Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-03-12, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. mars 2002síða 11

‹ fyrra síða allar 42 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 49 - 12. mars 2002 21 Liðskiparin hjá Fram, Rúni Weihe, heldur, at orsøkin til, at Fram gjørdist Føroya- meistari heldur enn Fleyr ella SÍ var, at teir vóru teir mest støðugu tapararnir gjøgnum ári FLOGBÓLTUR - MENN Sveinur Tróndarson Tað er kanska ein løgin vinkul at taka útgangsstøði í, men tá vit hyggja at kappingarskipanini síggja vit, at tað er nakað um tað hann sigur. Fram hevur nevniliga bara tapt móti Fleyr og SÍ og tí eru teir kanska rættastu Føroya- meistarar tá samanum kemur. - Fleyr hevur tapt móti øllum liðum, SÍ hevur tapt móti øllum uttan Mjølnir meðan vit bara hava tapt fyri hinum báðum odda- liðunum, so tú kanst siga, at vit hava verið teir mest støðugu tapararnir, sigur Rúni Weihe, nú veruleikin um, at tað kortini eydnaðist at gerast meistarar, er botn- fallin. Fyrr í ár tosaði Rúni um spælið hjá liðnum og um, at teir høvdu ilt við at stuðla hvørjum øðrum. Ístaðin brúktu teir orkuna til at skeldast innanhýsis, men eftir ein fund tóku teir annað skinn um bak, og so fóru teir aftur at vinna. Tí spyrja vit hann, um fund- urin er orsøkin til, at gongdin vendir, men tað heldur hann ikki. - Ikki bara, í hvussu er. Vit spældu sera væl í byrjanini av kappingar- árinum. Síðani fingu vit ein niðurtúr og sjálvt um vit nú standa sum meistarar haldi eg ikki, at vit hava spælt líka gott sum vit gjørdu í byrjanini, sigur Rúni, sum turrisliga leggur afturat, at tað tó var nóg mikið til at enda eitt stig framman fyri hini liðini. - Eydnan á okkara síðu Rúni Weihe er ivaleysur um, at meistaraheitið hjá Fram er fult uppiborið. Tað er tað, heldur hann, og orsøkin til tað er, at liðið hevur eitt stig meira enn hini. - Í mínari verð hava øll lið, sum vinna meistara- heitið, uppiborið at vinna og í so máta eru vit einki undantak. Men far ikki skeivur av, at vit hava verið heilt ótrúliga hepnir. Tað er eingin ivi um, at vit hava havt eydnuna á okkara síðu. Høvdu vit ikki tað, høvdu vit ikki staðið sum meist- arar í dag. So einfalt er tað, sigur Rúni. Í ár eru liðin fimm ár síðani Fram gjørdist meist- ari á fyrsta sinni og sjálvt um tað var stuttligt tá, held- ur Rúni at tað er nógv stuttligari at vinna FM í ár. Mátin sum heitið kom til høldar upp á er nógv meira tiltalandi, serliga tí, at í fyrsta umfari trý lið, og síðani tvey, høvdu møgu- leikan at vinna meistara- heitið, og vit skuldu heilt til seinasta leikdag fyri at finna avgerðina. - Men vit skulu vinna FM aftur áðrenn fimm ár eru farin, sigur Rúni við einum smíli, tí kenslan er heilt serlig. Spurdur um meistara- heitið kann brúkast til nakað annað enn at sóla sær í beint nú, sigur Rúni, at tað heldur hann. Venjingarum- støðurnar hjá felagnum eru ikki nóg góðar, og tí fer felagið at gera sítt ítarsta fyri at sleppa inn í høllina, sum verður bygd uppi í Hoyvík. Sleppa teir tað eru framtíðarútlitini betri enn tey hava verið, heldur Rúni. Og tað skuldi verið lagað manni at sloppið inn nú, tí nú hevur felagið gjørt býin- um tann heiður, at hála fremsta meistaraheitið í mansflogbólti til Havnar, og tí vónar hann, at kommunan rættir felagnum eina hjálpandi hond. Hvussu verður við leikar- um og venjara er eingin sum veit nakað um enn, so tí sleppa vit at bíða eina tíð eftir enn. Í fyrsta umfari vilja Rúni og hinir Frammararnir sleppa at breggja sær av, at teir eru Føroyameistarar, og tað skulu teir sleppa. Vit ynskja teimum hjarta- liga tillukku enn einaferð. Flogbóltur, menn: Vit mistu tá vit skuldu halda fast, og tá so er, hava vit ikki uppi- borið at vinna FM, sigur leikandi venjarin hjá Fleyr, Jan Hentze, sum sjálvandi er vónbrotin um, at FM-heitið glapp teimum av hondum Sveinur Tróndarson Vinnur tú ikki, so hevur tú heldur ikki uppiborið at gerast Føroyameistari. So einføld er ítróttarverðin, og sjálvt um tað neit ógvuliga fast, at Mjølnir vann alt av- gerandi dystin í Gundadals- høllini leygardagin, er Jan Hentze ikki meira tyngdur av tí enn so, at hann dugir at síggja veruleikan í eyguni. - Vit vóru ikki nóg góðir tá umráddi, og tí taptu vit dystin, sigur Jan, um tapið móti Mjølnir leygardagin. - Vit byrjaðu sera væl og spældu eitt stak gott fyrsta sett. Í øðrum setti mistu vit stevið og tá Mjølnir sam- stundis fótaði sær gjørdi tað