Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-05-06, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. mai 2011síða 17

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 52 · 6. mai 2011 17 VIKUSKIFTI er hongt uppá stálkonstruktiónir – ein sonn perla; hann stendur í andsøgn til teir fjallahøgu, ofta keðiligu ský­ skravararnar í gøtuni og virkar eitt sindur forfjónaður ímillum alt hetta høga. Aftanfyri bygningin dagar risa­ stóri MetLife bygningurin upp í loft. Hesin bygningur bleiv í sínari tíð bygdur av tí risastóra flogfelagnum PanAm, sum nú er burtur, og er bygningurin enn kendur sum PanAm bygningurin. Tað var nærmast fólkastormur í New York móti ætlanunum um bygging av hesum skýskravarunum í umhvørvinum nærhendis tí vakra Grand Central. Tað var enntá ein ætlan um at byggja eitt torn beint omaná takstøðina, men hetta bleiv tíbetur av ongum. Atkoma til bygningin er ígjøgnum einar heldur beskednar dyr, síðani gongur man gjøgnum eitt gongs/foyer system og kemur til seinast inn í eina risastóra atkomuhøll, sum øll er úr marmor. Við báðar skjøldrarnar eru risastórir dupultir rútar við so stórari frástøðu, at tað ber til at ganga inni ímillum rútarnar, og sóðu vit eisini fólk ganga har, meðan vit hugdu at hesum imposanta rúmi. Tað er sum at koma inn í ein katedral, ella inn í ein av teim stóru antikku bygningunum í gamla Roma – eitt satt upplivilsi, og tað má sigast, at gamli amerikanski arkitekturin Philip Johnson ikki segði ov nógv, tá hann rósti hesi høll og segði, at ynskiligt var, um vit í dag kláraðu at skapa slíkan arkitektur. Uppiá balkongini í høllini, fingu vit okkum ein bita við eitt sindur av víni afturvið. Hildu nú leiðina úti á East 42th Street til Chrysler Building – tað var nú byrja at regna. Tá tú nærkast hesum vakra bygn­ ingi við tí rustfría stáltorninum heilt haruppi í luftini, fært tú greiði á, hví hesir bygningar verða kallaðir ský­ skrav arar. Bygningrin er teknaður av William van Allen og er stílurin Art Deco, vit kunnu eisini kalla stílin jugend ella art noveau, sum man vildi sagt í Europu. At soleiðis er, sært tú á hornunum høgt har uppi, sum enda uttast við einari ørn. Bordar kring horn og vindeygu boða eisini frá hesum – nógv halda at hetta er flottasti skýskravari í heiminum – eg havi hug at geva teimum rætt. Atkomuhøllin Grand Central Bryant Park Chrysler Building Grand Central