týsdagur 12. mars 2002síða 7
‹ fyrra síða allar 42 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 49 - 12. mars 2002
Nr. 49 - 12. mars 2002
13
Finnleif Guttesen
valevni sambandsfloksins
í Suðuroy
Ein oljuhøvuðsstaður í
Suðuroy er økismenningar-
politikkur
Í norskum bløðum kanst
tú lesa fylgjandi:
Stortingets vedtak om
opprettelsen av et oljedir-
ektorat og et statsoljesel-
skap lokalisert til Stav-
anger, la grunnlaget for
Stavangers videre vekst
som oljeby.
Økismenningar
politikkur í Suðuroy
Hetta er greið tala, myndu-
gleikarnir áseta, hvar olju-
umsitingin skal verða og
somuleiðis, hvar umsiting-
in fyri eitt alment oljusel-
skap skal liggja.
At tað skal liggja í Suð-
uroy er ein sjálvfylgja, tað
er nokk av plássi til hesar
umsitingar og somuleiðis er
ein útgerðarhavn nærmast
við økini, har leita verður
eftir olju
Avgerðarrætturin skal
vera føroyskur
Føroyskir
mynduleikar
hava enn møguleika fyri at
stýra oljufeløgum og øðr-
um útlendskum kapitali,
men teir mugu hava rygg til
at stýra og gera broytingar.
At útlendingar skulu av-
gera, hvussu vit skipa okk-
um í Føroyum, kann ikki
koma upp á tal, men soleið-
is sum gongdin er í dag, so
er tað eingin ivi um, at tað
er kapitalurin uttanlands,
sum er við at hava avgerð-
arrættin og ikki teir fólka-
valdu politikarnir.
Eins og norðmenn skulu
vit tryggja okkum, at eitt
alment oljufelag skal verða
"borið" av teimun olju-
feløgum, sum fáa loyvi til
at taka okkara olju upp.
Hetta føroyska "Statoil"
skal tryggja føroysk sam-
felagsáhugamál á hesum
øki.
Verandi samgonga vil
ikki hava eitt alment olju-
felag, men tað vil sam-
bandsflokkurin og somu-
leiðis vilja vit í Suðuroy
berjast fyri, at økismenn-
ingarpolitikkur
verður
verðurleiki.
Magni Laksáfoss
Valevni Sambandsfloksins
í Norðoyggjum
Vit hava brúk fyri at allar
kreftir arbeiða saman um
eini heildarætlan fyri at
skapa ein sjálvberandi bú-
skap, í staðin fyri at berjast
um hvussu landið skal skip-
ast. Lat okkum fyrst arbeið-
a miðvíst móti at skapa ein
sjálvberandi búskap, fyri
síðan at taka spurningin um
ríkisfelagsskapin upp aftur
til tað tíð.
Komandi árini krevja
stórar broytingar, sum vit
fyri langari tíð síðan áttu at
vera byrja uppá, men frá-
farandi landsstýri hevur
bara tosað um at minka um
inntøkurnar, i staðin fyri at
samlast um at økja inntøk-
urnar.
Fyri at skapa ein sjálv-
berandi búskap er neyðugt
við eini heildarætlan fyri
føroyska búskapin, sum
skal tryggja eina javna bú-
skapargongd og framhald-
andi góð livikor fyri føroy-
ingar.
Alt ov nógvar góðar
kreftir eru spiltar uppá kjak
um vit skulu vera innafyri
ella uttanfyri ríkisfelag-
skapin. Tað verður sagt at
"hús eru bygd", men tey
vísa seg at vera tóm, tí
hugsa hevur bert verið um
at skapa eina pena fasadu,
uttan at skapa verulig virðir
og innihald. So leingi sum
vit ikki hava ein sjálvber-
andi búskap vil spurningur-
in um ríkisfelagsskapin
bert vera ein teoretiskur
spurningur.
Sjálberandi búskap
gjøgnum økt vinnulív
Tað er bert ein háttur at
skapa ein sjálvberandi bú-
skap, nevniliga at skapa
góðar karmar fyri privata
vinnulívið, so framleiðslan
í Føroyum kann økjast
nokk til at ríkisveitingin
gerst óneyðug.
Hetta merkir, at neyðugt
er at arbeiða miðvíst móti
einum øktum privatum
virksemi í Føroyum. Hetta
kann ikki skapast eftir bert
einum valskeiði, men má
gerast við eini langtíðar
heildarætlan, sum flokkar-
nir á tingi arbeiða saman
um at fremja.
