Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-05-09, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. mai 2011síða 8

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 9. mai 2011 · Nr. 53 8 Sosialurin sansir.fo Móttøka á Landsverki Ewald Kjølbro hevur tikið við sum nýggjur stjóri á Landsverki. Vit bjóða til móttøku og opið hús á Tinghúsvegi 5, hósdagin 19. mai frá kl. 15.00 - 17.00. Øll eru vælkomin. Leo Poulsen Tað vóru einir 70 aktørar við á ferðavinnustevnuni visitfaroeislands 2011, og bæði føroyingar og útlendsku lut tak ararnir vóru stak væl nøgd. Magni Arge, stjóri á At­ lants flog, sum saman við ferða vinnudeildini hjá uttan­ ríkisráðnum skipaði fyri, var sera væl nøgdur og víst millum annað á, at tað fyri fyrstu ferð er eydnast at fáa amerikanarar at taka lut á ráðstevnuni. ­ Hesaferð eru einar fýra amerikanskar ferðafyritøkur við, og tað gevur nakrar spenn andi møguleikar. Eisini aðrar tjóðir eru við fyri fyrstu ferð, so alt í alt letur hetta upp fyri spennandi møgu­ leikum, segði Magni Arge. Hann vísti á, at ferða vinn­ an er ein vinna, sum tekur tíð at byggja upp. ­ Hetta er ikki sum at kasta nót við einum nótaskipi, har eitt kast kann fylla skip ið og geva manningini meginpartin av einari árs­ inntøku. Tað tekur tíð at byggja eina ferðavinnu upp, og tað er úrslitið av einum miðvísum arbeiði, ið nú vísir seg, segði Magni Arge. Eisini amerikanarar vóru væl nøgdir við tiltakið. ­ Tit hava eina vakra náttúru at vísa á. Grøna grasið, seyðirnir og náttúran í síni heild kunnu heilt víst draga amerikanarar til sín, segði Marcia Seibert frá Simplicity Travel í Las Vegas. Eru á veg Steen Ulrik Johannesen er blaðmaður og hevur stóra vitan um føroyska ferða vinnu. Hann vitjaði í Føroyum á fyrsta sinni í 1984, og hevur síðani 1997 starvast á ferða vinnuritinum »Take Off«. Hann heldur, at føroysk ferðavinna hevur ment seg ein hóp síðani hann á fyrsta sinni var í Føroyum. ­ Eg haldi, at tit enn einaferð eru á veg. Hendan ráðstevnan í ár er hin mest vitjaða nakrantíð, og nakrir nýggir og spennandi aktørar eru við fyri fyrstu ferð, segði Steen Ulrik Johannesen. Hann heldur eisini, at føroyingar eru vorðnir betri at taka ímóti ferðafólkum. ­ Trupulleikin hjá føroy­ ing um plagdi at vera, at tit tóku ímóti ferðafólki sum gestum og dugdu ikki at taka tykkum goldnar fyri tæn­ astur. Tað er vorðið nógv betri nú, segði Steen Ulrik Johannesen. Eisini stóru hotellini síggja stórar møguleikar í nýggju luttakarunum. ­ Tað kundi givið møgu­ leikar fyri ráðstevnum og øðrum, og okkara hotell eru júst ráðstevnuhotell, sigur Jóhannes Jensen. Eisini Oddbjørg Højgaard heldur, at nýggju londini tykjast spennandi. Ráðstevnan varð hildin í Løkshøll fríggjadagin og leygardagurin varð nýttur til útferðir, áðrenn leiðin gekk av landinum aftur sunnudagin. Eftirlitsfólk Matvørudeildin á Heilsufrøðiligu starvsstovuni leitar eftir einum eftirlitsfólki í tíðaravmarkað starv. Sí www.hfs.fo Freistin at lata umsókn inn er mikudagin 25. mai 2011. Vælnøgdir luttakarar Ferðavinnustevnan visitfaroeislands 2011 var hin størsta nakrantíð, og bæði føroyingar og útlendsku gestirnir vóru sera væl nøgdir við tiltakið.