Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-03-12, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. mars 2002síða 10

‹ fyrra síða allar 42 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 49 - 12. mars 2002 19 Peter Schmeichel hevur tikið seg aftur, og eftir summar- steðgin verður eingin fullatíðar yrkisspæl- ari í felagnum hjá Óla Johannesen ÚTISETAFELAG Jóannes Hansen Ætlanirnar hjá Peter Schmeichel at fáa Hvidovre aftur millum bestu fótbólts- feløgini í Danmark verða ikki til veruleika. Dreymur- in var, at Hvidovre skuldi vera millum seks tey bestu í næstbestu deildini í hesum kappingarárinum, og at teir skuldu vinna sær uppflyt- ing komandi kappingarár. Veruleikin er, at Hvid- ovre er ikki so langt frá niðurflytingarlinjuni, og vánirnar fyri at tað skal ganga so nógv øðrvísi, eru einki serligar. Síggja botnin Fríggjadagin varð greitt, at tíðin hjá Peter Schmeichel sum fíggjarligur høvuðs- stuðul hjá felagnum, sum hann í síni tíð vardi málið hjá, er liðug. Úr Birming- ham, har fyrrverandi danski landsliðsmálverjin tænir Aston Villa, vóru boðini, at flytingarnar av kontoini hjá Schmeichel og til Hvidovre ikki vera fleiri. Málverjin, sum í Sporting Lissabon og Aston Villa ivaleyst fleiri ferðir hevur vunnið tað aftur, sum hann hevur flutt til Hvidovre, sigur seg ikki hava møgu- leika at stýra danska fel- agnum. Tá hann fyri trim- um árum síðani fór uppí Hvidovre ætlanina, var hann á veg heim til Dan- markar. Seinni broytti hann kós, og nú verður tað í fyrsta lagi í 2003, at hann fer at gevast sum yrkis- spælari. Hetta seinasta árið hevur Hvidovre ikki fingið serlig- ar upphæddir frá Schmeic- hel. Teir hava repað seglini, og nú siga teir seg ikki duga at ímynda sær, at teir skulu megna at keypa seg til tað, sum skal til, um dreymurin um superliguna skal gerast til veruleika. Kassin er tómur. Ongar spælarar fulla tíð Í løtuni eru einir tíggju spælarar í fulltíðar starvi í Hvidovre. Millum teirra er liðformaðurin á føroyska landsliðnum, Óli Johanne- sen. Nú er nakað síðani, at hann kom á sølulistan, sum felagið hjá fótbóltsspælar- um í Danmark hevur. Sátt- málin hjá Óla við Hvidovre gongur fram til 30. juni. Tað er greitt, at hann ikki verður longdur eftir somu treytum, sum higartil hava verið galdandi. Ætlanir eru um at selja málverjan, Stephan Ander- sen, sum í síðstu viku var í Sunderland og royndar- vandi: – Sáttmálaskeiðið hjá øll- um teimum 7-8, sum ar- beiða fulla tíð hjá okkum, verður liðugt 30. juni. Vit fáa ikki so nógv burturúr at hava so fáar í fulltíðar- starvi. Hvussu tað so verð- ur er ikki avgjørt enn, sigur Jan Sørensen, sum er stjóri í felagnum. Sandoyingar skulu spæla ímóti sumb- ingum, og argjamenn skulu spæla ímóti vágamonnum um eitt pláss í bólkaspæl- inum LØGMANSSTEYPIÐ Jóannes Hansen Enn er tað ikki greitt hvørji lið úr lægru deildunum skulu saman við teimum tíggju liðunum í 1. deild í bólkaspælið í kappingini um løgmanssteypið. Um vikuskiftið kom svarið eitt sindur nærri. Nú er tað greitt, at grannafeløgini í Leirvík og Fuglafirði ikki skulu brúka meiri tíð og orku uppá steypakapping- ina. Heldur skulu tey brúka tíðina uppá at fyrireika seg til landskappingina, sum tað verður farið undir fyrsta vikuskiftið í mai. Neyvan kemur tað serliga illa við hjá teimum. Í fjør var ÍF við í bólkaspælinum, og teir stóðu seg hampuliga væl. Men tað gekk út yvir fyrstu umførini í lands- kappingini, tá teir so at siga fóru niður við nakkanum, áðrenn teir reistu seg aftur og vóru um reppið at kval- ifisera seg til bestu deild- ina. Men tað er einki at reypa av hjá ÍF, at teir sunnudagin í Runavík – ov nógvur kavi á vøllinum í Fuglafirði hevði við sær, at