Heildarætlanin
Heildarætlanin skal vera
ein rammuavtala. Tvs. at
flokkarnir semjast um mál-
ið fyri búskapin, nevniliga
ein sjálvberandi búskap, og
um hvussu hetta skal fremj-
ast í verki í stórum trekk-
um. Tað vil sjálvsagt vera
latið upp til tað einstøku
samgonguna um at føra bú-
skaparpolitikkin í sínum
valskeiði, men semja skal
vera millum flokkarnar um,
at
búskaparpolitikkurin
skal
haldast
innanfyri
karmarnar í heildarætlan-
ini.
Heildarætlanin
skal
stinga út í kortið hvussu
ymsu partarnir av sam-
felagnum skulu skipast fyri
at skapa ein sjálvberandi
búskap. T.d. verður neyðugt
at umskipa skúlaverkið, al-
menni sektorurin má um-
skipast, neyðugt verður at
satsa uppá ávísar vinnu-
greinar og samstundis at
skapa góð kor fyri allar
partar av privatu vinnuni.
Semja millum flokkarnar
Allir flokkar á tingi eru
samdir um at arbeiðast skal
framm ímóti at føroyski bú-
skapurin skal gerast sjálv-
berandi. Tá semja er um
hetta, er eingin orsøk til at
skeldast um hetta mál, men
heldur at finna saman, og
semjast um eina heildar-
ætlan fyri at skapa ein
sjálvberandi búskap. Ein
heildarætlan
vil
skapa
tryggleika og kontinuitet,
sum er heilt avgerandi fyri
at fólkið kann samlast um
ein sjálvberandi búskap.
Neyðugt er, at vit øll lyfta
í felag fyri at arbeiða mið-
víst fyri at tær neyðugu
broytingarnar verða framd-
ar í verki.
Ein
heildarætlan
vil
tryggja eina varandi økta
framleiðlsu, sum, umframt
at gera búskapin sjálvber-
andi, eisini kann tryggja
okkum
sømilig
livikor
framyvir. Ein heildarætlan
er tískil avgerandi fyri at
skapa inntøkur so vit fram-
haldandi kunnu útbyggja
okkara land.
Tummas E. H. Joensen
valevni Sambandsfloksins
í Eysturoy
Íbúðarneyð er nærum
allastaðni í Føroyum, og
hetta verður ofta gjørt til
ein trupulleika, sum ser-
liga er galdandi fyri
Tórshavn. Men hví ikki
byggja við Skálafjørðin?
Hví skal tað altíð vera
altavgerandi hvussu tað
er í Havn? Hvussu koma
vit øll, ið búgva uttanfyri
Havnina sum skjótast til
Havnar? Hvussu fái eg
eini hús í Havn (sum ofta
eru fleiri ferðir dýrari
enn á bygd) o.s.fr.?
Hvat við at seta spurn-
ingin fram um, hvussu eg
skjótast komi til arbeið-
is? Hvussu langa tíð skal
eg brúka til tað hvønn
dag? Hvat skal eg gjalda
fyri hetta og fyri húsini,
sum eru neyðug hjá teim-
um felstu?
Í Havn ella
uttanfyri Havnina?
Um tú býrt í Havn og
skalt koyra til arbeiðis
hvønn morgun, so brúkar
tú ofta minst ein hálvan
tíma til arbeiðis, tí ferð-
slan í býnum er so nógv.
Tann sum haraftur-
ímóti býr uttanfyri Havn-
ina (til dømis í Sundalag-
num), skal eitt sindur
fyrri upp um morgunin,
men er tó líka skjótur til
arbeiðis í Havn, sum
havnarborgarin. Munurin
er, at havnarborgarin skal
koyra í nógvari ferðslu
alla tíðina (bæði til
barnagarðin við børnu-
num og til arbeiðspláss-
ið), meðan borgarin í
Sundalagnum ikki í sama
mun verður hindraður av
ferðsluni.
Fyrimunir uttanfyri
Havnina
Hvørjar fyrimunir hevur
so borgarin, ið býr uttan-
fyri Havnina? Jú, hann
hevur nógv lættari við at
fáa sær eitt grundstykki,
samstundis sum hann
sleppur fleiri hundrað-
túsund krónur bíligari
fyri húsini. Av tí at húsini
hjá honum eru nógv bí-
ligari, kann hann, nógv
fyrri enn hin, realisera
nógv av sínum ynskjum,
sum vit menniskju nú
einaferð hava.