okkara uppgávu truplari. Teir vóru hepnir í røttum løtum og vunnu tvey sera jøvn sett, og so lá alt trýstið brádliga á okkum. Tað lá tungt á herðunum hjá teim- um ungu, sum eg haldi vóru eitt sindur merktir av trýstinum, sigur Jan Hentze. Ikki tí, allir leikarar gjørdu feilir, heldur hann, og tí skal ósigurin ikki leggjast nøkrum einstøkum til last, men liðnum. Liðið var ikki nóg gott tá um- ráddi, tí taptu teir. Vit bóðu Jan koma við einari frágreiðing um, hví tað ikki eydnaðist Fleyr at vinna FM, og hann heldur, at vit — umframt ósigurin móti ÍF í fyrsta dystinum í endaspælinum — skulu leita aftur til leiksteðgin sum Fleyr hevði í februar mánaði. - Vit spældu fyrst í februar og so spældu vit ikki aftur fyrr enn fyrst í marts. Hesin steðgurin var ein stórur trupulleiki fyri okkum og eg haldi, at hetta er ein av høvuðsorsøkunum til, at vit ikki vunnu, sigur Jan. Bløðini hava víst á, at Steinar Eirikstoft ikki hev- ur verið við í seinastuni, og tí spyrja vit Jan um tað ikki eisini er ein av orsøkunum til, at liðið viknaði. - Tað er tað helst. Nú skulu vit ikki gera nakran betri ella verri enn nakran annar, men sjálvandi hevur tað havt týdning, at hann ikki hevur verið við í sein- astuni. Serliga tí, at vit hava verið noyddir at flyta runt upp á fleiri spælarar og tað hevur merkt, at eitt nú Jóhannes Eidesgaard hevur spælt á miðjuni, sjálvt um hann er best á diagonal- inum, greiðir Jan frá. Men soleiðis eru treytir- nar nú einaferð, tá leikarar fara uttanlands, og velur felagið — sum Fleyr gjørdi tað — ikki at taka leikaran heim at spæla kappingina lidna, má restin av liðnum umskipast eftir teimum fortreytunum. - Eg haldi heldur ikki, at tað ber til at siga, at úrslitið hevði verið øðrvísi um vit høvdu gjørt nakað øðrvísi, sigur Jan at enda. - Vit vóru teir mest stabilu tapararnir - Tað var okkara egna skyld - Í mínari verð hava øll lið, sum vinna meistaraheitið, uppiborið at vinna og í so máta eru vit einki undantak, helt liðskiparin hjá Fram, tá meistaraheitið var veruleiki 21 20 Nr. 49 - 12. mars 2002 Sóljan vann Dómsnevndin hjá Hondbóltssambandin um hevur talað, og nú hevur Sóljan fingið eitt klípið at halda fast um í niður- flytingarstríðnum HONDBÓLTSTRÆTA Jákup Mørk Tað kann taka sína tíð at finna vinnaran av einum hondbóltsdysti. Í øllum førum, tá dysturin fyri tað mesta fer fram á skrivara- borðinum. Soleiðis hevur í øllum førum verið við dyst- inum í grundspælinum millum Sóljuna og StÍF. Upprunaliga skuldi dyst- urin verða leiktur 25. november, men tá høllin ikki var tøk, varð dysturin fluttur til at verða mitt í viku. StÍF sá seg ikki ført fyri at fara avstað, til nýggju dystarásetingina, men eingi avboð vóru komin vestur í Vágoynna, har leikararnir á heima- liðnum saman við dómar- unum gjørdu seg klárar til dystin. Síðani hevur verið togast aftur og fram um, hvussu dysturin skuldi avgreiðast. Tríggjar ferðir setti kapp- ingarnevndin dystin á skránna, men hvørja ferð noktaði Sóljan blankt fyri hesum. Tá kappingarnevndin at enda staðfesti, at dysturin skuldi spælast, gjørdi Sóljan av at kæra avgerðina til dómsnevndina, og nú er støða so tikin í málinum. Mugu skera ígjøgnum Á fundi um vikuskiftið gjørdi dómsnevndin hjá Hondbóltssambandinum av, at Sóljan skal vinna dystin. Øssur av Steinum, limur í dómsnevndini, sigur um úrskurðin, at hesin er grundaður á tær upplýs- ingar, sum partarnir í mál- inum hava latið. - Eftir at hava móttikið frágreiðingarnar frá feløg- unum, hava vit aftur havt málið til hoyringar, og síð- ani hava vit so skorið ígjøgnum í málinum, sigur Øssur, sum annars harmast um, at dómsnevndin skal nýtast til at taka avgerðir av slíkum slat, sum ongantíð skuldu verið komnar so- mikið langt. Úrskurðurin hjá dóms- nevndini hevur við sær, at Sóljan nú hevur fingið eitt klípi at halda fast í í stríð- num um niðurflyting. Und- an avgerðini var munurin upp til Kyndil á næst niðasta sessinum tvey stig, men tá Kyndi lhevði ein væl betri málmun, sá at kalla svart út hjá Sóljuni. Sigurin á StÍF í grund- spælinum gevur nú eitt stig til endaspælið, og tí er munurin millum liðini nú skorin niður í eitt stig, og tí kann Sóljan bjarga sær við einum sigri á Kyndli. Tann dysturin verður leiktur fríggjadagin, og nú verður altso talan um ein sannan botngysara. Sóljan vann kæruna um dystin móti StÍF, og nú er lagt upp til veruligan botngysara, tá Kyndil fríggjadagin vitjar á Giljanesi C M Y K 20