fríggjadagur 6. mai 2011síða 5
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 52 · 6. mai 2011
5
VIKUSKIFTI
Hvussu minnist tú aftur á tíðina í Stjerne for en aften?
– Eg minnist aftur á tíðina sum nakað heilt serligt. Tað var spennandi, mennandi
og stuttligt. Tað var heilt fantastiskt, og eg føldi meg veruliga á lívi.
Hevur tú fingið nógv burturúr eftir kappingina?
– Ja, eg havi uttan iva fingið nógv burturúr. Tað hevur givið mær størri sjálvsálit,
og møguleikan at liva av tí. Eg dugi ikki at siga, hvar eg hevði verið uttan Stjerne
for en aften. Tað hevur latið nakrar dyr upp, sum eg ikki hevði viljað livað uttan.
Røddin er eisini blivin sterkari síðani, og eg havi brúkt nógva tíð og nógvir
pengar upp á at útvikla hana. Tí nú veit eg, at eg vil liva av tónleikinum.
Heldur tú, at tú átti at fingið meira burturúr?
– Eg kundi kanska fingið meira burturúr, um eg hevði
verið eitt sindur betri fyrireikað til tíðina eftir kappingina.
Tí tað er tá, at ein skal standa sína størstu roynd.
Hevði tú viðmælt øðrum
at melda seg til kappingina,
um hon framvegis var til?
– Hetta var ein tann mest seriøsa kappingina, meðan hinar
mest snúgva seg um undirhald og ikki røddina ella tað, at
verða sangari. Men ein skal gera sær greitt, júst hvat tað er, ið
ein meldar seg til. Tað er hart trýst og nógv krøv bæði áðrenn,
meðan og eftir kappingina. Tað má man verða klárur til.
Hvussu nógvar stjørnur vilt tú geva Stjerne for en Aften?
5! Stjerne for en aften fær fult hús frá mær.
Hvussu minnist tú kappingina
Stjerne for en aften?
– Eg minnist fyrst og fremst Stjerne for en aften
sum eina fantastiska tíð. Eg var áleið 20 ára
gamal og hevði hug at royna øll møgulig nýggj
ting, og brádliga lótu fleiri hurðar seg upp fyri
mær. Men samstundis var tað ótrúliga frustrerandi. Tað var frustrerandi, tí tann
tónleikurin, sum eg spæli, hóskar seg ikki til sjónvarp, men er slíkur tónleikur,
sum fólk sjálvi skulu uppdaga á lítlum kafe’um. Mín tónleikur er øðrvísi enn
tónleikurin hjá øðrum, og tí hóskaði eg ongantíð saman við mínum umboðsmanni
og heldur ikki saman við teimum støðunum, sum eg skuldi spæla til.
Hevur tú fingið nógv burturúr tíni karrieru eftir kappingina?
– Tað dugi eg illa at meta um. Hugsa vit um søluna av fløguni, so havi
eg ikki fingið nakað burturúr. Men tey fólkini, sum eg havi hitt, hava
givið mær nógv, og eg havi lært ótrúliga nógv, sum ikki kann gerast
upp í pengum. So á tann hátt vil eg siga, at eg havi fingið nógv burturúr
kappingini. Men eg eri hvørki blivin ríkur ella ein MTV stjørna.
Kundi tú fingið meira burturúr?
– Eg hevði ongantíð væntað at vinna Stjerne for en aften. Tað kom veruliga
óvæntað, tí væntaði eg einki av kappingini. Eg tók í veruleikanum bara ímóti tí,
sum eg kundi fáa. Men eg fari at nýta tey sambond, eg nú havi, í framtíðini.
Vilt tú viðmæla øðrum at melda seg til
kappingina ella líknandi kappinga?
– Tað veldst um, hvør man er, og hvat man vil. Ein skal gera sær greitt
beinanvegin, júst hvør sending talan er um. Og tú skalt ikki verða skuffaður,
tá ið tey biðja teg undirskriva ein sáttmála, har tú skalt út í keypssentur at
syngja. Tú skalt taka avgerð um, hvørt tú kanst nýta royndirnar til nakað,
og heldur tú, at tú kanst tað, so mást tú taka tað keðiliga við eisini. Vilt tú
verða Pink ella Katy Perry, so kanska slíkar kappingar eru fínar. Men vilt tú
verða tann næsti David Bowie, so er tað nokk ikki tað rætta fyri teg.
Hvussu nógvar stjørnur vilt tú geva Stjerne for en aften?
