fríggjadagur 6. mai 2011síða 19
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Fríggjadagur 6. mai 2011 · Nr. 52
Sosialurin
Tórshavnar
kommuna
Tórshavnar kommuna er høvuðsstaðarkommuna. Í kommununi starvast tilsamans 1400 fólk, harav 130 fólk í sjálvari umsitingini.
Vit leggja stóran dent á fakliga menning og trivnað. Arbeiðsumhvørvið er fjølbroytt, og vit hava ein nútímans leiðsluhátt, har starvsfólkamenning er
avgerandi. Vit hava ein virknan starvsfólkapolitikk og raðfesta innanhýsis samskifti og samskifti við borgaran høgt. Hetta fyri at tú og borgarin altíð
skulu kenna tykkum væl í Tórshavnar kommunu. Les meira um starvsfólkapolitikkin á www.torshavn.fo
www.torshavn.fo
Søkt verður eftir býarbókavørði í
Tórshavnar kommunu
Býarbókasavnið hevur ein týðandi leiklut í gerandis-
degnum hjá fólki í býnum, ungum sum eldri. Sum
mentanar- og kunningardepil í miðbýnum og við
tænastum um talgildu miðlarnar skal Býarbókasavnið
áhaldandi mennast og verða ein fjøltáttaður, nýskap-
andi, sjónligur og virkin stovnur, ið røkkur út um
vanliga bókasavnsvirksemið.
Býarbókasavnið varð stovnað 1. apríl 1969. Bókasavnið
hevur tríggjar deildir, barnabókasavn, útlán fyri vaksin
og lesistovu. Á bókasavninum eru 14 starvsfólk.
Hølini hjá býarbókasavninum eru víðkað og broytt,
soleiðis at ein partur av bókasavninum nú er í veg-
hæddini við kaféumhvørvi, sjálvgreiðslu, teldum v.m.
Meira fæst at vita um Býarbókasavnið á heimasíðuni
www.bbs.fo.
Kommunan bjóðar
eitt áhugavert starv við fjølbroyttum og mennandi
uppgávum og avbjóðingum.
Nakrar av høvuðsuppgávunum eru:
• at leiða og hava ábyrgd av dagliga virkseminum
á býarbókasavninum
• at tryggja eitt tíðarhóskandi, mennandi og
dygdargott umhvørvi
• at tryggja, at býarbókasavnið støðugt mennir
og skapar nýggjar tænastur og nýtt virksemi
samsvarandi tørvi ella møguleikum
• at tryggja, at bókasavnið hevur fullgóða
fíggjarstýring og fremur úrslit
• at fylgja við og kunna seg um menning á økinum
Førleikakrøv
• Bókavarðarútbúgving frá viðurkendum norður-
lendskum bókasavnsskúla ella akademiska
bókavarðarútbúgving frá lærdum háskúla
• Royndir í bókasavnsarbeiði
• Royndir í leiðslu og samstarvi
• Góður teldukunnleiki og áhugi fyri kunningartøkni
Persónligir eginleikar
Umráðandi er, at viðkomandi hevur góð samstarvsevni,
er fyrikomandi, dugir væl at samskifta bæði innan- og
uttanhýsis og kann virka í góðum samstarvi við starvs-
felagar. Neyðugt er at hava hugsjónir um virksemið á
bókasavninum og kunna ganga á odda.
Setanarviðurskifti
Starvið er eitt fulltíðarstarv og verður sett skjótast
til ber. Starvið verður lønt sambært sáttmála við
avvarðandi yrkisfelag.
Umsókn
saman við upplýsingum um útbúgving og royndir skulu
vera Tórshavnar kommunu, Postrúm 32, 110 Tórshavn,
í hendi í seinasta lagi hósdagin 26. mai 2010 kl. 12.
Meira fæst at vita
Les meira um starvið og útgreinaðan starvsprofil á
starvstorginum á www.torshavn.fo. Meira fæst at
vita um starvið við at venda sær til Jákup Simonsen,
mentamálaleiðara, ella Jóan Petur Hentze, trivnaðar-
stjóra, á telf. 302010.
Leiðari til Býarbókasavnið
Eiði 2 Suður konsortiet er í gongd við at bora 8,5 km tunnil í.s.v. vatnorkuút
byggingina hjá SEV. Tað verður borað i 3hold skiftum, við einum holdi á frívakt.
Løn sambært sáttmála + boribonus.
Petersen
Eiði 2 Suður KonSortiEt
Hevur tú hug at verða við til at
gera tunnil við tí einastu
tunnilsborimaskinuni í Føroyum?
Eiði 2 Suður KonSortiEt
Torben Johansen
Tel: 216340
@: tjo@mth.dk
So er møguleikin her, tí vit hava brúk fyri
arbeiðsfolki og elektrikara til okkara borihold.