Eg haldi, at vit føroy-
ingar áttu at broytt hug-
burðin eitt sindur. Hví
ikki seta sær spurningin,
hvussu vit til dømis
koma skjótast til Skála-
fjørðin? Við Skálafjørðin
og her um vegir eru nógv
arbeiðspláss. Samstundis
skulu vit hugsa um, at
her eru rættiliga góðar
framtíðarvánir,
tí
at
vinnulívið veksur við
nógvari ferð.
Tá Vágatunnilin og
Klaksvíkstunnilin
eru
komnir, verður Skála-
fjørðurin tann Føroyski
miðstaðurin, har øll hava
lætt við at koma til.
Eg haldi tí, at skulu
landsins myndugleikar
fara undir at stuðla íbúð-
arbygging, so má tað
metast skeivt, ikka at
hugsa fyrst og fremst um
Norðstreymoy og Eystur-
oynna, tí her eru møgu-
leikarnir fyri framtíðina
ómetaliga stórir, uttan at
tað verður ov trongligt
hjá nøkrum.
Íbúðarneyðin í
Føroyum
VIÐMERKINGAR
Heildarætlan fyri búskapin
Jógvan Durhuus
løgtingsmaður
Í sera løgnar grein í
Dimmalætting og Sosiali-
num 2. mars 2002, sum er
eitt aftursvar til Høgna
Hoydal, kemur mítt navn,
sum ketta úr høvdatrogi, –
hvar eg av Atla Dam verði
lagdur undir at hava sagt
ósatt.
Atli Dam, sum eg havi
verið saman við til nógvar
samráðingar, meti eg at
vera ein stak dugnaligan
samráðingarleiðara, – og
tað var hann eisini á fundi-
num hin 29. august 1988, –
men tá naggatódn kom í
samráðingarnar og eitt upp-
skot var gjørt av embætis-
fólki at leggja fyri danska
stjórnarleiðaran
Poul
Sclütter, tá vóru vit tjóð-
veldisfólk á varðhaldi, tá
vit sóu, at innihaldið var
rættiliga átókt tí grønlend-
sku skipanini.
Hetta vildu vit ikki ganga
við til, og varð hetta upp-
skot broytt, so tað var í tráð
við upprunaliga málsetn-
ingin, sum var stungin út í
kortið við atliti til undir-
grundarálitini I, II, III, –
valaverk – greitt úr hondum
av Árna Ólafsson, Jalgrim
Hilduberg og Halgir W.
Poulsen.
At Atli Dam so dregur
skilamannin
Finnboga
Ísaksson uppí hetta hansara
illsinnisgleps, sigur ikki so
lítið um trúðvirði í grein
hansara, tá Finnbogi Ísaks-
son, sum tá var uttanfyri
tinggátt als ikki legði seg út
í, hvat politikarar tjóð-
veldisfloksins tókust við á
politiska víðvøllinum.
Hvør, ið stendur mest
nakin aftaná hendan løgna
orðadrátt, kann lesarin best
meta um?
Tjóðveldisflokkurin og undirgrundarmálið
Eitt føroyskt "STATOIL" sjálvsagt
Bill Justinussen
Miðflokkurin
Hví ber tað ikki til at seta í
verk eina serliga skatting
fyri hjún? Vit hava serligar
skattareglur
á
nógvum
økjum.
• Sjómenn verða serskatt-
aðir.
• Langfarasjómenn verða
serskattaðir.
• Partafeløg hava sína
egna skatt.
• Onnur feløg verða skatt-
að á serstakan hátt.
• Útlendingar í Føroyum
verða serskattaðir.
• Føroyingar í útlondum
verða skattaðir eftir ser-
ligum reglum.
• Dagpleygumammur
verða serskattaðar.
• Áhugafeløg v.m. verða
als ikki skattað.
• Løgtings- og landsstýris-
fólk fáa serligar afturber-
ingar úr landskassanum
• Deyðsbúgv hava sína
egnu skatting.
Men hjún, sum ynskja at
vera um børn síni døgnið
runt, skulu fyri einhvønn
prís haldast uttanfyri skatta-
fyrimunir, sum annars eru
vanligt fyribrygdi sambært
omanfyri vísta yvirlit. og
nú eru tað bert 379 hjúna-
felagar eftir í Føroyum,
sum ikki hava lønt arbeiði.
