Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-03-12, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. mars 2002síða 5

‹ fyrra síða allar 42 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 49 - 12. mars 2002 Nr. 49 - 12. mars 2002 9 Umfatandi kanning- ararbeiði verður ovast á dagsskránni hjá Norðuratlants- bólkinum tað næsta árið. Viðurskifti, ið hava felagsáhuga í Føroyum og Grøn- landi, skulu viðgerast av arbeiðsbólkum mannaðum av altjóða serfrøðingum FUNDUR Heri á Rógvi Myndir: Jens Kr. Vang Teimum flestu kunnugt gjørdist bølamyrkt kring landið sunnukvøldið, tá streymurin misti takið á samfelagnum. Hóast myrkrið var áhugin stórur fyri at vitja í Norður- landahúsinum, tá Norðurat- lantsbólkurin helt al- mennan fund. Endamálið við fundinum var at kunna um arbeiðið hjá Norðuratlantsbólkinum og leggja fram, hvørjar ætlanir bólkurin hevur. Teir báðir, Kuupik Kleist og Lars Emil Johansen, úr Grønlandi mannaðu saman við Tórbirni Jacobsen bólkin hetta kvøldið. Upp- runaligi limurin og ein av stovsetarunum, Høgni Hoy- dal, var eisini til staðar, og hann tók eisini til orðanna nakrar ferðir. Samstarvið í Norður- atlantsbólkinum byrjaði 5. desember, tá teir tríggir, Kuupik Kleist, Lars Emil Johansen og Høgni Hoydal, skrivaðu undir eina sam- starvsavtalu, sum innibar stovnanina av tí Norður- atlantsbólki, ið vit kenna so væl í dag. Á fólkatingsvalinum 20. november vórðu Kuupik Kleist og Lars Emil valdir á Fólkating fyri ávíkavíst Inuit Ataqatigiit og Siumut. Teir fóru til val við lyftum um grønlendskt sjálvstýri. Tað vóru teir báðir grøn- lendsku limirnir, ið tóku stig til bólkin, og tað var ikki leingi, áðrenn Høgni Hoydal varð yvirtalaður. Lisbeth L. Petersen har- afturímóti ynskti ikki at vera partur av bólkinum, hóast hon fekk boðið limaskap. Á fundinum vísti teir tríggir á, at tað var søgulig, at eitt tílíkt samstarv var fingið í lag, og teir kundu bert undrast yvir, hví hetta hevði tikið so mikið nógv ár at fáa upp á beinini. Allir tríggir søgdu teir seg vera glaðir fyri samstarvið, sum eisini gav teimum størri lut í teimum pengum, ið fara til fólkatingsarbeiði. Arbeiðsbólkar Tað er heldur ikki lítið, ið hesin góði Norðuratlants- bólkur ætlar sær at fáa avgreitt tað næsta árið. Ætlanin er nevniliga, at seta arbeiðsbólkar mannaðar við altjóða serfrøðing at kanna viðurskifti, ið við- koma Føroyum og Grøn- landi. Norðuratlantsbólk- urin hevur orðað arbeiðs- setningar til bólkarnar, ið enn bert partvíst eru vorðnir mannaðir. Higartil er greitt, at tann í Føroyum so kendi íslendingurin, Gudmund Alfredsson, kemur at standa á odda fyri einum av bólkinum. Bólkarnir skulu hyggja at fleiri sentralum og áhuga- verdum spurningum – sæð við grønlendskum og før- oyskum eygum. Arbeiðs- bólkarnir taka sær av hvør sínum øki. Spurningurin um rættindini hjá grøn- lendsku og føroysku tjóðini í altjóða fólkarætti. Spurn- ingurin um, hvussu Føroyar og Grønland hava verið nýtt í hernaðarligi telving- ini. Eisini verður hugt nærri at samferðslu hjá lond- unum. Sum heild hava limirnir