Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-05-09, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. mai 2011síða 9

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mánadagur 9. mai 2011 · Nr. 53 Sosialurin Robin Clementsen er við at verða ein kendur maður suðuri í Evropa. Hann sigur, at tað er ein øgiligur áhugi, sum fólk vísa ferðini hjá honum úr Skagen til Gibraltar. - Tað er øgiliga stuttligt, sum bilar floyta og blunka við ljósinum til mín og fólk heilsa alla somlu tíðina og tey eru øgiliga blíð, sigur hann. - Tað er garvilt! Hann leggur at afturat, at nógvir føroyingar hava hús har á leiðini við Alicante og eisini tey ringja og heilsa upp á og bjóða honum inn. Hann sigur, at tað er serliga síðani hann Montpellier í Fraklandi at fólk eru blivin varug við túrin. Hann hevur illgruna um, at onkur hevur rópt nakað hart. Og hann hevur frætt, at ein breti, hann kom í samandi við, hevur ringt til fleiri lokalar útvarpsstøðir á leiðini og hevur slatrað um ferðina. Tá ið Robin Clementsen fór undir hesa merkisverdu ferðina, segði hann, at hann hevyr fyrireikað seg í tvey ár. Hesa tíðina hevur hann runnið 50 kilometrar um dagin, fimm ferðir um vikuna. Men tað hevur ikki altíð ligið í kortunum, at Robin skuldi verða rennari av einum slíkum kalibur, sum hesum. Hann var rættiliga illa plágaður av liðagikt, men tað basti hann við ingefer og nógvari rørslu – og nú leggur hann so síðstu hond á sítt higartil størsta bragd. Robin 400 kilometrar frá dreymamálinum BRAGD nú resta bara 400 kilometrar í til Robin Clementsen hevur fullført dreymin um at renna heilt úr Skagen niður til Gibraltar og hann er í essinum at taka tann síðsta teinin við Áki Bertholdsen - Tað gongur fínt! Robin Clementsen er stutt ur og greiður, tá ið hann tek ur saman um støðuna. Men nú sær hann eisini ljós ið fyri endan á tunlinum. Hann er í ferð við at leggja hond ina á eitt bragd, sum fer í søgubøkurnar. Tað eru nøkur ár síðani hann setti sær fyri at renna heilt úr Skagen, norðast í Dan mark til Gibraltar, sum er syðst á evropiska megin- landi num. Ein rennitúrur upp á 3466 kilo metrar. Hann legði til brots hálvan mars og nú, ein slak- an mánað seinni, hevur lagt gó ð ar 3000 kilometrar undir sólar nar. Og eftir so langan túr sig- ur hann, at tað gongur fínt. Nú hevur hann so 460 kilo metrar eftir, so stendur hann á syðsta landoddi á megin landinum í Evropa. Beint nú er hann stadd ur við spanska mið jarð ar havs- býin Alicante, har hann hvíl- ur seg í nakrar dagar. Hælsinan hevur eisini spælt honum eitt puss, men tað er ikki verri enn so, enn at nú er hann vísur í at røkka máli num, hendir ikki okkurt heilt óvanligt. Nú hevur hann hvílt seg í Ali can te í tríggjar dagar, men skjótt herjar hann á aftur. - Eg bíði eftir klæðum, sig- ur hann. Hann sigur, at hann hevur mist klæðir á vegnum, so nú hevur hann ikki nógv eftir. Hann hevur eisini gjørt onkra stuðulsavtalu afturat, so eisini í tí sambandinum bíðar hann eftir klæðum. Njóta túrin Robin ætlar at taka tað heilt ró ligt tann seinasta teinin. Hann rennur ikki upp á tíð, so ein dagur frá ella til, hev ur onki at siga. - Hendan síðsta teinin ætli eg mær at renna framvið strond ini og njóta túrin, segði hann við Sosialin í gjár- kvøld ið. Hann væntar at vera í Gibralt ar um einar 14 dagar og tað passar annars væl við tíðar æt lanina, hann legði sær, tí eftir henni skuldi hann vera í Gibraltar 31. mai. - Tað verður kanska nakr- ar fáar dagar áðrenn, men tíðar ætlanin hevur onki at siga. Tað einasta, ið telur, er at fullføra túrin og nú skal tað ”koyrast heim”, sigur hann. aki@sosialurin.fo 2 ár Bilarnir floyta og fólkið heilsar Ein dagur frá ella til hevur onki at siga Tað er garvilt Her sæst, hvagar Robin Clementsen er komin. Alicante er longst til høgru á myndini við ta reyðu nálina og nú ætlar hann sær at renna framvið strondini heilt suður til Gibraltar SæR ljóSið RoBin oG voGnuRin Ein so langan rennitúr nyttar ikki at hava nógv viðføri við. Robin hevur útvega sær ein lítlan vogn við neyðsynjarviðføri, sum hann hevur við sær. Ein partur av viðførunum vóru seks skógvar