dystrin mátti flytast – taptu 2–1 ímóti AB, sum hevur nýggjan venjara. Hann eitur Sámal Erik Hentze. Hann hevur havt ábyrgdina av næstbesta liðnum hjá HB, umframt at hann hevur spælt í HB og eisini í B68, har hann var á besta liðn- um. Fótbóltsliga var tað einki at reypa av í Runavík. Spælararnir hava millum lítið og einki vant við bólti, og tað sást væl aftur á kava- leysa vøllinum. Alt sá út at ganga, sum tað framman- undan var roknað við, tá Heini Heinason miðskeiðis í 1. hálvleiki legði ÍF á odda. Men í 32. minutti javnaði Johnny Samuelsen, og átta minuttir fyri leiklok skoraði Flóvin Jespersen sigursmálið fyri AB. ÍF málverjin tók bóltin, tá ein av hansara egnu legði aftur. Dómarin dømdi óbein- leiðisfríspark í brotsteigin- um, og so var mál. Bara heimamenn Undanfarnu árini hevur B71 havt nógv fremmant fólk á liðnum. Í ár hava teir fingið tveir nýggjar pól- verjar at koma henda vegin. Hvør dugur er í teimum bar ikki til at siga nakað um, tá B71 leygardagin tók ímóti LÍF. Spæliloyvini vóru ikki komin upp á pláss. Talan var um eitt sandoy- arlið burturav. Valdemar Nowisci var sjúkur. Tí vardi bara 16 ára gamli Jógvan Olsen B71 málið, og á liðn- um vóru saman við fleiri veteranum fýra spælarar, sum í fjør høvdu dreingja- liðsaldur. B71 vann 3–2, og ein av ungu monnunum skoraði tvey mál. Tað var Tummas Pauli Olsen, sum undan- farin ár onkra ferðina hevur verið á yngru landsliðun- um. LÍF, sum hevði Karstin Joensen í málinum, var aftanfyri 3–0, áðrenn teir fingu hol á. Tá teir mink- aðu um munin til 3–2, var eingin tíð eftir. Karstin Joensen hevur áður spælt við KÍ. Hann er kendur frá yngru landsliðunum. Útseta kanska B71 skal á útivølli spæla um pláss í bólkaspælinum ímóti Sumba. AB skal spæla ímóti FS Vágum. Sambært skránni skuldi fyrsta umfarið í bólkaspæl- inum verið á skránni kom- andi vikuskifti. Fyrrapartin í gjár var ikki greitt, nær dystirnir í Vágum og í Sumba verða spældir. Tað hevur verið tosað um, at AB skal vestur í Vágar hós- kvøldið. At fáa dystin í Sumba frá hondini mitt í viku man ikki vera sum at siga tað. Tí hevur møguleikin verið nevndur, at hesir báðir dystirnir skulu spælast komandi vikuskifti, og at tað ikki verður spælt í bólkaumfarinum fyrrenn annað vikuskifti. Tá skráin fyri bólkaum- farið varð løgd, var ein dystardagur lagdur av til landsdyst ímóti Íslandi, áðrenn fyrsta umfarið í landskappingini skal spæl- ast. Eftir at Føroyar og Ísland eru komin í sama bólk í EM undankapping- ini, er landsdysturin avlýst- ur. Tað vil siga, at tað er rúm fyri at útseta bólka- spælið eina viku. Feløgini hava neyvan nakað ímóti at útseta. Kavin hevur havt við sær, at tað ikki hevur verið møguleiki fyri at venja so nógv við bólti, sum tað hevði verið ynskil- igt. ÍF–AB 1–2 (1–1) 1–0: Heini Heinason 26. 1–1: Johnny Samuelsen 32. 1–2: Flóvin Jespersen 82. B71–LÍF 3–2 (2–0) 1–0: Tummas Pauli Olsen 21. 2–0: Jónsvein Thomsen 42. 3–0: Tummas Pauli Olsen 53. 3–1: Kristian í Vági 70. 3–2: Tomek Rezel 90. AB sendi ÍF úr kappingini Eitt mál í seinasta minuttinum feldi Julian og Hull City, tá teir leygardagin spældu lokalupp- gerð móti Scunthorpe ONGLAND Jákup Mørk Framman fyri fullari heimaáskoðarafjøld kiksaði Hull City enn einaferð, tá teir leygar- dagin spældu granna- uppgerð móti Scun- thorpe. Roknað varð alla tíðna við, at talan fór at gerast um ein torføran dyst hjá Julian og teimum, men at lagnan skuldi gerast teimum so hørð, hevði fáur grunað. Fram til seinasta minuttin var nevnliga talan um javn- støðu millum grannarn- ar, sum báðir stríðast fyri uppflytan, men í seinasta minuttinum fekk Scunthorpe frí- spark, sum Mark Jack- son smekkaði beinleiðis í netið. Úrslitið