Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-05-06, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. mai 2011síða 25

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Fríggjadagur 6. mai 2011 · Nr. 52 Sosialurin Námsfrøðingar til Dagstovnin á Flatinum, Oyrarbakka Vit søkja eftir 3 námsfrøðingum til barna­ garðin og frítíðarstovuna, at arbeiða ávika­ víst 30 og 25 t pr viku, at byrja 8 august 11. Tímatal og nær byrjast kann, kunnu vit eisini tosa um. Á stovninum leggja vit dent á viðurkennandi námsfrøði; og arbeiða m.a. við amboðum sum - Stig fyri Stig, fyri at menna barnsins sosialu og kensluligu førleikar – Tras, fyri at eygleiða mál menningina í dagligum samspæli og brúka m.a. náttúruna fyri at menna barnins rørslu og sansaskipan. • Tú kemur at arbeiða saman við námsfrøðingi og hjálparfólkið • Er hetta nakað fyri teg, hevði tað glett okkum at frætt frá tær. Setanarviðurskifti: Lønin er sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið á lønarstigi 11 – 18. Um ongin námsfrøðingur søkir, verða hjálpar- fólk sett tíðaravmarkað. Meira fæst at vita: um størvini við at tosa við Rosu Prestá leiðara á tlf. 297247 ella Turið Vík varaleiðara á tlf. 297246 Tú ert eisini vælkomin inn á okkara heimasíðu 123hjemmeside.dk/flatinum at lesa meira um okkara ynskir, førleikakrøv v.m. Umsókn við avriti av prógvi og møguligum viðmælum, skulu vera okkum í hendi í seinasta lagið mánadagin 23 mai 11 og sendast til: Dagstovnurin á Flatinum Skúlavegur 9 400 Oyrarbakka ella flatinum@sunda.fo www.sunda.fo Sosialurin 341800 Aðalfundur Urguleikarafelagið hevur aðalfund í Hoyvíkar kirkju leygardagin 14 mai kl. 11. Skrá: "vøggusangur"(babysálmasangur), karaokesangur í kirkjunum, val av nevnd, hvussu seta vit nýtt fólk til? Ymiskt. Møtið fjølment. Urguleikarafelagið