í Norðuratlantsbólkinum góðar vónir. Ætlanin er at arbeiða skal vera liðugt um eitt ár, tá ein ráðstevna eisini verður hildin. Norðuratlantsbólkurin á vitjan: Nú skal alt fram í ljósið Yvir hundrað fólk leitaðu sær niðan í Norðurlandahúsið sunnukvøldið, tá Norðuratlantsbólkurin helt kunnandi fund. Mánakvøldið var fundur á Glyvrum Kuupik og Lars Emil”: Bæði Lars Emil og Kuupik Kleist eru fegnir um samstarvið í Norðuratlantsbólkinum Áhoyrarnir fingu eitt sindur at vita frá Norðuratlants- bólkinum. Í øllum førum var áhugin stórur Varaløgmaður avsannar, at annað enn reint fakligar kvalifikatiónir vóru lagdar til grund, tá hann setti vinmann í vællønt serfrøðinga- starv LØGTINGS- GRANNSKOÐAN Jóanes N. Dalsgaard Vit hava vant okkum við, at orðaskiftið í løgtinginum til tíðir er hvast og harligt. Kortini mundi orðaskiftið fríggjadagin vera óvanliga hvast. Um middagsleiti leikaði rættiliga hart á, ikki bara av røðarapallinum, men eisini ímillum løg- tingslimir í salinum. Løg- tingslimir gingu kykir. Summir sótu og rassaðust, aðrir gingu og strætaðu og funnu ongan frið. Illbrýnt og høvuðsskakandi gingu løgtingsfólk um gólvið, og tá summi teirra hittust í friðleysu válan síni um gólvið, fuku hásmælt og illfýsin nefs teirra millum, sum tá illir kattar av óvart í myrkri ganga seg framá hvønn annan. Tað var týðuligt, at øsing var í. Men hvørjum stóðst hendan øsing av? Øsingin snúði seg um, hvørt landsstýrismaðurin í sjálvstýrismálum hevði sett fólk í starv á løgmans- skrivstovuni, uttan at treyt- irnar fyri at starvssetan vóru uppfyltar. Almenna orðaskifti snúði seg um, hvørt formligu viðurskiftini við starvssetanunum vóru í lagi. Men óalmenna orða- skifti ímillum løgtingsfólk á gólvinum henda fyrra- partin snúði seg um, hvørt landsstýrismaðurin í sjálv- stýrismálum hevði sett ein ókvalifiseraðan vinmann í starv, við serfrøðingaløn. Eftir málsligu samanbrest- unum í tingsalinum at døma, helt undirritaði blað- maður, at vert mundi vera at kanna, hvat var í hesum skuldsetingum. Eg spurdi tí varaløg- mann, hvat tað vóru fyri ítøkiligar uppgávur, sum hesir báðir serfrøðingarnir vóru settir at loysa. - Nei tað fari eg ikki at siga, tí eg fari ikki at við- gera persónar, svarar vara- løgmaður. - Lønardeildin í Fíggjar- málastýrinum hevur í ein- um rundskrivi ásett nakrar treytir fyri, hvat krevst av útbúgving og royndum fyri at kunna vera settur sum serfrøðingur. Hvørjar kvali- fikatiónir høvdu umrøddu serfrøðingar? - Teir høvdu tær kvali- fikatiónirnar sum skuldu til fyri at vera serfrøðingar, í allar hægsta grad. - Í rundskrivinum frá lønardeildini stendur m.a. at ein serfrøðingur skal hava í minsta lagi 3 ára starvsroyndir í viðkomandi starvi ella hava samsvar- andi eftirútbúgving ella dupultútbúgving. Eg havi hoyrt, at annar av umrøddu serfrøðingum ikki hevur kravdu 3 ára starvsroynd- irnar. Hvat sigur tú til tað? - Jamen álvaratos altso, hvat er meiningin við hesum her. Hví fara tit ikki út at kanna allar serfrøð- ingar, sum annars eru settir og fara at seta nøvn á? - Eg eri als ikki