fríggjadagur 6. mai 2011síða 15
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Fríggjadagur 6. mai 2011 · Nr. 52
Sosialurin
Í morgin 7. mai verður Jon
hard Hammer, stjóri á Rás2,
fjøruti ár.
Jonhard er gøtumaður,
hóast hann í faðirætt er ætt
aður sunnan av landi og í
móðurætt úr Fuglafirði. Jon
hard er uppvaksin í Syðru
gøtu, hevur gingið í skúla
við Gøtugjógv og býr nú í
Norðragøtu – arbeiðir í Havn
– so hann ein so globalur
gøtu maður, sum hann kann
vera.
Jonhard er sonur Harald
Hammer, sum er ættaður av
Tvøroyri, og Sonju, sum er
ættað úr Fuglafirði.
Eftir lokna skúlagongd
fór Jonhard í prentaralæru
hjá Stig Rasmussen á Estra.
Hann hevur arbeitt sum
prent ari í nøkur ár, og eisini
gingið á Handilsskúla á
Kambs dali. Men Jonhard
vildi meira og annað, enn at
vera prentari.
Framíhjá hevur Jonhard
fingist nógv við tónleik –
fyrst og fremst við at skipa
fyri
konsertum
og
tón
leikatiltøkum. Tað er ikki
tann tónleikarin, hann ikki
kennir, føroyskar sum út
lendsk ar. Soleiðis var hann
eisini frá byrjan partur av
Summ ar festi valinum í Klaks
vík.
Ein dagin í 1997 kom
Jon hard út í blaðhúsini hjá
Sosialinum á Argjum. Hann
hevði frætt, at Sosialinum
tørvaði sølufólk, og hann
beyð seg fram. Hann hevur
dugað væl at tosa fyri seg,
tí hann varð settur í starv
– og hann hevur síðani
starv ast á Sosialinum, fyrst
sum sølumaður, síðani sum
marknaðarleiðari.
Tá ið Sosialurin í 2007
keypti útvarpsrásina, Rás2,
varð Jonhard primus motor
at
fáa
hesa
verkætlan
framda, og hann varð eisini
sett ur sum stjóri.
Jonhard hevur sum stjóri
á Rás2 verið ein profilur í
føroyskum fjølmiðlum. Hann
hevur eina stóra upp g ávu,
og hann leggur nógva orku í
arbeiðið. Hann smæð ist ikki
at taka dystin upp við tey
stóru, tað verið seg kring
varps stjóran
og
hennara
fylki, eins og alla ta politisku
skipanina, sum heldur uppi
eini fyri privatu miðlarnar
sera órættvísari skipan.
Og
fyri
tíðindafólkini
á redaktiónini er Jonhard
ikki so galin, tí hann er tíð
indafróur og hevur altíð eina
góða søgu – og tað er søg
unum, Miðlahúsið livir av.
Jonhard er giftur Oluffu
f. Jacobsen av Glyvrum. Tey
eiga børnini Sonju, sum er 10
ár og John sum er 7 ár.
Jonhard Hammer fjøruti
Í morgin 7. mai verður Ása
Lützen í Havn 70 ár. Ása er
ættað úr Norðragøtu, dóttir
Jacobinu og Heina Heinesen.
Ása fekk eitt vanligt lív
hjá eini bygdargentu, hon
vaks upp í einum bónda
og fiskimannaheimi. Far in
úr skúlanum 14 ára gom ul
fór hon at arbeiða í ”pakk
húsinum”, tí gamla bygd a
handlinum í Norðra gøtu, sum
eins og aðrir bygdahandlar
vóru eitt slag av bygdahúsi,
har fólk komu saman at fáa
sær eitt prát. Her arbeiddi
mamman eisini í síni tíð.
Ása fór niður á háskúla,
eins og tað var vanligt tá í
tíðini hjá ungum fólki. Komin
heim aftur fór hon at arbeiða
hjá Valdemar Lützen. Har er
hon enn, tí hon fann saman
við soni Mogens Lützen,
Kim, og tey giftust. Tey hava
fingið fýra børn Mogens,
Ingibjørg, Heina og seinast
Maluna, sum Ása fekk á
sínum 43 ára føðingardegi.
Ommubørnini eru átta, sum
hon er púra forstýrað av.
Sigast kann, at Ása er ein
serlig kvinna á fleiri økjum.
Har hon er, er hon 100%.
Hetta gevur fleiri 100% til
samans!
Ása er meira enn onnur
eitt familjumenniskja í orð
sins rætta týdningi Hon er eitt
slag av kvinnuligum patri
arki fyri øll síni systkin og
teirra. Hon er “gumman” hjá
øllum í yngra ættarliðnum.
Er nakað á vási, er Ása mitt
í rokanum og tekur sær av
teimum øllum sum ein rætti
lig hønumamma. Her er eitt
hjarta á røttum stað.
Umframt er Ása sera virk
in á øðrum økjum. Eitt av
hesum er Aglow, sum er ein
kristiligur felagsskapur fyri
kvinnur. Her er Ása eisini
við í føroysku leiðsluna.
Hetta merkir møtir og fundir
víða hvar, bæði í Føroyum og
uttan lands.
Ikki er heldur at gloyma
Ísrael. Tann ótreytaða kær
leikan til jødar og teirra land
hevur Ása frá mammu síni,
sum aftur fekk hann frá
fastur síni Jóhonnu, sum var
ættað av Skipanesi. Henda
kærleika hevur Ása eisini
latið víðari til síni børn.
Hesin alskur hevur ført
Ásu á ótaldar ferðir til Ísrael,
sum hon man kenna sum
fáur, og sum hon stuðlar,
tá ið hon kann. Á fleiri av
hesum ferðum hevur Ása
eisini umboðað Føroyar, og
tað hevur verið við maner! Á
henda hátt er Ása komin at
kenna nógv líkasinnað fólk
víða hvar, og tað er ikki so
sjáldan, at hon fær vitjan av
teimum.
Tískil kennir Ása eina
ómeta liga rúgvu av fólki.
Øll føla seg væl inni hjá
teim um, sum er sum eitt
heim fyri mong. Ikki minst
fyri tann, sum skrivar hesar
reglur. Tá ið eg kom til Havn
ar fyri 40 árum síðani, var eg
einsamallur í fleiri ár. Men tá
varð eg móttikin sum húsfólk
heima hjá Ásu og Kim. Slíkt
verður ikki gloymt! Annars
hevur verið vinskapur mill
um ættirnar hjá okkum í
Norðragøtu í fleiri ættarlið.
Sum skilst er Ása sera
høgtflúgvandi og er sjáldan í
frið. Men hon hevur tíbetur
ein mann, sum er meira jarð
bundin, og sum tryggjar, at
jørðforbindilsið ikki verður
púra slept!
Føðingardagin hevði Ása
ætlað at vera langt av landi
skotin, men umstøðurnar
gjørdu hetta ómøguligt. Tí
skil verður dagurin hildin
sam an við børnunum.
Góða Ása. Vit eru mong,
sum vilja ynskja tær tillukku
við ”støvets år”, sum kortini
ikki á nakran hátt merkist
á tær.
Óli í Tjørnustovu
Ása Lützen 70 ár