Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-05-06, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. mai 2011síða 26

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 6. mai 2011 · Nr. 52 26 Sosialurin Lærara í forritan og tøkni til teldustøðingaútbúgvingina Um teldustøðingaútbúgvingina Teldustøðingaútbúgvingin er styttri framhaldsútbúgving, ið tekur 2½ ár. Útbúgvingin fevnir í høvuðsheitum um systemmenning, forritan, tøkni og virki. Kjarnuøkini eru system­ menning og forritan; tøkni og virki eru ætlað at stuðla undir kjarnuø­ kini. Umframt hetta eru seinast í útbúgvingini sergrein, praktikk og høvuðsuppgáva. Neyvari kunning um útbúgvingina er á heimasíðu skúlans: www.fh.fo. Arbeiðsuppgávur tínar eru m.a. at: • undirvísa í viðkomandi læru­ greinum innan forritan og tøkni (eitt nú softwarearkitektur og distribueraðar skipanir) • leggja til rættis undirvísingar­ gongdir, verkætlanir og próvtøkur • leggja til rættis fakliga innihaldið í útbúgvingini í samstarvi við undirvísarar á útbúgvingini og leiðslu skúlans • luttaka í ráðlegging og verk­ ætlanum á skúlanum Vit vænta, at tú: • hevur viðkomandi útbúgving á kandidatstigi ella aðra hægri útbúgving, ið gevur førleikar at undirvísa teldustøðingum • hevur áhuga í undirvísing • dugir væl at samstarva og samskifta • vilt vera við til at menna útbúgv­ ingina og skúlan • dámar at taka við nýggjum avbjóðingum Tað er fyrimunur, men ikki ein treyt, at umsøkjarin hevur royndir við líknandi undirvísing. Lesandi, sum eru um at vera liðug við útbúgving sína, eru eisini vælko­ min at søkja. Vit kunnu m.a. bjóða: • eitt fakliga mennandi undir­ vísingarumhvørvi • eftirútbúgvingarmøguleikar • góðar arbeiðsumstøður • ein spennandi og gevandi gerandisdag Setanartreytir: Starvið er tíðaravmarkað og verður sett eitt ár í senn. Talan er um parttíðarstarv, setanarbrøkur verður avtalað við tann ella tey, sum sett verða. Starvsstaður er Handilsskúlin í Tórshavn. Lærarar á teldustøðingaút­ búgvingini verða løntir sambært galdandi sáttmála. Starvið verður sett skjótast til ber og í seinasta lagi 1. august 2011, um ikki onnur avtalað verður gjørd. Umsóknir: Umsóknir við avritum av viðkom­ andi skjølum vera at senda Føroya Handilsskúla, Marknagilsvegi 77, Postsmogu 177, 110 Tórshavn. Umsóknir skulu vera skúlanum í hendi í seinasta lagi 14. juni 2011. FØROYA HANDILSSKÚLI Marknagilsvegur 77 Postsmoga 177 110 Tórshavn Tlf 317177 Fax 313374 www.fh.fo Fleiri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Ainu L. Knudsen á telduposti alk@hsh.fo. Teknikapping Altjóða tubbaksfríur dagur 31. mai Í sambandi við dagin skipar Fólkaheilsu­ ráðið fyri eini teknikapping fyri børn og ung í hesum aldursbólkum: a. Børn yngri enn 7 ár b. 7­10 ár c. 11­14 ár Ein vinnari verður kosin í hvørjum aldurs­ bólki, og fær hvør vinnari kr. 500 í virðisløn. Støddin á tekningunum skal vera 10x10 cm – ikki minni ella størri Boðskapurin í tekningini skal vera at eggja roykjarum til at halda uppat at roykja ella at halda ungum frá at byrja: 1) Hvussu kann allur heimurin arbeiða saman um at gerast roykfríur 2) Hvussu kunnu børn og ung siga »nei« til sigarettir 3) Passiv royking rakar tey, ið ikki roykja 4) Tað er »kul« ikki at roykja 5) Royking er heilsuskaðilig 6) At keypa sigarettir er at spilla burtur pengar Børnini kunnu frítt velja, hvussu tekningin skal síggja út. Skrivið navn, føðingardag og telefon við blýanti aftanfyri á tekningini Tekningarnar skulu vera Fólkaheilsuráðnum í hendi í seinasta lagi mánadagin 23. mai kl. 12. Tekningarnar skulu sendast til: Fólkaheilsuráðið J.C. Svabos gøta 43 100 Tórshavn Altjóða tubbaksfríi dagurin, 31. mai, verður í ár um evnið: Samstarv í øllum heiminum um at fólk ikki skulu roykja.