Tað merkir, at politikkur
sosialismunnar og kapital-
ismunnar til fulnar hevur
eydnast á hesum øki: Stat-
urin skal uppala børnini og
arbeiðsmarknaðurin/kapi-
talurin ger krav upp á allar
vinnuførar hendur. Eftir
standa børnini, sum ikki
eru før fyri at tala sína søk.
Hóast teirra størsta ynski
er, at mamman skal vera
heima í uppvakstraráru-
num, verða tey givin í varð-
veitslu hjá meiri og minni
útbúnum pedagokum, sum
sjálvandi gera sítt besta,
men sum ongantíð kunnu
koma í móðurs stað.
Valmøguleikin
Eg tosi ikki um at jakstra
foreldur av arbeiðsmarkn-
aðinum og heim, men um
VALMØGULEIKAN. Tí
sjálvandi skulu fólk hava
møguleikan
at
velja,
hvussu tey ynskja at skipa
síni heimligu viðurskifti.
Vilja bæði vera á arbeiðs-
marknaðinum, er samfelag-
ið í fullari ferð við at inn-
rætta seg eftir hesum; í so
máta er fult valfrælsi. Men
um annar ynskir at vera
heima, meðan børnini eru
smá, er fíggjarliga grundar-
lagið ikki til staðar, uttan
so, at talan er um óvanliga
høga inntøku ella óvanligar
treytir annars. Undir øllum
umstøðum hava landsins
myndugleikar onki gjørt
fyri at endurskapa val-
møguleikan, sum var fyri
nógvum árum síðani. Alt
samfelagið verður í hesi tíð
innrættað eftir, at øll skulu
arbeiða og at øll børn skulu
ansast á stovni.!! GONGD-
IN ER VANDAMIKIL og
kemur at hava syrgiligar
menniskjaligar avleiðingar
í framtíðini.
Hjúnarskattur
Ført verður fram, at um ein
serligur skattur fyri hjún
verður settur í verk, verður
hetta ein stór útreiðsla fyri
landskassan, tí so vilja
nógv velja at arbeiða heima
heldur enn úti. Hetta er í
sjálvum sær ein ásannan av,
at ikki øll eru so glað fyri at
arbeiða úti, sum nøkur vilja
vera við. Men hugsa vit eitt
sindur longur, hvørjar eru
sotær mammur (tað vil í
flestu førum vera tær, sum
talan er um), sum velja at
siga arbeiðið upp og vera
heima?
Helst
eru
tað
mammur við fleiri børnum.
og her kann eitt áhugavert
dømi nevnast: Ein mamma
eigur trý børn, sum eru á
ansingarstovni. Hon velur
at siga upp, tí nú kann hon
skatta av inntøku mansins,
og tí vil tað fyri samlaða
húsarhaldsbúskapin loysa
seg eins væl hjá henni at
vera
heima.
Hendan
mamman frígevur 3 ansing-
arpláss og gevur sostatt
pláss fyri trimum ansingar-
plássum,
tvs.
tríggjar
mammur við einum barni
kunnu koma á arbeiðs-
marknaðin, tí nú fáa tær
ansingartrupulleikan loyst-
an. Hetta dømið er bein-
leiðis í andsøgn við grund-
gevingarnar hjá teimum,
sum mótmæla hjúnarskatt-
ing. Hetta dømið tryggjar
landskassanum meiri inn-
tøkur, tí tríggjar inntøkur
fleiri verða at skatta av,
meðan ein inntøka verður
lættari skattað. Dømið er
nevnt fyri at vísa á, at hjún-
arskatting ikki bara vendur
ein veg fyri landskassan
Hugsa vit okkum har-
afturat, at streymurin av
mammum, sum siga upp,
verður so stórur, at nógv
ansingarpláss verða tøk, so
er hetta jú ein áhugaverd
loysn á dagsins ansingar-
trupulleikum, sum eru við
at stíga nógvum politikkar-
um til høvdið. So góði
KARSTIN HANSEN, hvat
bíða vit eftir. Tað liggja
nógvir fyrimunir í serskatt-
ing av hjúnum. Far til
verka!!
Fólkaflokkurin, Jógvan á
Lakjuni og hjúnarskattur
Jógvan á Lakjuni skal hava
rós fyri, at hann hevur roynt
at gera nakað við hetta mál-
ið. Men góði Jógvan!
