Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-05-06, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. mai 2011síða 27

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 52 · 6. mai 2011 27 VIKUSKIFTI Tað hendir ... lagT TIl ræTTIs: Eyðun Klakstein downtown Abbey Stórsligið sjónvarpsdrama, sum gongur fyri seg í tíðini fyri fyrra heimsbardaga. oscar-vinnarin Julian Fellowes hevur skrivað handritið, og uppsetingin er hugtakandi og dramatisk. Vit fylgja lívinum á harragarðinum downtown Abbey, og fylgt verður við í lívinum hjá bæði familjui og teirra tænastufólkum. tað er idylliskt og friðarligt, hóast spenningar eru í luftini, men fyri framman nærkast eitt kríggj, sum fer at broyta heimin – eisini á downtown Abbey. Downtown Abbey Sjónvarprøð á dvd Finnur í KollAFirði Finnur Jensen, sum er sangari í bólkinum Páll Finnur Páll, verður fríggjakvøldið at hoyra í Kollafirði. Finnur fer at hava konsert á Café Chill, har tey eisini hava pubquiz fyrr á kvøldinum. Finnur Jensen hevur javnan framførslur sum solistur, og hann spælir bæði sangir hjá Páll Finnur Páll og coversangir. Finnur Jensen Café Chill í Kollafirði Fríggjakvøldið 6/5 kl. 23.00 wAter For elePhAntS Djóralæknin Jacob fær av tilvild arbeiði í einum ferðandi sirkusi. Har hittir hann Marlenu, sum er stjørnan í sirkusinum, og hann verður forelskaður í henni. Gjøgnum teirra alsk til djórini og serliga til fílin Rosie finna tey meining í sirkuslívinum. Einasta trupulleikin er August – maðurin hjá Marlenu. wAter For elephAnts Biograffilmur Frá hósdegnum 5/5 dyStur um meiStArAheitið Í Onglandi er spenningurin ovurhondsstórur, nú tey bæði fremstu liðini í Premier League hittast til avgerandi dyst sunnudagin. Manchester United hevur verið greitt á odda, men hevur nú mist stóran part av leiðsluni. Chelsea kann við sigri á United sunnudagin fara fram um United, nú bert trý umfør eru eftir at spæla. Manchester United er á heimavølli, og har hava teir verið í stórformi í hesum kappingarárinum. MAnchester uniteD-chelseA Premier League Sunnudagin 8/5 kl. 16.10 møllehAVe í hAVn Kendi danski presturin og rithøvundin Johannes møllehave kann um vikuskiftið upplivast í Føroyum. í næstu viku skal hann við norrønu á ferð til íslands, men sunnudagin verður hann í norðurlandahúsinum, har hann og føroyski presturin theodor olsen fara at tosa um lívsins viðurskifti. MøllehAve og theoDor norðurlandahúsið í havn Sunnudagin 8/5 kl. 16.00 bátAFeStiVAlur á toFtum hetta vikuskiftið halda tey aftur bátafestival á toftum. byrjað verður longu í kvøld, men á middegi leygardagin verður siglt úr bátahylinum í Skálafirði og út á toftir, og so verður av álvara lagt til brots við bátafestivalinum. umframt hugnan, sum hoyrir til bátaumhvørvi, verður eisini skipað fyri uppboðssølu, tónleikaframførslum, sølu, undirhaldi til børnini og dansi. bátAFestivAlur á toFtuM leygardagin 7/5