fríggjadagur 6. mai 2011síða 11
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Fríggjadagur 6. mai 2011 · Nr. 52
Sosialurin
Eitt adjunkt- ella lektarastarv
í føroyskum sum móðurmáli
Starvið er granskingar- og undirvísingarstarv. Setanarøkið er
Fróðskaparsetrið í síni heild og tann, sum sett/ur verður, skal
undirvísa bachelorlesandi og masterlesandi í føroyskum,
læraralesandi í móðurmálsundirvísing og fólkaskúlalærarum
undir eftirútbúgving. Undirvísingin fevnir um bæði málfrøði
og móðurmálsdidaktikk.*
Granskingarparturin verður knýttur at granskingarøkinum hjá
tí sum sett/ur verður. Hann skal fevna bæði um málfrøði í
víðari merking og móðurmálsdidaktikk í breiðum høpi og
tann, ið sett/ur verður, skal annars átaka sær uppgávur á
Fróðskaparsetrinum í síni heild, har tørvur er á tí, og kunna
tola broytingar í starvsviðurskiftum sínum. Starvið verður
sett frá 1. august 2011.
Førleikakrøv:
Umsøkjarar skulu í minsta lagi hava kandidat- ella master-
útbúgving í føroyskum og móðurmálsdidaktiskan førleika á
hægri stigi ella vilja til at uppstiga seg á hesum øki.
*Undirvísingin í føroyskum fyri lærarar og námsfrøðingar fevnir m.a.
undirvísing í stavseting, málburði, orðafeingi, málfjølbroytni, barna- og ung-
dómsbókmentum og -máli, mentan, og siðsøgu í lærara- og pedagogútbúgv-
ingunum. Haraftrat rættlesing av skrivligum verkevni og vegleiðing í sambandi
við skrivlig avrik hjá teimum lesandi, umframt eftirmeting og vegleiðing í
sambandi við B.Ed-verkætlanir.
Eitt adjunkt- ella lektarastarv í kristni,
siðalæru og lívsáskoðan
Starvið er granskingar- og undirvísingarstarv. Setanarøkið er
Fróðskaparsetrið í síni heild og tann, sum sett/ur verður, skal
í fyrsta umfari serliga undirvísa í kristni í linjulestri fyri
læraralesandi og fólkaskúlalærarum og teimum, ið taka linju-
lestur í kristni sum eftirútbúgving og í lívsáskoðan og siðalæru
í læraraútbúgvingini, pedagogútbúgvingini og annars eisini
undirvísa í øðrum høpi á Fróðskaparsetrinum.
Granskingarparturin verður knýttur at granskingarøkinum
hjá tí, sum sett/ur verður, skal eisini fevna um fakdidaktikk
í breiðum høpi og tann, ið sett/ur verður, skal annars átaka
sær uppgávur á Setrinum í síni heild har tørvur er á tí og skal
kunna tola broytingar í starvsviðurskiftum sínum. Starvið
verður sett frá 1. august 2011.
Førleikakrøv:
Umsøkjarar skulu í minsta lagi hava kandidat- ella master-
útbúgving í teologi/kristni ella samsvarandi útbúgving.
Eitt námslektarastarv í
námsfrøði og almennum didaktikki
Setanarøkið er Fróðskaparsetrið í síni heild og tann, sum sett/
ur verður, skal m.a. serliga undirvísa lærara- og pedagoglesandi
í námsfrøði og almennum didaktikki og í eftirútbúgving av
lærarum og pedagogum og annars undirvísa á Fróðskapar-
setrinum í síni heild, har tørvur er á tí, og skal kunna tola
broytingar í starvsviðurskiftum sínum. Starvið verður sett frá
1. august 2011.
Førleikakrøv:
Umsøkjarar skulu í minsta lagi hava kandidat- ella masterút-
búgving í námsfrøði ella samsvarandi útbúgving.
Eitt námslektarastarv í skúlabúgving / innskúling
Setanarøkið er Fróðskaparsetrið í síni heild og tann sum sett/
ur verður, skal m.a. serliga undirvísa lærara- og pedagoglesandi
og lærarum og pedagogum í eftirútbúgving í linjulestrinum í
skúlabúgving / innskúling og annars undirvísa á Fróðskapar-
setrinum í síni heild, har tørvur er á tí, og skal kunna tola
broytingar í arbeiðsviðurskiftum sínum. Starvið verður sett 1.
august 2011.
Førleikakrøv:
Umsøkjarar skulu hava starvsroyndir á økinum og í minsta
lagi kandidat- ella masterútbúgving á námsfrøðiliga økinum.
Eitt námslektarastarv innan sernámsfrøðiliga økið
Setanarøkið er Fróðskaparsetrið í síni heild og tann, sum sett/
ur verður, skal m.a. serliga undirvísa pedagoglesandi í læru-
greinini serøkið á grund og vera ein av fleiri undirvísarum í
linjulestrinum sernámsfrøði, sum er fyri læraralesandi, peda-
goglesandi og lærarar og pedagogar í eftirútbúgving og annars
undirvísa og átaka sær uppgávur á Setrinum í síni heild, har
tørvur er á tí og skal kunna tola broytingar í arbeiðsviðurskiftum
sínum. Starvið verður sett 1. august 2011.