Stjerne for en aften fær 2.5 stjørnur frá mær.
Hvat hevur tú fingið
burturúr X-Factor?
– Tað týdningarmesta er sjálvandi, at nú vita tvær
milliónir fólk, hvør eg eri. Eg havi eisini fingið nógvar
royndir. Bæði góðar og ringar. Og so havi eg sjálvandi
fingið nógvar vinir og kenningar. Men eg havi lært
ótrúliga nógv um meg sjálva. Eg havi lært, at eg
ongantíð aftur fari at geva eina fløgu út, uttan at
tey, sum arbeiða við mær, brenna fyri sakini.
Hevur tú dugað nógv væl
at útnytta X-Factor heitið?
– Heilt erligt, so havi eg nokk ikki dugað tað nóg væl. Tá fløgan kom
út, heglaði kritikkurin niður yvir meg, og eg gjørdist næstan flóv av at
eg hevði vunnið. Eg fekk kensluna av, at tað var ókul at vinna. Eg brúkti
nógva tíð uppá at summa meg eftir tað. Eg meldaði meg jú til, tí tað var
ein stór succes í Bretlandi og Amerika, har vinnararnir gjørdist stórar
heimsstjørnur eftir sendingina. Men soleiðis er tað ikki í Danmark.
Skal X-Factor halda fram?
– Tað er ein fín sending. Men tað snýr seg um alt annað enn tónleik. Eg meldaði meg
til fyri at fáa ein møguleika í tónleikaheimimnum. At verða tikin sum ein seriøsur
tónleikari. Men tónleikurin er ikki tað, sum fólk fokusera uppá. Tey hugsa meira um
privatlívið hjá einum heldur enn røddina. Man skal verða vitandi um, at man stillar
seg upp sum undirhald. Allir X-Factor luttakararnir eru bert ein brikkur í spælinum
hjá DR. Tað snýr seg heldur ikki um at finna góðar røddir. Er røddin góð, er tað eitt
plus, men tað týdningarmesta er, at luttakararnir eru øðrvísi – serligir á onkran hátt.
(Samrøða við Lindu Andrews í Sosialinum 1. apríl 2011)
Hvussu minnist tú aftur á tíðina í X-Factor?
– Eg minnist aftur á tað sum eina fantastiska uppliving, sum eg helst ikki fari at
uppliva aftur. Hvør vika var ótrúliga spennandi og lærurík, og eg eri
eisini glað um at hava fingið so nógvar góðar vinir burturúr
Hevur tú fingið nógv burturúr
tínari karrieru eftir kappingina?
– Ja, eg útgav eina fløgu næstan beint aftaná X-Factor,
og hon hevur givið mær møguleikan at framføra fyri
fólkum í øllum Danmark. Eg havi hitt fleiri av teimum
dugnaligastu fólkunum innan tónleikavinnuna,
sum eru fantastisk at arbeiða saman við.
Átti tú at fingið meira burturúr?
– Eg veit ikki, um eg átti at fingið meira burturúr. Eg gjørdist
nr 5 í kappingini og hevði helst ikki væntað tað heilt stóra
av mær sjálvari. Hinvegin dámar mær væl at føla, at eg
skal berjast fyri at koma víðari, og at eg ikki bara fái alt.
Vilt tú viðmæla øðrum at
melda seg til X-Factor?
– Eg vil í hvussu er ongantíð frámæla nøkrum at fara. Tað krevur
øgiliga nógv av einum sálarliga at vera við í slíkari kapping, og tí skal
ein hugsa seg væl um áðrenn. So skal ein nokk heldur ikki vænta, at alt
verður ein dansur á rósum aftaná, tí fólk fara ikki bara at bjóða tær alt
bara tí, at tú hevur verið við í einari talentkapping - tú mást berjast fyri
Hvussu nógvar stjørnur vilt tú geva X-Factor?
5.5 av 6 stjørnum, tí at X Factor er ein fantastisk undir-
haldsending, sum hevur givið mær nógvar royndir.
Eg føldi mEg á lívi
Guðrun Sólja jacobSen
Vinnari av »Stjerne for en aften« í 2003
hóskaði ongantíð
inn í myndina
Gunnar Holm mikkelSen
Vinnari av »Stjerne for en aften« í 2003
Eg havi hEilt Erligt
ikki dugað nóg væl
linda andrewS
Vinnarin av »X-Factor« 2009
mær dámar væl at
bErjast fyri at
koma víðari
anna nyGaard
Gjørdist nummar 5 í »X-Factor« 2010