
trolaran, sum uttan loðs sigldi á Flesjarnar í 2007, er ræðandi,
og tað er ófatiligt, at yvirkipaði myndugleikin, sum er
landsstýrið, ikki enn hevur fingið skipaði viðurskifti í hesum
sambandi.
Landsstýrið eigur tó at fáa rós fyri, at nú er komin
hóskandi lóg og reglugerðir fyri oljubunkring. Óhapp kunnu
altíð henda, men líkasæla fyri umhvørvinum kann ikki
góðtakast!
Vælkomin á stevnu
Leygardagin hin 7. mai verður árligi bátafestivalurin á
Toftum. Vit gleða okkum at síggja eitt stórt fylgi av skipum
og bátum sigla eftir Skálafjørðinum og leggja til bryggju á
Toftum seinnapartin hendan dagin. Øll skulu verða hjartaliga
vælkomin. Vælkomin á Skálafjørðin – og vælkomin til
Toftir!
Súni í Hjøllum
Kongshavn lívd og verja
- Søgan um russiska trolaran, Olshanu, sum uttan loðs sigldi á Flesjarnar í 2007, er ræðandi, heldur Súni í Hjøllum
Súni í Hjøllum er
varaborgarstjóri í Nes
kommunu og formaður í
Konghavnar Havnastýri
Øll skulu verða
hjartaliga vælkomin
á Skálafjørðin – og
vælkomin til Toftir á
báta stevnu
SÚNI Í HJØLLUM
Hvussu gamalt navnið Kongshavn er, og hvør uppruni tess er, er ikki heilt greitt. Navnið finst tó í
skjølum longu frá 1650, har sagt verður, at Kongshavn er frá syðra parti av Skálafjørðinum