Flokkur tín hevur nú sitið í
samgongu so at siga øll ní-
tiárini. Tvær ferðir við løg-
manni, og tvær ferðir við
fíggjarmálaráðharranum,
minnist meg ikki heilt
skeivt. Hví í allari víðu
verð hava tit ikki megnað at
loyst hetta málið??? Eru tit
ikki nóg sterkir ella eru
hetta bara orð? Hví skulu
fólk velja Fólkaflokkin, tá
flokkurin ikki megnar at
fremja tey mál, sum hann
sigur seg at virka fyri? og
kanska er talan meiri um
manglandi vilja enn nakað
annað. Tí tá Fólkaflokkurin
við Anfinni Kallsberg sum
fíggjarmálaráðharra á odda
innførdi sjómansfrádráttin,
varð tað gjørt hóast harða
mótstøðu frá fleiri síðum.
Hevði viljin verið til staðar
tá, kundi hjúnarskatturin
saktanst verið framdur.
Sambandsflokkurin og
hjúnarskattur
Sambandsflokkurin hevur
havt júst sama møguleika
sum Fólkaflokkurin. Men
heldur ikki hann enntá við
løgmanni, gjørdi tað allar-
minsta fyri at fremja hend-
an skattin. Er tað eisini bara
orð uttan innihald frá tykk-
ara síðu? Tit høvdu ein
tingmann fyri nøkrum ár-
um síðani, sum nú sigur seg
hava mist áhugan fyri poli-
tikki. Hann gekk á odda
fyri at innføra eina skipan,
sum skilir hjún sundur í
skattainnkrevjingarspurn-
inginum, tvs. konan kann
ikki hefta fyri skattin hjá
manninum og øvugt. Tað
kann í fyrstu syftu tykjast at
vera ein góð skipan, men
sæð í størri høpi er hetta
ikki gagnligt fyri hjúnar-
bandið. Hetta er við til at
skilja hjún sundur fíggjar-
liga og ábyrgdarliga á
skattaøkinum. og so er tað
mær upplýst einasta skipan
í heiminum av sínum slag.
Ikki serliga gott fyri eitt
samfelag, sum sigur seg at
verja
hjúnarbandið
og
byggja á kristnu lívsvirðini.
Ongin familjupolitikkur
Okkara samfelag hevur
meiri enn nakrantíð brúk
fyri veruligum familjupoli-
tikki. Hvussu nógvar cost-
benefit
kanningar
eru
gjørdar av trivnaðarviður-
skiftunum hjá føroyingum í
dag? Tað verða pengar oys-
tir út at gera cost-benefit
kanningar um veruleika-
fjarar
tunnilsverkætlanir
v.m., meðan tað ongantíð
verður sett spurnar-tekin
við, hvussu vanligi føroy-
ingurin trívist og fer at trív-
ast við lógarbroytingum av
einum og øðrum slagi.
Hevði tað ikki verið rími-
ligt at kannað trivnaðin hjá
vanligu familjuni og serliga
børnunum
og
teimum
gomlu við ávísum millum-
bilum, so tey ráðandi
kundu fingið eina fatan av,
hvat rørist í fólkinum?
Hevði tað ikki verið rími-
ligt at spurt m.a. hvussu
nógv hjún høvdu havt
áhuga í at kunnað livað av
eini inntøku heldur enn av
tveimum?
Miðflokkurin fer í kom-
andi samgongu at virka fyri
einum familju- og trivnað-
armálastýrið. Nakrir stórir
vinnulívsmenn úti í heimi
vórðu spurdir, hvat hevur
størstu ávirkan á framleið-
sluevnini hjá einstaka ar-
beiðaranum. Svarið var
trivnaður og lívsvirði. Triv-
naður og vinnulív eru ikki
mótsetningar, men ganga
hond í hond. Tí er familju-
politikkur týdningarmikil
og tí kann serskatting av
hjúnum vera við til at økja
um framleiðsluevnini í
samfelagnum sum heild.
Útróðrarfeløgini
Eystan Múla / Klaksvíkar /
Leirvíkar / Fuglafjarðar
Vit kunnu á ongan hátt
góðtaka
tíðaravmarkaða
veiðibannið, sum Lands-
stýrismaðurin í fiskimálum
Jørgen
Niclasen
hevur
framt av kassa 1 í vágshavi-
num,
vestanfyri
Sand-
oynna.