hevur við sær, at Julian og teir nú eru dotnir niður um sjeynda plássið, sum gevur rætt til sonvendu play-off dystirnar um uppflyting, so hóast venjaraskifti og ónøgd millum áskoðar- arnar annars, so er enn ikki líkt til, at teir í Hull megna at venda vána- ligu gongdini. Taptu grannauppgerð í einum hørðum dysti við ikki færri enn 41 frí- spørkum eydnaðist leyg- ardagin FC Zwolle at vinna sær enn ein sigur, tá teir høvdu vitjan av Harleem, sum liggur miðskeiðis á stigatalv- uni. Avgerandi málið kom longu í 3. minutti, tá Richard Roelofsen fann vegin fram til meskarn- ar, men fyri tað var dramatikkurin als ikki liðugur. Sum nevnt var talan um hópin av frí- spørkum, og umframt at hetta kostaði gult kort til fleiri leikarar, so merkti tað eisini, at Zwolle misti tveir leikarar aftur- at. Sum kunnugt varð Súni Olsen skaddur í seinastu viku, og nú fer av álvara at sansa at hjá Zwolle, og tíðarfestingin fyri hetta er hin ringast hugsandi. Komandi tvær vikurnar skulu teir nevn- liga royna seg móti tveimum av liðunum, sum eisini royna at tryggja sær uppflytan, og tá verður tørvur á øll- um góðum kreftum, um dreymurin um heiðurs- deildina skal gerast veruleiki á hesum sinni. -jm Krubban er tóm í Hvidovre Jan Sørensen sigur, at eingin leikari verður fulla tíð í Hvidovre eftir summar- steðgin Hart í Hollandi 19 18 Nr. 49 - 12. mars 2002 Spenningurin var í hæddini tá VÍF var á vitjan hjá StÍF í høllini á Skála. Sum ikki einaferð fingu strandingar víst, at teir hava betri enn gott tak á vestmenn- ingum, og sigurin hjá strandingum hevði við sær, at VÍF misti oddasessin til Neistan. Fyribils í hvussu er HONDBÓLTUR - MENN Sveinur Tróndarson Tað leikaði hart á í ítrótt- arhøllini á Skála sunnu- dagin, tá vestmenningar vóru á vitjan. Vestmenn- ingum tørvar tveir sigrar afturat í ár og fyri teir hevði verið best um sigurin kom til høldar í høllini á Skála, tí so kundu teir taka til takkar við einum sigri antin í dystinum móti H71 ella móti Kyndli. Men soleiðis skuldi ikki vera og avleiðingin av tí er, at VÍF ikki longur er á fyrsta plássi og at teir nú skulu og mugu vinna báðar dystirnar sum eftir eru í landskappingini, tí málúr- tøka teirra ikki er so góð sum tann hjá Neistanum. Og havandi gongdina í meistaradeildini í mans- flogbólti í huga, er ikki vist, at tað verður so lætt. So kappingin er aftur púra opin ... Hví spæla tit ikki altíð so Spurningarnir til strand- ingar flugu runt tá dysturin í høllini á Skála seinna- partin sunnudagin var lið- ugur. Áskoðararnir — teir vóru um 400 í tali — høvdu sæð eitt sera nærlagt og stríðsvilja heimalið leggja sera nógv fyri, og tí var ikki so løgið, at spælararnir sluppu at svara spurning- inum, hví StÍF ikki altíð spælir, sum teir spældu sunnudagin. Svarini fara vit ikki at avdúka, men vit kunnu bara staðfesta, at sigurin móti vestmenningum var ruddi- liga uppiborin. Tað vóru nevniliga strandingar, sum frá byrjan løgdu seg á odda og sjálvt um vestmenningar fingu javna og fylgdu við upp til 5-5, ja, so sást rættiliga týðuliga, at tað vóru strand- ingar sum vóru meira uppsettir, sjálvt um teir ikki hava annað at spæla fyri enn æruna. Men hon hevði nógv at siga sunnudagin. Veruleikin er, at spælið hjá heimaliðnum hekk nógva ferðir betur saman enn spælið hjá vestmenn- ingum, og tí er neyvan nakar, sum setir spurnar- tekin við, um sigurin var uppiborin ella ikki. Álopsspælið riggaði til tíðir sera væl og Artur slapp næstan at gera mál sum honum lysti. Bárður Niel- sen í VÍF-málinum náddi ongantíð niður til bóltin, sum Artur ferð eftir ferð smekkaði inn fram við knøunum á VÍF málverj- anum. Og so var tað Marian ... Í hinum endanum stóð verjan sum ein