Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-05-06, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. mai 2011síða 24

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 6. mai 2011 · Nr. 52 24 Sosialurin Bílegg á telefon 50 20 22 Kvalitetsfóður til kettur og hundar SKYTTENs hunda- og kettufóður er framleitt síðan 1970 og inniheldur fisk og høsnarunga. Hundafóður 2o kg SPECIAL bert 45o,- Kettufóður 15 kg KAT bert 390,- Tel. 50 20 22 · info@fodursolan.com · www.fodursolan.com Ókeypis útkoyring í Tórshavn www.grafikmaster.fo Fóðursølan haldevni litevni Fóðurið inniheldur ikki... aromaevni sojaprotein Starv Sum journalleiðari Søkt verður eftir starvsfólki til journalisering og aðrar fyrisitingarligar uppgávur á Seturs skriv­ stovuni, at byrja 1. juni 2011 ella skjótast til ber. Starvið Í samstarvi við leiðslu og fyrisiting á Fróðskaparsetrinum fert tú millum annað at taka tær av hesum uppgávum: • At hava administratorrættindi á journalini, undirvísa í brúki av journalini og journalisera fyri Setursskrivstovuna • Samskipa próvtøkur fyri onnur universitet • Dagføring av heimasíðuni • Fremja vanligar fyrisitingarligar uppgávur Førleikar vit vænta, at tú hevur: • Skrivstovuútbúgving ella samsvarandi útbúgving • Hollan telduførleika • Góðan málsligan førleika og skrivar rætt, serliga á føroyskum, men eisini á enskum • Áhuga í útbúgvingarviðurskiftum • Góð samstarvsevni og ert fyrikomandi • Evni at arbeiða sjálvstøðugt og ert málsøkin • Evni at tillaga teg til broyttar arbeiðsumstøður Setanartreytir Talan er um eitt parttíðarstarv (60 %). Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið í lønarflokki IV. Umsókn Umsókn við avriti av prógvum, ævisøgu (CV) og møguligum viðmælum skulu vera Fróðskaparsetrinum í hendi í seinasta lagi tórsdagin 19. mai 2011. Fleiri upplýsingar um Fróðskaparsetur Føroya eru at finna á heimasíðuni www.setur.fo. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til fyrisitingarstjóran, Rúnu Hjelm á runah@setur.fo ella á telefon 292504, ella til fíggjarleiðaran, Hugin Skaalum á hugins@setur. fo ella á telefon 292507. Umsóknir skulu sendast til setur@setur.fo ella til: Fróðskaparsetur Føroya Setursskrivstovuna J.C. Svabos gøtu 14 Fo­100 tórshavn FRÓÐSKAPARSETUR FØROYA Setursskrivstovan · tlf. 35 25 00 · J. C. Svabos gøta 14 Postrúm 272 · 110 Tórshavn · www.setur.fo KLH er einasta skip­aða lurtara- og hyggjarafelag í Føroyum – stovnað 6. ap­ríl 1959. Endamál fel- agsins er at virka fyri kristiligum sendingum í al- menna kringvarp­inum t.d. kristiligum fundum, gudstænastum, andaktum, kristiligum sangi og tónleiki, tíðindum frá kristiligum arbeiði o.t. KLH styðjar kringvarp­ið í góðum og sømilig- um sendingum. KLH arbeiðir fyri at kringvarp­ið ikki verður nýtt til ósømiligar sendingar o.a., ið er ikki kristnum siði og kristnari trúgv verdugt. KLH er limafelagsskap­ur við 1200 limum. Set teg sum lim í KLH og ver up­p­ií arbeiðinum fyri góðum tilfari í almenna kringvarp­inum. Essalág 18 · 100 Tórshavn · tel 23 73 25 klh@klh.fo · www.klh.fo Kristiligt Lurtara- og Hyggjarafelag hevur ársaðalfund Kristi Himmals- ferðardag – hósdagin 2. juni 2011 kl. 15 í kirkjukjallaranum í Gøtu kirkju. Fundarskrá 1. Ársfrágreiðing 2. Ársroknskap­ur 3. Val av nevndarlimum 4. Val av tiltakslimi 5. Val av grannskoðara 6. Ymiskt Up­p­skot, sum limir ynskja at koma til viðgerðar á aðalfundi, og up­p­skot til nevndarlimir, mega vera formann- inum – Una Næs, Essalág 18, 100 Tórshavn, í hendi 8 dagar framman- undan aðalfundinum. Til ber at seta seg sum lim á árs- aðalfundinum. Í sambandi við aðalfundin, verður alment møti í kirkjukjallaranum í Gøtu kirkju kl. 18. KLH hevur ársaðalfund S O Z O P R E P R E S S Aðalfundur fyri VÌF verður í skúlanum í Vestmanna mánadagin 23. mai kl. 19.30. Skrá sambært lógum felagsins. Nevndin