áhugaður í at nevna nøvn. Eg sigi bara, at tað ljóðar, at annar av serfrøðingunum ikki hevði 3 ára starvsroyndir. - Tað kann eg hvørki vátta ella avsanna. - Og tú vilt ikki út við, hvørjar kvalifikatiónir per- sónarnir hava? - Nei nei. Teir hava tær neyðugu kvalifikatiónirnar. Tað kann eg skriva undir uppá. Og eg kann siga tær tað, at eg haldi tað vera hugstoytt at man roynir at spinna ein enda burturúr hesum her, sum bara hevur partapolitisk endamál. Eg kann vátta tað, at persón- arnir, sum hava arbeitt sum serfrøðingar í sjálvstýris- málum, hava gjørt sítt arbeiði fullkomiliga til lítar við serfrøðingakunnleika, og at tað er ein tann bíligasti mátin yvirhøvur at fáa loyst tær uppgávurnar, sum man kundi havt gjørt í einum slíkum føri. Alterna- tivið hevði verið at fari út í býin at keypt advokathjálp í summum førum ella aðra hjálp aðrastaðni, og tað hevði verið nógv, nógv dýrari. Og tí eri eg faktiskt glaður fyri at tað eydnaðist at kunna fremja eina upp- gávu uppá henda mátan, tí tað hevur spart skattgjald- aranum fyri eina ørgrynni av pengum. Og eg haldi simpulthen tað, at tað er løgið, tá man viðger eina grannskoðarafrágreiðing, sum ógvuliga nágreiniliga viðgerð m.a. sjálvstýrismál - tí teir vóru jú á vitjan har úti, og vendu øllum skjøl- um o.s.fr., og tað eru nógv onnur ting, sum eru inte- ressant í grannskoðarafrá- greiðingini - at man her hevur valt at taka nakað burturúr, sum ikki er ein direkta átala, sum ikki er nakað juridiskt skeivt, sum alt er gjørt eftir ráðgeving frá løgdeildini, og so at blása tað upp til eitt mál, í staðin fyri at fara at kanna onnur mál, sum eru meira prinsippiel og meira in- teressant. Hetta her er ikki nakað mál. - Summi halda hetta vera rættiliga prinsippielt. - Hvør heldur tað? - M.a. haldi eg at orða- skiftið í tinginum í dag bendi á at onkur heldur hetta vera prinsippielt. - Hví er tað prinsippielt? - Er tað ikki prinsippielt at løgtingsgrannskoðararnir "halda tað vera óheppi, at galdandi sáttmálar, reglur og mannagongdir ikki vórðu hildnar". Tað má sigast at vera ein átala. Kanst tú so siga, at løg- tingsgrannskoðararnir hava einki at finnast at tí, sum er farið fram? - Tað er so eisini alt í lagi. Tað er bara tað, at hvat skuldi Karsten (Hansen; blm.) havt gjørt? Skuldi hann havt forútsæð áðrenn tað, at sjálvstýrismál ikki bleiv eitt aðalstýrið? - Men summi tosa jú um, at tað m.a. eru reglurnar, sum eru ásettar í rund- skrivinum frá lønardeildini, sum ikki er hildnar. Og tað vilt tú jú ikki avsanna. Tú vilt jú ikki siga okkum, hvørjar kvalifikatiónir ser- frøðingarnir hava havt. - Jamen harragud, eg sigi jú tað, at eg kann standa inni fyri øllum tí, sum er gjørt og fyri serfrøðinga- kvalifikatiónunum hjá hesum fólkunum. So um nakar vil kanna tað víðari, sum eg eisini segði í dag, so eru teir vælkomnir at kanna tað til botns. Og um nakað skeivt er fari fram, so skal eg vera tann fyrsti til at siga tað. Man kann ikki bara standa og sleingja nakrar ákærur út, uttan at kanna tað til botns. Tað er tað, sum irriterar meg. - Tú vilt ikki geva