rættiliga stinnur skansi og tað sjálvt um strandingar gjørdu tvær útskiftingar millum verju og álop. Artur og Costin vóru bara við í álopspart- inum og sjálvt um vest- menningar royndu at seta spælið skjótt í gongd aftur, náddu teir ikki at trýsta strandingar, sum arbeiddu stak skjótt. Aftan fyri verjupartin stóð so helst týdningar- miklasti leikarin á StÍF- liðnum sunnudagin. Enn einaferð vísti málverjin, Marian Cirloganescu, síni kynstur og tað er ikki hissini, hvat hasin maðurin hevur at bjóða. Til tíðir tóktust vest- menningar heilt ráðaleysir tá teir nærkaðust honum, tí hann tók næstan alt sum kom imóti honum. Tað kundi gera tað sama um teir skutu uppi ella niðri tí hann valadi næstan altíð rætt, og fekk hann ikki fatur á bóltinum, var tað um reppið at hann gjørdi tað. Tað er einki at dylja yvir, at StÍF-liðið hevði verið munandi veikari, um tað ikki hevði Marian stand- andi í málinum, og tað er ein fragd at síggja hann spæla. Vestmenningar hava knívin fyri barkan Dysturin millum StÍF og VÍF var kanska ikki tann best spældi hondbóltsdyst- urin, men hann hevði tað í sær, sum ein oddadystur skal hava. Hann var spenn- andi og nokkso javnur tó at strandingar løgdu seg nøkur mál fram um. Til tíðir var hann nokk so hart leiktur, men tað var ikki tí, at leikararnir vóru ófantaligir. Teir gjørdu tað dómararnir loyvdu teimum og ikki meira enn tað. Onkuntíð høvdu benkurnir lyndi til at liva í so nógv við í spælinum, men soleiðis er, tá eitt FM-heitið stendur upp á spæl. Og tað gjørdi tað á Skála, sjálvt um tað ikki sást so væl á spælinum hjá vest- menningum. Teir royndu og til tíðir fleyt spælið rætti- liga væl, men so skeiklaðist alt av lagið, kanska tí at verjan hjá strandingum stóð væl og helst eisini tí, at Marian stóð sum ein brand- ur í málinum. Lítið er at ivast í, at vestmenningar eru vón- brotnir av úrslitinum, tí teir høvdu sigurin fyri neyðini, skuldu teir kunna leika eitt sindur frítt móti H71 og Kyndli. Hendan møguleik- an fáa teir ikki nú, tí nú skulu báðir dystirnir vinn- ast. Sær trupult út hjá vest- menningum í løtuni, er minst líka lítið hugaligt hjá Neistanum at hugsa um, hvat teir eiga á. Neistin hevur bara tann eina dystin eftir, men tá hann verður móti StÍF á útivølli, vita teir, hvat bíðar teimum, tí sjálvt um strandingar eru vísir í, at teir enda sum nummar trý, líkamikið um teir vinna ella tapa móti KÍF og Neistanum, so vístu teir í dag, at teir ikki gevast at berjast fyri tað. Annars kunnu vit til seinast leggja afturat, at Sveinur Justinussen hjá StÍF mátti av vølli, tá bara tveir minuttir vóru leiktir. Hann meiddi sær nøsina so illa, at hann var noyddur at fara til lækna at fáa við- gerð. Málverjin Marian Cirloganescu fekk mið- skeiðis í seinna hálvleiki eitt skot beint á munnin og umframt skelkin breyt hann eina tonn. Sjálvt um hann fekk ilt gjørdi rumenin av at vera standandi í málin- um, og so mátti tonn vera tonn ... Men sigurin kostaði ... Dysturin í tølum: StÍF — VÍF 28-23 (14-11) Málskjúttar: StÍF: Artur Johansen 9 (4), Costin Dumitrescu 7, Marius Joensen 3, Alexandur Johansen 3, Jón Rasmussen 2, Bent Djur- huus 2, Anfinnur Joensen 1 og André F. Danielsen 1 VÍF: Áki Olsen 6, Rógvi Nielsen 5, Sámal Joensen 4 (1), Ingi Olsen 4, Johnny Joensen 2, Ragnar Zacha- riasen 1 og Piti Negru 1 Brotskøst: StÍF 5, VÍF 2 Útvísingar: StÍF 2, VÍF 4 Dómarar úr Neistanum/Kyndli: Kristian Johansen og Eyðun Samuelsen StÍF — VÍF 28-23 (14-11): Ein nøs og ein tonn fyri ein sigur Hóast STÍF undir øllum umstøðum endar á triðja plássinum, so hava teir ikki mist spæligleðina, og nú hava teir sett ein farri av spenningi í aftur bestu mansdeildina Mynd: Álvur Haraldsen C M Y K 18