Grundgevingin fyri hes-
ari ónøgd er, at vit fram-
manundan eru nógv skerdir
av friðingarøkjum norðan-
fyri, og umframt tað so
hava vit trolingina á land-
leiðini har, eins og stóru
línubátarnir eisiini hava
loyvið at royna millum 6 og
12 fjórðingar úr landi.
Við víðkannini av frið-
ingini av kassa 1 í vága-
havinum er tað givið, at teir
bátar í vanliga troyta hesa
leiðir, vegna núverandi
stogsli í vágahavinum, allir
koma norðurum at royna
har einki økið er at royna á,
tá gýtingarleiðirnar allar
eru stongdar aftaná 15. feb-
ruar.
Samgongan við Jørgeni
Niclasen sum fiskimálaráð-
harra burdi vit, at Klaksvík
– Fuglafjørður – Leirvík –
Hvannasund og Norðdepil
er ein týðandi partur av
landsins inntøku, sum gev-
ur livibreyð til nógvar
familiur um hesar leiðir.
Stemmu fiskarí gevur
lítið í landskassan í mun til
rokfiskarí, men tá Jørgen
Niclasen tvingar nærum
allan útróðrarflotan á norð-
havið,
við
áðurnevnda
stongsli, nú várróðurin
stendur fyri framman, tá
man fiskimaðurin óiva
hugsa seg meir enn eina-
ferð um, hvør rættast er at
sita við róðri í einum so
týdningarmiklum starvi, vit
sum hava hetta sum livi-
breyð høvdu ikki roknað
við at fólkaflokkurin fór at
stinga okkum so meint í
ryggin nú valið stendur fyri
durum.
Mótmælisskriv viðvíkjandi stongsli í
Vágahavinum kassa 1. vestanfyri Sandoynna
VIÐMERKINGAR
Súni í Hjøllum
Tjóðveldisflokkurin
Eysturoy
Nývaldi formaðurin í
Fótbóltssambandinum
segði í síni fyrstu blað-
samrøðu, at fortreytin
fyri eini framhaldandi
menning av føroyskum
fótbólti er, at føroyingar
fáa eina fótbóltshøll inn-
an alt ov langa tíð. Hann
nevndi eisini, at tað er
sera umráðandi, at hon
liggur soleiðis fyri, at so
stórur partur av landinum
fær gleði av henni. Hann
segði, at ein møguleiki er
at inniloka grasvøllin á
Svangaskarði á Toftum.
Undirritaði heldur, at
hetta er eitt sera skilagott
uppskot. Um fíggingina
er at siga, at UEFA letur
væl
av
fíggjarligum
stuðli til slíkar ætlanir, og
tí er als ikki talan um so
stóra íløgu fyri Fótbólts-
sambandið.
Hendan ætlan, sum her
er nevnd, gevur eisini
heilt aðrar og stórar
møguleikar á Svanga-
skarði.
Fyri
nøkrum
árum
síðan, meðan Signar á
Brúnni var landsstýris-
maður, arbeiddi hann fyri
at seta á stovn ítróttarhá-
skúla á Svangaskarði. Tí-
verri eydnaðist tað ikki at
røkka á mál ta ferðina.
Hetta kom m. a. av, at
ikki var pláss á fíggjar-
lógini.
Nú er ein gyltur møgu-
leiki hjá landsmyndug-
leikunum at fáa stovnsett
Føroya Ítróttarskúla, í
góðum samstarvi við
lokala íróttarfelagið og
FSF, fyri ein kostnað,
sum ikki er so høgur, tí
frammanundan eru so
stórar íløgur gjørdar á
Svangaskarði.
Tað er einki dulsmál, at
tjóðveldisflokkurin ofta
hevur gingið á odda, tá ið
ungdóminum hevur verið
tryggjað útbúgvingar- og
frítíðarmøguleikar. Al-
tjóða góðkendi grasvøll-
urin á Svangaskarði kom,
meðan tjóðveldisflokkur-
in umsat ítróttarmál í
landsstýrinum. Vónandi
eydnast tað í komandi
valskeiði at røkka máli-
num um at seta á stovn
ítróttarháskúla á Svanga-
skarði.
Ítróttarháskúli
á Svangaskarði
Hjúnarbandið og skattaskipanin
C
M
Y
K
13
12