Førleikakrøv:
Umsøkjarar skulu hava starvsroyndir á økinum og í minsta
lagi kandidat- ella masterútbúgving á sernámsfrøðiliga øki-
num.
Eitt tíðaravmarkað parttíðarstarv (60%) sum
námslektari í námsfrøðiligari leiðslu
Setanarøkið er Fróðskaparsetrið í síni heild og tann, sum sett/
ur verður, skal m.a. serliga undirvísa lærara- og pedagoglesandi
og lærarum og pedagogum í eftirútbúgving í nýggju linju-
lærugreinini námsfrøðilig leiðsla. Starvið verður sett 1. juli
2011 og gongur út 30. juni 2012
Førleikakrøv:
Umsøkjarar skulu í minsta lagi hava kandidat- ella master-
útbúgving innan økið og starvs- og leiðsluroyndir innan náms-
frøðiliga økið.
Eitt tíðaravmarkað partíðarstarv (60%) sum
námslektari í enskum
Tann, sum sett/ur verður, skal undirvísa læraralesandi og lær-
arum undir eftirútbúgving í linjulærugreinini í enskum. Starv-
ið verður sett 1. august 2011 og gongur út 30. juni 2012.
Førleikakrøv
Umsøkjarar skulu í minsta lagi hava kandidat- ella master-
útbúgving í enskum ella samsvarandi útbúgving.
Eitt tíðaravmarkað parttíðarstarv (60%) sum
námslektari í lívfrøði
Tann, sum sett/ur verður, skal undirvísa læraralesandi, peda-
goglesandi og lærarum og pedagogum í eftirútbúgving í
lívfrøði. Starvið verður sett 1. august 2011 og gongur út 30.
juni 2012.
Førleikakrøv:
Umsøkjarar skulu í minsta lagi hava kandidat- ella
masterútbúgving í lívfrøði ella samsvarandi útbúgving.
Almenn førleikakrøv til øll størvini:
Víst til Reglugerð fyri størv á Fróðskaparsetri Føroya, har
minstakravið til lærarar og granskarar á Fróðskaparsetrinum
er kandidatprógv ella masterprógv sambært Bologna-avtaluni,
umframt tey krøv sum sambært reglugerðini eru fyri størv á
Fróðskaparsetrinium Tað er umráðandi, at viðkomandi sýnir
hug og vilja til framhaldandi menning eisini sum granskari.
Umsøkjarar, sum hava royndir við undirvísing og vegleiðing,
og tey, sum hava granskingarroyndir, hava fyrimun tá øll
størvini skulu setast
Umsóknarfreist og umsóknir
Umsóknarfreistin til øll størvini er 10. mai 2011.
Við umsóknini skulu leggjast avrit av próvskjølum, CV og
lýsing arbeiðsroyndum, granskingarprofili og framtíðarætl
anum umsøkjarans við starvinum. Eisini skal fylgja við yvirlit
yvir øll vísindalig avrik umsøkjarans. Upp til 10 tey bestu
vísindaligu avrikini skulu leggjast við umsóknini í fýra ein-
tøkum serliga um talan er um føst størv. Størvini verða sett
við støði í Reglugerð fyri størv á Fróðskaparsetri Føroya. Løn
og starvstreytir eru sambært sáttmála millum landsstýrið og
avvarðandi yrkisfelag.
Umsókn skal sendast til:
FRÓÐSKAPARSETUR FØROYA
Setursskrivstovan
J. C. Svabos gøta 14
Postrúm 272
110 Tórshavn
tlf. 35 25 00
www.setur.fo
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til
rektaran á Fróðskaparsetri Føroya, Jóan Paula Joensen
jopajo@setur.fo og rektaran á Læraraskúlanum, Jóannes
Hansen joannes@flsk.fo.
Upplýsingar um virksemið á Fróðskaparsetrinum eru at finna
á heimasíðuni: www.setur.fo.
FRÓÐSKAPARSETUR FØROYA · SETURSSKRivSTOvAn · TlF. 35 25 00 · J. C. SvAbOS gØTA 14 · POSTRúm 272 · 110 TÓRShAvn · www.SETUR.FO
Leys størv á Fróðskaparsetri Føroya
Hesi størv eru leys at søkja á Fróðskaparsetri Føroya við teirri fyritreyt, at játtan Setursins loyvir tað.
Samanleggingartilgongdin og nýggja skipan Setursins eru enn ikki loknar, og tað er ein av orsøkunum til, at
nøkur starv eru lýst sum parttíðar- og tíðaravmarkað størv. Viðvíkjandi teimum tíðaravmarkaðu størvunum
kann valið av linjulestri á Læraraskúlanum vera avgerandi fyri um tey verða sett ella ikki.