mær, sum blaðmanni á Sosial- inum, upplýsingar, sum kunnu sannføra meg um, at einki skeivt er farið fram? - Tú hevur teir upplýs- ingarnar, sum standa í grannskoðarafrágreiðing- ini. - Men tú vilt ikki við- virka til, at sannføra teir føroysku fjølmiðlarnar um, at kvalifikatiónirnar vóru fult í ordan? - Jamen altso, hvat er tað tú spyrt um? - Eg spyrji um tú kanst nevna mær, hvørjar treytir serfrøðingarnir, sum tú setti, uppfyltu. Høvdu teir minst 3 ára starvsroyndir og/ella høvdu teir sam- svarandi eftirútbúgving/ dupultútbúgving og um so er so hvørja? - Meinar tú tað alvorligt, sum tú spyrt meg um nú? - Ja. - At vit skulu sita og viðgera persónsmál? - Er tað ikki tú, sum gert tað til eitt persónsmál? - Nei eg havi ikki gjørt tað til nakað persónsmál. - Eg biði teg bara nevna mær kvalifikatiónirnar hjá einum ónevndum serfrøð- ingi, sum tú hevur havt í starvi. Eg eri ikki áhugaður í nøkrum nøvnum. Tað einasta eg havi áhuga í er at fáa at vita, hvørjar kvali- fikatiónir serfrøðingarnir hava havt, fyri at kunna sannførast um, at tú einki skeivt hevur gjørt. - Jú, men so mást tú trúgva uppá, at fyrisitingin, við ráðgeving frá løg- deildini hevur gjørt nakrar sáttmálar, sum uppfylla treytirnar. Eingin kritikkur av tí er í grannskoðara- frágreiðingini. - Grannskoðararnir átala at galdandi sáttmálar, reglur og mannagongdir ikki eru hildnar. - Jamen hvussu vildi tú havt tað, at vanligar reglur skuldu verið hildnar, tá tað er eitt málsøki, sum ikki hevur nakað aðalstýri? Tá tú gert eina skipan, sum faktiskt liggur sum ein verkætlan inni í einum øðrum aðalstýri undir einum landsstýrismanni? Hvussu vildi tú havt at vanligar reglur skuldu verið fylgdar? Tað er jú óvanligt. Tað er tað sum er trupul- leikin her, og nú gert tú tað til eitt persónsmál. Tú mást vera konsekventur og fara at spyrja allar hinar lands- stýrismenninar um hvørjar kvalifikatiónir serfrøðing- arnir hjá teimum hava. Tað er í fínasta ordan at tú spyrt meg, men eg haldi tað er eitt sindur keðiligt at tú vilt hava meg til at seta nøvn á persónarnar. - Eg biði teg als ikki nevna nøkur nøvn. - Jamen um eg fari at for- telja tær, hvørjar kvalifika- tiónir, sum liggja til grund, so kanst tú øgiliga skjótt seta navn á persónarnar. - Jamen lat meg so spyrja teg: Høvdu báðir serfrøð- ingarnir 3 ára starvsroyndir í relevantum starvi? - Eg kann svara, at ráðgevararnir uppfyltu allar treytirnar til at vera ser- frøðingar. Tað vil siga antin við útbúgving, antin við starvsroyndum, antin við serligum kvalifikatiónum. Tað er eingin ivi um tað. Tað er einki í hesum her, sum eg ikki kann standa inni fyri og sum løgdeildin ikki kann standa inni fyri. - Tú avísur sostatt, at tú, í sambandi við setanina av teimum báðum serfrøðing- unum, hevur havt onnur atlit enn fakligar kvali- fikatiónir? - Sjálvsagt. Sjálvsagt. Tað er tá klárt. Og hetta er farið fram eftir øllum van- ligum prosedurum. Tað hava verið setanarsamrøður o.s.fr. o.s.fr. Tað er alt gjørt eftir vanligum treytum, sigur varaløgmaður at enda. Vinskapur taldi ikki við C M Y K 9 8